mánadagur 8. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 171 - 8. september 2008 ]
Símun er klárur
Símun Samuelsen noyddist skaddur av vøllinum í
Beograd eftir 70 minuttum, men eftir dystin roknaði hann
ikki við, at hetta skuldi kosta avboð. - Tað kendist, sum
dragnaðu liðbondini nakað, men nú eftir dystin haldi eg
ikki, at tað er so álvarsligt. Sunnudagin (í gjár blaðm.)
skal tað so kannast nærri, men eg rokni við, at eg eri
tøkur mikudagin. Tað er so tað, sum eg nýti orkuna til at
hugsa um.
Sterkir Eysturríkarar
69 ára gamla kekkiska venjaralegendan, Karel Brückner fekk
eina dreymabyrjan, sum eysturríkskur landsliðsvenjari.
Leygardagin tók Eysturríki ímóti Fraklandi á Ernst Happel
Leikvøllinum í Wien, og talan gjørdist um eina minniliga løtu
fyri teir 48.000 áskoðarnar á tí útselda leikvøllinum. Longu tá
8 minuttir vóru farnir hevði Marc Janko lagt Eysturríki á odda
1-0. Tríggjar minuttir áðrenn hálvleikssteðgin økti René
Aufhauser til 2-0. Tá stórt korter varð spælt av 2. hálvleiki
minkaði Sidney Govou um munin til 2-1, men 10 minuttir
seinni tryggjaði Andreas Ivanschitz Eysturríki sigurin, tá hann
setti eitt brotsspark í netið til endaligu støðuna 3-1.
Tað gjørdist til
væntaða tapið. Men
hóast tvey mál av
keðiliga slagnum, so
gav føroyska avrikið
í Beograd tekin
um, at ein hálv ella
heil sensatión væl
kann koma í hesari
undankappingini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Beograd, Serbia: Eitt før-
oyskt landslið uttan Fróða
Benjaminsen í verjuni. Utt-
an Súna Olsen á mið-vøllin-
um og uttan Christian Lam-
hauge Holst og Rógva
Jacobsen í álopspartinum.
Legg so afturat, at Einar
Hansen ikki var tøkur á
vinstra bakki og at Arnbjørn
T. Hansen heldur ikki var
tøkur til álopið. Fortreytir,
sum bóru við sær, at heili
seks av spælarunum í hópin-
um enn hava aldur at spæla
á U21-landsliðnum.
Jú. Talan kundi so sanni-
liga gerast um eina heilt
óbehagiliga
uppliving
í
steikigrýtuni
á
Crvena
Zvesda-leikvøllinum
í
Beograd. Ikki bara er Serbia
frammi á 35. plássinum á
FIFA-styrkislistanum, har
Føroyar eru nummar 196.
Serbia hevði eisini júst sett
størsta venjaranavnið í land-
inum sum landsliðsvenjara,
og tí kundi væl hugsast, at
teirra spælarar ætlaðu at
koyra á frá fyrsta bríksli.
Taktikkurin riggaði
Men føroysku menninir á
vøllinum stóðu seg manni-
liga. Taktiska uppleggið var
heilt greitt, at ferðin skuldi
takast úr dystinum, og hetta
eydnaðist eisini rættiliga
væl. At dómarin so heilt
skjótt fór at ilskast inn á
Jákup Mikkelsen, tá hesin
gav sær dekan ov góðar
stundir til málspørk síni,
bilti minni.
Serbar høvdu heilt greitt
givið til kennar, at teir vildu
kvæla føroyska spælið alt
fyri eitt. Men hóast teir í løt-
um royndu at skifta tempo,
so var sjáldan, at tað veru-
liga munaði. Fortíðin hevur
prógvað, at stóri vandin
móti liðum av Balkan er, tá
hesi sleppa at revsa bólttap
uppi á vøllinum, og tað var
vandi fyri hesum í einum
tveimum
førum.
Men
Mikkjal, Jákup á Borg og
Christian Høgni vóru nóg
kaldir til at gera fríspark alt
fyri eitt, soleiðis at føroyska
liðið fekk flutt fólkið heim-
aftur í hesum støðum.
Tá hálvi tímin nærkaðist,
byrjaðu vandastøður tó at
koma. Í tveimum førum
komu ávikavist Pantelic og
Milijas í góðar skotstøður,
men í báðum førum varð
royndin søplað burtur.
Í aðrar mátar var okkara
lið sera væl skipað, og tí
varð
serbiska
hóttanin
avmarkað til skot útifrá,
umframt at nøkur innlegg
vórðu skotin eftir heysinum
á 202 sentimetra høga
Nikola Zigic, og tað var í
slíkari støðu, at fyrsta málið
kom.
