týsdagur 14. august 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 14. august 2001
21
Sjálvt veðrið spældi
við, tá Vágamenn og
Sandoyingar spældu
helst týdningarmesta
dystin á árinum fyri
teirra viðkomandi.
Úrslitið gjørdist ein
heimasigur, og nógv
bendir nú á, at sand-
oyingar noyðast nið-
ur í aðru deild kom-
andi kappingarár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Lagnudystur mundi vera
nærmasta orða, tá FS Vágar
og B71 fóru á vøllin í
Miðvági
leygaradgin.
Hvørgin parturin hevur
havt nakran serliga blíðan
byrð hetta kappingarárið,
og
fyri
líka
sum
at
undirstrika hetta, høvdu
veðurgudarnir gjørt av at
spæla við í spælinum hend-
an dagin.
Ófantaliga veðrið við
nógvum vindi og oysandi
regni boðaði longu undan
dystinum frá, at tað so av-
gjørt ikki vórðu fótbólts-
ligur dygdirnar, sum skuldi
setast í hásætið, um talan
skuldi gerast um trý stig
hendan
dagin.
Heldur
tóktist tað vera soleiðis, at
viljin at vinna - bæði á
mótstøðuni og regninum -
fór at gerast avgerandi
faktorurin.
Skelkaðir sandoyingar
Sum kunngt var talan um
dyst millum tey bæði nið-
astu liðini í deildini. Sand-
oyingar høvdu undan dyst-
inum eitt stig meira, og tí
vóru tað teir, sum best
kundu liva við einum javn-
leiki, tó at trý stig sjálvandi
vóru ynskjandi.
Vágamenn hinvegin vóru
greiðir um, at ein javn-
leikur ikki kundi nýtast
nógv annað enn at halda
stantum, og við vissuni um
hetta løgdu teir í krovið á
gestunum, beint sum dyst-
urin byrjaði.
Sandoyingar tóktust ikki
sørt skelkaðir av ógvusligu
byrjanini hjá vertunum, og
fyrstu løtuna skolaðu álop-
ini oman móti Waldemar
Nowicki í málinum. Hann
hevur í nógv ár verið mettur
sum ein hin besti málverjin
í landinum, og tað var eisini
skjótt, at hann varð noydd-
ur at vísa síni kynstur. Fleiri
góðar bjargingar vóru at
síggja, men tá heimaliðið
so legði seg á odda, var
pólverski málverjin full-
komuliga prísgivin.
Úr vinstru sendu teir á
heimaliðnum ein høgan
bólt inn fyri málið. Bólturin
hevði sum so kós móti
handaru stong, og at síggja
til var eingin vandi á ferð.
Waldemar stóð einsamallur
í málteiginum, og hevði
longu flutt seg yvir til
stongina, tá Jógvan Jón
Petersen royndi at skalla
bóltin útfrá. Úrslitið av
misskiljingini gjørdist, at
Jógvan Jón í einum bleyt-
um boga stútaði bóltin at
kalla mitt í málið, og
smílini á vágamonnum
vóru sjónligt, tá teir kundu
staðfesta, at gestirnir so-
leiðis høvdu hjálpt teimum
at basa Waldemar.
Kundu økt
Hóast teir nú vóru aftan-
fyri, so tóktist málið á
ongan hátt at hava vakt
gestirnar. Teir vóru fram-
vegis alt ov dólskir í nær-
dystunum úti á vøllinum.
Skipað samanspæl var mill-
um lítið og einki, og tað var
tí sera rár hending, at teir
yvir høvur hóttu málið hjá
Arturast Ramoskas.
Vágamenn hinvegin tókt-
ust bara at ressast enn
meira eftir málið. Hóast
líkindini so avgjørt ikki
vóru av teimum bestu, so
royndu teir í løtum at spæla
seg oman gjøgnum síður-
nar, og meira enn ta einu
ferðina var eisini um repp-
ið, at enn eitt mál spurdist
burturúr. Bernhard Petersen
mátti ta einu ferðina bjarga
inni á strikuni, og í einum
tveimum øðrum førum var
tað at kalla ótrúligt, at
Waldemar
onkursvegna
fekk blokerað fyri atsókn-
unum.
Hamskift í seinna
Kári Reynheim hevði helst
havt teir heilt stóru bók-
stavarnir frammi í hálvleik-
inum, tí B71 var ikki at
kenna aftur, tá teir komu út
aftur til seinna umfarið.
