mánadagur 8. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 171 - 8. september 2008 ]
Mátti
hoppa
høgt
Egil á Bø hevði
sínar trupulleikar
av risastóra
Zigic, men hann
helt kortini, at
føroyska liðið
stóð royndina í
Beograd
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við nærum 30 hitastig
um var talan um mest
sum ómenniskjansligar
umstøður hjá føroysku
spælarunum á Crvena
Zvezda leikvøllinum í
Beograd, og Egil á Bø
ásannaði eisini, at hetta
var hart.
Vit vóru jú støðugt
undir trýsti, ov vit mistu
sera nógva vætu, so tað
var hart at koma ígjøgn
um.
Og tú hevði ein
stóran mann at dystast
við í Zigic?
Ja. Har vóru ikki
nógvir luftbóltar, sum
eg fekk fatur á. Tað
ráddi meira um at
órógva hann, tá bóltar
komu innfyri, tí tað er
nokk ikki hugsingur
um at hoppa somikið
høgt, helt Egil.
Men 2-0 í Beograd.
Tað er væl eitt úrslit,
sum er til at liva við?
Ja. Tað er tað nokk.
Sjálvandi er talan um
tvey óluksáliga keðiligt
mál, sum teir fáa. Men
vit høvdu avtalað, at
fyrst og fremst skuldi
arbeiðsinnsatsurin vera
í lagi, og tað lyftið
hildu vit. Tað eydnaðist
okkum eisini at taka
ferðina úr dystinum,
sum vit høvdu ætlað,
og so mást tú eisini
vera realistiskur. Eitt 2
0 tap her niðri er ikki
verri enn ilt, og tað var
nokk ikki óuppiborið,
at teir vunnu, staðfestir
Egil.
- Eg havi sagt, at eg
saknaði eitt sindur
av offurvilja, og eg
haldi, at spælararnir
svaraðu mær aftur,
segði ein nøgdur
landsliðsvenjari eftir
dystin leygardagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt tap í sjálvum sær er
sjáldan
nøktandi.
Men
hóast hetta, so var Jógvan
Martin Olsen ikki nakar
ónøgdur maður, tá vit fingu
orð á hann í Mixedzone
økinum uttan fyri Crvena
Zvezda stadion í Beograd.
Tað, sum vit settu
okkum fyri undan ferðini
var, at vit skuldu endurvinna
nakað av virðingini fyri
landsliðið. Eg havi sjálvur
sagt í samrøðu við Sosialin,
at eg saknaði nakað av
offurvilja, og tað haldi eg,
at spælararnir svaraðu mær
aftur á best hugsandi hátt í
dag, segði Jógvan Martin
Olsen.
Og taktiska uppleggið
tóktist eisini at rigga?
Ja. Vit royndu hasa
skipanina í Portugal, og nú
hava vit so havt nakrar
venjingar afturat. Tíbetur
kundu vit stilla við at kalla
somu verju í dag. Fyri
munurin í hesi leikskipanini
er, at økið, sum einstaki
spælarin skal verja, verður
minni – væl vitandi um at
vit tá eisini missa nakað
uppi á vøllinum. Men á
útivølli móti Serbia vita vit
væl av, at tað verða ikki vit,
sum stýra dystinum.
Tað sá eisini út til, at
avgerðin
um
at
flyta
Christian Høgna inn á
miðvøllin hjálpti til at
skapa nakað frameftir?
Ja, tað var tað alterna
tivið, sum vit høvdu í mun
til dystin í Portugal. Og
Christian Høgni var øgiliga
raskur at stuðla Andrew, og
so má eisini siga, at Andrew
so sanniliga eisinin svaraði
mær aftur, nú hann als ikki
hevur verið í hópinum.
Sum tú nevnir, so komu tit
sjáldan nóg langt niðan.
Og einar tríggjar ferðir
eftir steðgin komu tit upp í
síðunum, men noyddust at
venda, tí eingin var í feltin-
um. Tað er væl eisini nakað,
sum arbeiðast skal við?
Bæði og. Tað vóru nakr
ar spælarar, sum í steðg
inum tosaðu um, at orkan
var við at ganga undan. Atli
kendi eisini onkran smá
skaða, so avtalan varð, at
vit máttu minimera arbeiðs
økið, og tað var orsøkin til
hetta.
