Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 171 - 8. september 2008 Fríggjakvøldið lut­t­ók ungi havnar­ drongurin, Ragnar Finnson, í kappingini Talent­ 2008 hjá DR1. Við git­t­ara og sangi hugt­ók hann dómararnar so nógv, at­ t­ey vildu síggja meira t­il hansara kynst­ur TalenT 2008 Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í Talentupptøkuroyndini í Hjørring luttók 12 ára gamli Ragnar Finnson úr Havn. Hann spældi lagið Good Riddence hjá Greenday, og hóast dómararnir vóru ójavnir á máli – Peter Aal­ bæk bað hann fara heim at eta spinat, meðan Martin Hall bað hann fara til Før­ oyar at byrja Føroya besta punkbólk – kom Ragnar Finnson, við tveimum atkvøðum fyri og einari ímóti, víðari í til undanum­ førini í Talent 2008. Tað var ikki upprunaliga ætlanini hjá Ragnar Finn­ syni at luttaka, men hann fór upp á pallin á Torginum í SMS, og sannførdi fram­ leiðararnar av kappingini at hava seg við til eina upp­ tøkuroynd í Danmark eisini. So væl kundi hugsast, at stórar vónir longu tá vóru til unga havnarmannin. Upptøkuroynd Ragnar Finnson greiðir frá, at hann ikki ordiliga roknaði við nøkrum tá ið hann kom niður til Danmarkar, hóast Blu, sum stendur fyri tiltak­ inum, trúðu so mikið nógv uppá unga havnarmannin, at teir vildu hava hann við niður til Danmarkar at lut­ taka. ­ Tá eg hevði sæð nøkur av hinum, helt eg, at tað vóru heilt nógv, sum dugdu betur enn eg. So eg roknaði ikki ordiliga við at koma víðari, men tað var bara ordiliga feitt at sleppa at spæla fyri fólkið, greiðir Ragnar Finnson frá. Tey sum sóu sendingina fríggjakvøldið minnast helst, at Ragnar bleiv rætti­ liga skakkur tá Peter Aal­ bæk, trýsti á reyða knøttin. ­ Tað larmaði øgiliga illa, so eg bleiv nokk so kløkkur av tí. Tað var ikki at eg var bangin, men nógv meira larmurin, fortelur Ragnar. Eftir framførsluna skuldi dómararnir avgera um fram­ førslan rakk til at koma víð­ ari. ­ Eg minnist slett ikki hvat tey søgdu. Bara at Pet­ er bað meg fara at eta spin­ at, og at hini vóru positiv. Eg minnis ikki alt tað sum Martin Hall segði, helt at hann bara segði ja, flennir ungi havnarmaðurin. Telefonsamrøðan Tá Ragnar Finnson kom út úr spælihølinum ringdi hann til systkinabarnið Han­ us. Men eisini til ein annan vinmann. ­ Tey høvdu sett tvær sam­ røður saman. Eg tosaði ikki bara við Hanus, men tað gjørdi DR1 tað til, sigur Ragnar Finnson. Hanus var við á fundinum í vikuskiftinum og vildi fegin greiða frá søguni. ­ Eg sat heima í sofuni tá Ragnar ringdi, eg bleiv eitt sindur kløkkur, men eg var ordiliga glaður. So eg skund­ aði mær at ynskja honum til lukku, sigur Hanus. Punkari Tey flestu hava eina fatan av punkarum sum nakrar týpur, sum altíð eru óðir og keddir, men tað heldur Ragnar Finnson als ikki. ­ Fólk taka altíð feil. Tað eru EMO, sum eru kedd. Punkarar eru heilt øðrvísi. Men tað er nógv meira punktónleikurin, ið mær dámar. Ikki ordiliga hatta við tí harða lívsstílinum, men eg havi onki ímóti at vera kallaður punkari, sigur ungi punkarin. Fríggjakvøldið Hóast Ragnar Finnson var fullgreiðir yvir, at hann var komin víðari í kappingini, var hann sera spentur til sendingina. ­ Steiki tað var feitt at síggja meg í sjónvarpinum, er fyrsta reaktiónin hjá Ragnari. Men hann greiðir víðari frá, at hann helt tað vera ordiliga stuttligt, at leggja merki til øll tingini hann hevði gloymt. Sjálvur var Ragnar sjúkur fríggjadagin, og lá í songini tað mesta av degnum. ­ Ongin var og vitjaði meg, men eg fekk øgiliga nógv sms, og ordiliga nógv ringdu. Tey góvust ikki fyrr enn á midnátt haldi eg. So tað var ordiliga stuttligt, sigur Ragnar Finnson. Nógv eru góð Sjálvur er Ragnar Finnson rættiliga hugtikin av nøkr­ um av hinum, sum luttaka í kappingini, men hann hevur enn ikki hugt eftir nakrari heilari sending. ­ Mær dámdi ordiliga væl hin sum floytaði í hondini, men hinir lítlu japanararnir, sum spældu vóru eisini ordi­ liga góðir, sigur føroyska íkastið í Talent 2008. Klárur til semifinaluna Ragnar Finnson er komin víðari til semifinalurnar, og tað hevur við sær, at hann enn hevur eina rúgvu av loyndarmálum. ­ Eg veit ikki enn, hvat eg fari at spæla. Men hevði eg vitað, hevði tað verið hemmiligt allíkavæl, men helst verður tað okkurt sum líkjist, sigur Ragnar Finn­ son. So vit onnur kunnu ikki gera annað enn at gleða okk­ um til semifinalunar og vóna tað besta fyri 12 ára gamla havnardrongin. Tá Ragnar var sloppin víðari, ringdi hann til Hanus, sum er systkinabarn hansara Ragnar í semifinaluni Ragnar Finnson bleiv rættiliga skakkur, tá Peter Aalbæk trýsti á reyða knøttin Ómátalig veitsla í blóðfátæka Swazilandi Swaziland fylir 40 ár, kongurin fyllir 40 ár, men bert fimti hvør íbúgvi í landinum nær at gerast 40 ár. Sjálvstýrisveitslan og føðingardagurin hjá konginum vórðu hildin leygardagin skreyt og prakt, sum sker í eyguni hjá annars blóðfátæka landinum í Afrika, landið við heimsins flestu AIDS­tilburðum. Kongurin í Swazilandi, har meðal livialdurin bert er 33,2 ár, hevði ikki spart upp á nakað, tá føðingardagurin varð hildin á leikvøllinum í høvuðsstaðnum, Mbabane. Ílætin leopardskinn koyrdi Mswati III kongur inn á leikvøllin í opnum BMW. Sama gjørdu fleiri framstandandi gestir, sum vórðu bodnir við til hátíðarhaldið. Gesturin, sum fekk størsta fagnaðin, var 84 ára gamli forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, sum í fleiri afrikanskum londum verður mettur sum ein leiðari, ið torir at tala vesturheiminum ímóti. Veitslan sigst alment at hava kostað 12 milliónur krónur, men mett verður, at prísurin í minsta lagi er fimm ferðir so stórur.