Vágamenn royndu fram-
haldandi at halda fast um
sítt spæl, men nú vunnu
gestirnir minst líka nógvar
nærdystir, og tá vindurin so
eisini streyk oman móti
vágamálinum, fingu sand-
oyingarnir sett eitt hampu-
ligt trýst oman móti mál-
inum.
Fyrstu løtuna var eisini
líkt til, at okkurt munagott
skuldi spyrjast burturúr,
men antin vóru gestirnir ov
óneyvir í avgerandi løtun-
um, ella kom ein vágafótur
ella
-høvd
fyri,
beint
áðrenn
seinasta
skotið
skuldi latast av.
Sandoyingar royndu at
økja um trýstið. Verjan og
miðvøllurin í felag trýstu
alt longur niðan, og so
hendi tað, sum so ofta
hendir í slíkum støðum. Ein
heldur tilvildarligur bóltur
endaði hjá Birgiri Joensen.
Stórur og sterkur, sum hann
er, vann hann fyrst nærdyst
við verjuleikara hjá sand-
oyingum, og við einum
dómadagsskoti sendi hann
av
brotsteigarmarkinum
bóltin í meskarnar.
Høvdu ikki
neyvleikan
Nú stóð nógv á hjá sand-
oyingum. Teir vistu, at til-
veran í bestu deildini
møguliga stóð og fall við
útfallið av júst hesum dyst-
inum, og meðan vágamenn
løgdust at lúra eftir kontra-
møguleikum, søktu sandoy-
ingar alt meira oman móti
málinum.
Fleiri ferðir var um repp-
ið, at hol fekst á, og eitt
korter fyri leiklok brast fyri
nev. Kári Reynheim skeyt í
fyrstu atløgu frísparks-
roynd í múrin, men eingin
tóktist
varnast
Bjørn
Thorsteinsson, sum stóð
púra leysur, og við einum
góðum diagonalskoti gav
hann sandoyingum eina
lítla vón.
Dramatikkurin var so-
leiðis avgjørt til staðar sein-
asta korterið. Sandoyingar
høvdu fleiri heilt góðar
møguleikar, og einar tvær
ferðir máttu teir á heima-
liðnum prísa seg lukkuliga,
men hinvegin kundu vága-
menn eisini avgjørt eisini
avgjørt alt, tá Sonni Johan-
sen onkursvegna sveiggjaði
beinið upp um bóltin í fríari
skotstøðu.
Hvussu var og ikki, so
endaði dysturin við heima-
sigri, og fyri fyrstu ferð í ár
máttu sandoyingar soleiðis
niður á botnsessin.
Sær svart út
At sandoyingar eru at finna
á niðasta sessinum, er í
sjálvum sær kanska ikki
nøkur katastrofa. Tað hava
teir roynt áður, og teir hava
eisini áður lívbjargað sær.
Støðan hesa ferð tykist tó at
vera eitt sindur meira
álvarslig. Liðið hevur heilt
greitt torførastu skránna av
niðaru staddu liðunum, og
tí kann væl vera, at tapið
leygardagin í veruleikanum
var mønustingurin hjá B71.
Eisini hóast seks umfør enn
eru eftir at spæla.
Vágamenn hava at kalla
alt árið verið mettir sum
fremstu dumpikandidatar-
nir, men við sigrinum hesa
ferð flutta teir so ivasama
heiðurin suður á Sand.
Uppskriftin var meira enn
nakað annað viljin til at
bjarga sær. Ein vilji, sum
hevur verið sjónskur, síðani
nýggja venjaraparið tók við
í vár, og teir báðir eiga tí
uttan iva stóran heiður av
avrikunum hjá vágamonn-
unum.
Venjararnir sjálvir gera
tað tó ikki einsamallir.
Síðani FSV náddi absolutta
botnin við 0-15 tapinum í
Havn, hevur gingið støðugt
– um enn spakuliga – fram
á hjá liðnum, og tað tænir
eisini leikarunum til rós, at
teir ongan tíð eru falnir í
fátt, hóast uppgávan hevur
sæð møtumikil út. Áhald-
andi hava teir roynt at
stríðst fyri felags málinum,
og hetta sær nú loksins út
til at hava givið úrslit.
