mánadagur 8. september 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 171 - 8. september 2008 ]
Gentan, sum gekk
fremst, tá Merkið varð
borið inn á Stadion,
var Maria Sivic, sum
er fødd í Føroyum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Beograd, Serbia: Hjá Mariu
Sivic var talan um heilt
serliga hending, tá føroyska
fótbóltslandsliðið vitjaði í
Beograd.
Hóast hon ikki minnist
nakað til Føroyar, so er
hetta føðilandið hjá Mariu,
sum er dóttirin hjá Tomislav
og Miru Sivic, sum vóru
seks ár í Føroyum í ávíkavist
Vági, Havn og í Klaksvík.
Ætlanin var annars, at eitt
úrvalsið
við
smápiltum
skuldi bera Merkið á vøllin.
Tomislav Sivic hevði tó
spurt seg fyri hjá Serbiska
fótbóltssambandinum, har
hann hevur starvast um
U19-venjari, um tað var
møguleiki hjá Mariu at vera
við, nú hon var fødd í
Føroyum, og hetta var
eingin trupulleiki.
Sjálv var Maria eisini
ovurfegin um høvið, sum
hon soleiðis fekk at umboða
sítt føðiland.
- Hon hevur fortalt øllum
í flokkinum um hetta, men
har vóru fleiri, sum ikki
trúðu henni, tá hon segði, at
hon var fødd í Føroyum.
Hon svaraði teimum tó
aftur: »Bíðið tit bara til
leygardagin. So fáa tit at
síggja!«. So tað er nokk
eingin ivi um, hvør verður
miðdepilin
í
skúlanum
mánadagin,
segði
Mira
flennandi, tá vit tosaðu við
hana leygardagin.
Og var tað kensluborið
hjá Tomislav og Miru at
síggja fleiri av føroysku
vinfólkum sínum, so var
løtan ikki minni kensluborin
hjá Mariu.
Tárini fingu frítt at fara, tá
bussurin við føroysku spæl-
arunum gjørdi seg til reiðar
at koyra, men nakrar góðar
gávur bøttu tó um hetta. Ikki
minst, tá hon fekk troyggjuna
við 8-talinum frá Mikkjali
Thomassen.
- Hendan troyggjan skal
als ikki vaskast, men hang-
ast beint upp á veggin!, vóru
boðini til foreldrini, tá buss-
urin var farin, og vit onnur
spákaðu út av stadion.
Gunnar Nielsen
bjargaði brotssparki
og Leivi Hanssen helt
høvdið kalt, tá hann
móti dystarenda fekk
sama javnleik
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hýrurin í føroysku U21-
leguni var í topp, tá teir í
gjár fóru undir ferðina úr
Baku í Aserbadjan til Athen
í Grikkalandi.
2-2 javnleikurin í Baku
merkir nevnliga, at føroyska
liðið ikki endar á afasta
sessinum í bólkinum, og
tað var fyrst og fremst hetta,
sum var málið.
Hitin darvaði
Men tað var nú ikki uttan
trupulleikar, at føroyska
liðið bjargaði sær einum
stigi í Baku.
- Hitin var øgiligur í fyrra
hálvleiki, men tá sólin fór
vesturum
eftir
steðgin
gjørdist tað nógv betri. Og í
øðrum hávlleiki vóru vit
tað skapandi liðið, sigur
Heðin Askham, sum er
annar av venjarunum hjá
føroyska liðnum.
Azerbaidjan legði seg á
odda 1-0 í 20. minutti, men
fimm
minuttir
seinni
javnaði Gudmund Nielsen
úr B71 til 1-1. Azerbaidjan
legði seg aftur á odda 2-1
eftir 32 minuttum. Tá eitt
korter restaði bleiv Levi
Hanssen hjá EB/Streymi
feldur í brotssteiginum, og
dómarin var ivaleysur, og
dømdi
brotsspark
til
Føroyar. Levi vildi sleppa
at skjóta sjálvur, og setti
hann bóltin í netið til
javnleik 2-2, sum gjørdist
endaliga úrslitið.
Stóra
føroyska
hetjan
mundi tó vera Gunnar Niel-
sen í føroyska málinum.
Umframt at trýstið á før-
oyska málið var stórt, so
bjargaði hann eisini einum
brotssparki,
sum
kundi
punkterað
dystin
fyri
okkara viðkomandi.
Í yvirtíðini hevði Sølvi
Vatnhamar eitt rimmarskot
frá
25
metrum,
sum
azerbaidjanski málverjin á
undrunnarveradan hátt fekk
jústað upp um trýkantin,
annars hevði verið talan um
aldarinnar føroyska lands-
liðsmál, verður sagt.
Føroyska Maria
bar Merkið
Bragd av U21 í Baka
Maria sæst her ganga fremst í myndini við Merkinum hjá føðilandi sínum
1,15 milliardir fyri Villa
Alt summarið hevur verið tosað um, at Real Madrid hevði
ætlanir um at keypa EM-toppskjúttan, Davic Villa, úr
Valencia. Boðini úr Valencia hava støðugt verið, at spælarin
ikki er til sølu, men nú hevur forsetin í Valencia, Vicente
Soriano, boðað frá, hvat spælarin kostar. – Sambært klausul-
inum í sáttmála hansara, so skal ein møguligur keypari
leggja 1,15 milliardir krónur á borðið. So kunnu vit tosa um
ein møguligan handil, sigur Soriano.
Spældu við hjartanum
Serbiski venjarin, Radomir Antic, helt eftir dystin, at føroyska lands-
liðið veruliga stríddist fyri lívinum. – Eg haldi at tit tykkara spælarar
spældu við hjartanum. Teir vildu kanska ikki so nógv frameftir, men
teir gjørdu tað trupult hjá okkum. Eisini tí teir vóru somikið dugna-
ligir at draga ferðina burtur úr dystinum, segði Radomir Antic, sum
tó ikki vildi kalla føroyska spælið fyri primitivt.