Zigic stútaði tvørturum,
tá
diagonalbóltur
varð
sendir inn í brotsteigin, og
tá Jón Rói skuldi beina bólt-
in út til horna, varð hann
somikið órógvaður, at hann
ístaðin stútaði innan fyri
stólpan og inn um Jákup
Mikkelsen. Eitt lorta mál!
Riðu stormin av
Restina av fyrra hálvleiki
gekk sum eftir ánni fyri
okkara viðkomandi. Tað
framrættaða spælið sást
ikki tað heilt stóra til, men
hinvegin komu serbar als
ikki nærri næsta málinum.
Og var frekleikin bara eitt
vet størri, so kundi kanska
spurst meira burtur úr, tá
vit í einstøkum førum komu
niðan í borðunum. Ikki
minst, tá Jón Rói ta einu
ferðina byrjaði eitt raid,
eftir at hann hevði vunnið
bóltin í miðverjuni, men
Jákup á Borg tóktist ikki
ansa góðu støðuni, sum
miðverjin hevði runnið seg
í.
Serbisku
áskoðararnir
góvu longu í steðginum
sína ónøgd til kennar, og tí
var eitt satt ódnarveður
kanska í væntu.
Sjómanskapurin á før-
oysku skútuni var tó framúr.
Hóast hann til tíðir hevði
hug at øtla, so megnaðu
okkara alla tíðina at repa
seglini somikið, at skipið
ikki fórst. Tað var kanska
dekan ov ofta, at menn
eymkaðu seg á vøllinum,
og hetta hóvaði als ikki mót-
støðuni. At enda eisini
somikið lítið, at teir ósport-
liga sendu bóltin út til inn-
kast langt niðri á føroysku
hálvuni heldur enn til mál-
spark, eftir at Jákup Mikkel-
sen hevði koyrt bóltin út, tí
ein serbi lá niðri.
Royndirnar at trýsta end-
aðu oftast í, at bóltar vórðu
langaðir inn móti Zigic, og
ofta royndu serbar at flyta
nógv fólk niðan. Hinvegin
hildu teir støðugt fýra
monnum í verjustøðu, men
at miðvøllurin fór upp, gav
ofta heilt gott pláss til okk-
ara
seinasta
partin
av
dystinum, um bólturin fekst
niðan á miðvøllin. Men alt
ov ofta varð seinasta renn-
ingin inn í feltið ikki gjørd,
og tí sást í trimum-fýra før-
um, at kantarnir mest sum
vendu spælinum heimaftur,
tí eingin maður var í felt-
inum.
Snara níggju
ferðir afturat
At endaliga úrslitið so gjørd-
ist 2-0, kunnu føroysku
spælararnir iðra seg um. At
seinna málið ikki kom fyrr
enn í 88. minutti, gjørdi í so
máta iðranina enn størri.
Eisini hóast okkara hesa løt-
una spældu við 10 móti 11,
eftir at Jónas Tór Næs hevði
fingið tvey gul kort. Og at
talan aftur tá var um eitt
lorta-mál, gjørdi ikki lagið
betri. Christian Høgni Jac-
obsen stóð til móti reiðar at
sparka bóltin burtur, tá
Zigic stútaði hornaspark
inneftir, men onkursvegna
fløktust hann og Jákup
Mikkelsen, og so smoygdi
bólturin sær inn um strik-
una, áðrenn Jákup á Borg
kundi sparka burtur.
Eitt heiðurligt tap av tí
slagnum, sum fólk flest eru
heldur troytt av at hoyra
um. Men hinvegin er realit-
eturin eisini, at talan var
um eitt avrik, sum okkara
so væl og virðiliga kunnu
standa inni fyri.
Á útivølli móti einum liði
í
hálvgum
heimsflokki
koma Føroyar ongan tíð at
stýra einum dysti, og við
teimum fortreytum, sum
okkara høvdu undan dystin-
um, skuldi vit vera lukku-
ligir, bara vit komu so nøk-
unlunda snikkaleysir burtur-
úr.
Og tað gjørdi okkara væl
og virðliga. Enntá somikið
væl, at avrikið í Beograd
gav vónir um, at føroyska
landsliðið aftur er til reiðar
at levera onkra hálva ella
kanska
heila
sensatión.
Møguleikin er kanska ikki
størri, enn hann er, tá gekka-
hjólið verður snarað, men
enn hava vit níggju royndir
eftir, so heilt ósannlíkt er
tað ikki.
Serbia-Føroyar: 2-0 (1-0):
Tvey lorta mál