Dysturin í tølum:
FS Vágar-B71 2-1 (1-0)
1-0: sjálvmál, 21.
2-0:Birgir Joensen, 66.
2-1:Bjørn Thorsteinsson, 79.
Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)
FS
Vágar:
Arturas
Ramoskas
–
Vladlens
Osipovs, Jógvan Hendrik
Samuelsen,
Poul
H.
Thomsen – Kim Pooulsen,
Hannus Olsen, Jón Nielsen,
Birgir
Joensen,
Jack
Johansen – Jákup Joensen,
Sonny Johansen
B71: Waldemar Nowicki –
Bjørn
Thorsteinsson,
Bernhard Petersen, Jógvan
Jón Petersen – Svenning W.
Hansen, Peter Ritter, Jón
Brekku, Símun Hansen,
Hans Jørgen Djurhuus – Eli
Hentze, Kári Reynheim
FS Vágar-B71 2-1 (1-0):
Dómadagur í Vágum
Tað sær ógvuliga svart út hjá sandoyingum nú.
Teir taptu týdningarmikla dystin móti FSV, og
dystarskráin boðar frá seks sera torførum
dystum, tað sum eftir er av kappingarárinum
21
20
Nr. 154 - 14. august 2001
Óli Johannesen skor-
aði, men Hvidovre
máttu taka til takkar
við javnleiki móti
uppflytarunum úr
Skive. Øssur Hansen
og B93 spældu javnt
móti Horsens
DANMARK
Jákup Mørk
Umframt føroysku umboð-
anina í Superliguni, so hava
føroyingar nú eisini fleiri
leikarar
í
næst
bestu
donsku deildini.
Óli Johannesen og Hvid-
ovre hava ætlanir um at
gera seg galdandi í oddin-
um hetta kappingarárið,
men byrjanin hevur ikki
verið nøkur serlig hjá
teimum.
Eftir at hava tapt fyri
Øssi Hansen og B93 fyri
viku síðani, leikti Hvidovre
sunnudagin móti uppflytar-
unum úr Skive, og heldur
ikki her eydnaðist Hvid-
ovre at fáa fulla úrtøku.
Óli Johannesen legði
annars Hvidovre á odda í
fyrra hálvleiki, men Skive
svaraði aftur, og tað var
ikki fyrr enn stutt undan
leikloki, at tað eydnaðist
Hvidovre at tryggja sær
javnleikin.
Øssur Hansen og B93
høvdu torføra uppgávu, tá
teir á heimavølli royndu seg
móti AC Horsens. Javn-
leikur má tí metast sum eitt
hampuliga gott úrslit, men
ivaleyst munnu teir í árs-
talsfelagnum iðra seg um,
at tað ikki eydnaðist teim-
um at halda fast um leiðsl-
una, teir vunnu sær í fyrra
hálvleiki. Horsens javnaði
leiðsluna undan steðginum.
Seinasti føroyingurin í
deildini er Atli Gregersen,
sum spælir við Randers
Freja. Teir spældu á heima-
vølli málleysan javnleik
móti FC Aarhus, og eiga
eins og Hvidovre fyrsta sig-
urin til góðar.
Hjá hyggjarum við
parabol er nú
møguleiki at síggja
seinna dystin mill-
um Lazio og FCK
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað mundu vera nógvir
føroyingar, sum miku-
dagin í farnu viku sótu
við skíggjan, tá FCK í
minniligum dysti basti
italska Lazio við 2-1.
Hetta hevur sjálvandi
viðført, at áhugin fyri at
síggja seinna dystin mill-
um liðini bæði er vaksin
munandi. Fleiri rásir
hava kappast um rættind-
ini til dystin, men nú er
so greitt, at tað verður
TVDanmark, sum fer at
senda beinleiðis frá dyst-
inum.
Hesa rásina eru tað
hampuliga nógv í Føroy-
um, sum síggja, so iva-
leyst verður tað í nógvum
stovum kring landið, at
fólk fara at savnast, eins
og dysturin helst eisini
fer at verða vístur á stór-
skíggjum.
Bryne hevði ikki
vunnið síðani í mei
mánaði, men teir
megnaðu kortini at
basa Molde
TIPPELIGAN
Jákup Mørk
Tað tóktist vera ein yvir-
komulig
uppgáva
hjá
Molde, tá teir sunndagin
vitjaðu Bryne, sum er á
niðasta sessinum í bestu
norsku deildini. Heimaliði
hevði ikki vunnið síðani
20. mei, og síðani tann
sigurin hevur liðið bert
megnað at skotið fýra mál.