Men tú framdi bara eina
útskifting. Vildi tað tá ikki
verið rætt at skift meira út?
Tekur tú dystin í Portu
gal, so skifti eg nógv út tá.
Tað gjørdi eg fyri at síggja
nakrar spælarar royna seg,
hóast summi tá fýltust á, at
eg framdi ov nógvar út
skiftingar. Tað kann sjálv
andi órógva rútmuna í
spælinum, um so er, og tí
vildi eg ikki skifta ov nógv,
sigur Jógvan Martin Olsen.
www.sev.fo
Endurlýsing:
MASKINMEISTARi til Fossáverkið
Eitt starv sum maskinmeistari á Fossá-
verkinum í Vestmanna er leyst at søkja
til setan skjótast til ber. Talan er um
avloysarastarv fyri maskinmeistara í far-
loyvi, og verður setanin tí tíðaravmark-
að til 1. juli 2009.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av
Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði
og vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðs-
tíð.
Á Fossáverkinum eru 2 turbinur upp á
tilsamans 6,4 MW. Undir Fossáverki-
num hoyra eisini niðan fyri standandi
vatnorkuverk og vindmyllur, sum verða
stýrd frá Fossáverkinum:
• Mýruverkið við einari turbinu
upp á 2,4 MW
• Heygaverkið við einari turbinu
upp á 4,8 MW
• Eiðisverkið við tveimum turbinum
upp á tilsamans 13,4 MW
• Vatnturbinan á Strond
upp á 1,4 MW
• 4 vindmyllur í Neshaganum
upp á tilsamans 2 MW.
Talan er sostatt um tilsamans 7 vatn-
turbinuaggregat og 4 vindmyllur við
einum samlaðum mátti upp á 30,4
MW.
Harafturat stýrir vakthavandi á Fossá-
verkinum býtið av framleiðsluni millum
elverkini í meginøkinum, herundir eisini
Sundsverkið og Strond (lastfordeiling).
Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum
koblingsleiðari fyri háspenningsanlegg-
ini í meginøkinum.
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur fulla
maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað
maskinmeistaraprógv, 3 ára maskin-
meistaraskúlaprógv og royndir innan
økið.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri fram-
manundan, sum verður roknaður frá
prógvtøkudegnum, men er treytaður
av fakliga viðkomandi arbeiði síðani
tá.
Umframt nevndu løn kann roknast við
vaktargjøldum og møguliga av og á
eisini úrtíðarløn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Pól Joensen, verkmeist-
ara á tel. 346800.
Umsóknir skulu saman við prógvum
og møguligum ummælum vera SEV í
hendi í seinasta lagi mikudagin 24.
sept. 2008.
ELFELAgið SEV · PoSTSMogA 319 · 110 TórSHAVN · WWW.SEV.Fo · SEV@SEV.Fo
Spælararnir svaraðu aftur
Jógvan Martin Olsen í
holt við geva instrukis til
Christian Høgna Jacobsen
undir dystinum í Beograd
Mynd: Aleksandar Djorovic
Stjørnan í eldin
Fríggja og leygardagin skal kvinnuliðið hjá
Stjørnuni spaæl EuropaCup dystir í hondbólti
móti Slovan Duslo úr Slovakia. Hetta er næsta
árið á rað, at Stjørnan tekur lut í EuropaCup. Í
fjør var enntá heilt nær við, at klaksvíkarkvinn
urnar vunnu seg víðari, tá tær spældu móti
meistarunum úr Montenegro.
Hepnir italiumenn
Tað var um reppið, at Cypros skapti eina meira enn hálva
sensatión, tá teir á heimavølli spældu móti Italia. Stutt fyri
leiklok stóð 11 á máltalvuni, men í evstu løtu eydnaðist Italia
kortini at skora sigursmálið. – Vit fingu meira, enn vit høvdu
uppiborið. Vit vóru beinleiðis hepnir við hasum úrslitunum, tí
spæl okkara sannførdi als ikki um, at vit skuldu hava trý stig
fyri dystin, segði italski landsliðsvenjarin, Marcello Lippi, við
italska Sky eftir dystin.