Byrjanin gekk eisini eftir
bókini, tí longu eftir sjey
minuttum var støðan 2-0 til
Molde, men so gekk alt
brádliga galið.Á hálva tím-
anum minkaði Bryne um
munin,
og
stutt
fyri
hálvleik førdi verjumistak
hjá Molde við sær, at
støðan brádliga var jøvn.
Molde megnaði tó at leggja
seg á odda aftur undan
steðginum, men í seinna
hálvleiki fór Bryne aftur at
gera um seg.
Teir fingu tvey mál við
deyðbóltsstøður, og í báð-
um førum var talan um
beinleiðis fríspark, og í
norsku miðlunum valdar
semja um, at Jákup Mikkel-
sen helst skuldi fingið fatur
á í øllum førum øðrum av
hesum.
Avrikið hjá Jákupi verður
tó mett sum miðal-gott.
Saman við flestu av lið-
feløgunum fær hann eitt
fimm-tal á einum skala,
sum gongur upp í 10.
Molde er í løtuni á
sjeynda plássinum í deild-
ini, og nógv stig skulu
vinnast aftur, um liðið skal
spæla
seg
fram
til
europeiska luttøku kom-
Fyri fyrstu ferð í ár
noyddist høvuðsstað-
arfelagið av vøllinum
sum tapti, men mun-
urin fram til oddin
minkaði tó einki
SUPERLIGAN
Jákup Mørk
Eftir at 2001 í hálvan átt-
anda mánað hevur verið ein
sigursgongd hjá FCK, mátti
liðið sunnudagin fara av
vøllinum sum tapari. Hetta
hendi sera óvæntað í dyst-
inum móti Esbjerg, men
úrslitið var tó kanska ikki
heilt so óvæntað, sum fleiri
vilja gera tað til.
FCK skuldi nú brádliga
umstilla seg til at spæla í
meira eyðmjúkum um-
hvørvi enn einari fullsettari
Parken, eins og mótstøðu-
liðið eisini var meira eyð-
mýkt enn fótbóltsmillión-
ingarnir úr Lazio, sum FCK
hitti herfyri.
Esbjerg kom á odda tíð-
liga í dystinum, og hóast
teir um miðjan fyrra hálv-
leik fingu ein mann riknan
av vølli, eydnaðist teimum
at halda fast um dystin,
eftir at teir beint fyri hálv-
leik øktu við brotssparki.
Thomas Thorningar mink-
aði um munin í seinna hálv-
leiki, man tað var ov seint
hjá FCK.
Umframt Toda Jónsson
máttu hvítu leyvurnar ann-
ars vera bæði Christian
Poulsen og Sibusiso Zuma
fyri uttan til dystin. Poulsen
fekk ein lítlan løst í dyst-
inum móti Lazio, meðan
Zuma hevur fingið frí í
nakrar dagar, eftir at hjava
spælt fótbólt út í eitt í meira
enn eitt ár.
Munurin hin sami
Alt hetta kann FCK neyvan
nýta sum nakra umbering,
men hinvegin mundi tað
koma væl við, at fyrrver-
andi felagið hjá Toda,
Lyngby, megnaði at koppa
Brøndby. Sostatt er munur-
in upp til oddin framhald-
andi hin sami, tó at tað nú
eru heldur fleiri um boðið
til oddasessin.
Úrslitini hetta vikuskiftið
vóru annars:
AB-Viborg
1-2
AGF-FCM
0-1
Lyngby-Brøndby 1-0
Vejle-Silkeborg
3-0
OB-AaB
0-2
Esbjerg-FCK
2-1
FCK Tapti
Fyri fyrstu ferð í ár noyddust
teir í FCK av vøllinum sum
taparar, tá teir sunnudagin
vitjaðu í Esbjerg
Molde tapti á botnliðið
Javnleikur í øllum førum
Semja tykist vera í norsku
miðlunum um, at Jákup
skuldi havt í øllum førum
Óli Johannesen legði
Hvidovre á odda móti Skive,
men Hvidovre mátti kortini
taka til takkar við javnleki
Lazio-FCK í
sjónvarpinum
C
M
Y
K
20