Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 171 - 8. september 2008 ] Stongin bjargaði norðmonnum Ìsland fekk eina góða byrjan uppá HM-undankappingina. Stutt áðrenn leiklok rakti Veigur Páll Gunnarsson stongina. Hevði tann bólturin sitið í norsku netmaskunum hevði talan verið um 3-2 sigur til Ísland. Noreg kom á odda við einum brotsparksmálið, sum Rosenborg-framherjin, Steffen Iversen skoraði eftir 36 minuttum. Norðmenn, og meginparturin av teimum 17.000 áskoðarunum høvdu ikki meir enn fingið armarnar niður, fyrr enn Bolton-spælarin, Heiðar Helguson javnaði fyri Ìsland. Stutt inn í 2. hálvleik legði Steffen Iversen aftur Noreg á odda, men tá 20 minuttir vóru eftir javnaði Eiður Smári Gudjohnsen til endaliga úrslitið 2-2. KÍ-kvinnurnar fingu av at vita Tað gekk einki serligt hjá KÍ-kvinnunum í UEFA Cup dystinum í Litava í gjár. KÍ spældi ímóti Zvezda 2005 úr Russlandi, og russiska liðið vann stórsigur. Í hálvleikinum var støðan 2-0 til liðið úr Russlandi, men í seinna hálvleiki skoraði Zvezda 2005 heili seks mál afturat. KÍ-kvinnurnar skulu spæla ein dyst afturat í UEFA-cup kappingini fyri kvinnur, og hesin dysturin er móti einum litaviskum liði. Tað vóru truplar arbeiðsumstøður hjá Andrew av Fløtum og liðfeløgunum. Men við góðum stríðsvilja og við miðvíst at halda seg til taktiska konsepti gjørdist talan um eitt væl og virðiliga góðkent avrik frá føroyska landsliðnum Mynd: Aleksander Djorovic Serbia-Føroyar 2-0 (1-0) HM-undankappingardystur á Crvena Zvezda í Beograd (15.000 áskoðarar) 1-0: sjálvmál, 30. 2-0: Nikola Zigic, 88. Serbia: 12. Vladimir DISLJENKOVIC (FC Metalurh Donetsk 3 dystir/0 mál) – 2. Antono RUKAVINA (Borrusia Dortmund 13/0), 5. Nemanja VIDIC (Manchester United 32/2), 3. Ivica DRAGUTINOVIC (Sevilla 41/0), Ivan OBRADOVIC (FK Partizan 1/0) – 17. Milos KRASIC (CSKA Moskva 12/0), 10. Dejan STANKOVIC, liðf. (Inter Milan 74/13), 11. Nenad MILIJAS (FK Crvena Zvezda 1/0) (18. Sasa ILIC (FC Salzburg 41/6), 61.), 16. Zoran TOSIC (FK Partizan 9/0) (Bosko JANKOVIC (US Citta di Palermo 16/4), 75.) – 9. Marko PANTELIC (Hertha Berlin 19/3) (8. Danko LAZOVIC (PSV Eindhoven 23/6), 56.) Á beinkinum uttan at koma inn: 1. Vladimir STOJKOVIC (Sporting Club de Portugal 17/0), 6. Branislav IVANOVIC (Chelsea 13/1), 4. Zdravko KUZMANOVIC (Fiorentina 12/2), 14. Stefan BABOVIC (Nantes 4/0) Gult kort: Nikola Zigic, 68. Venjari: Radomir ANTIC Hjálparvenjarar: Resad KUNOVAC, Aleksander ROGIC, Rade Zalad Lækni: Miodrag MLADENOVIC Fysioterapeutar: Slobodan BRANKOVIC, Goran Zuvic Liðleiðarar: Nemjanja NIKOLIC, Danijel DRAGAS Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN, liðf. (KÍ 58/0) – 2. Jónas Þór NÆS (NSÍ 3/0), 15. Egil á BØ (EB/Streymur 2/0), 5. Jón Rói JACOBSEN (Frem ), 3. Jóhan Troest DAVIDSEN (NSÍ 6/0) – 9. Jákup á BORG (B36 54/1), 4. Atli DANIELSEN (FREM 27/0), 8. Mikkjal THOMASSEN (EB/Streymur 10/0), 10. Christian Høgni JACOBSEN (AB 43/3), 11. Símun SAMUELSEN (Keflavík 19/1) (14. Bogi LØKIN (NSÍ 2/0) – 12. Andrew av FLØTUM (HB 30/1) Á beinkinum uttan at koma inn: 16. Rene TÓRGARÐ (EB/ S 1/0), 6. Høgni Madsen (ÍF 3/0), 7. Bárður OLSEN (EB/S 3/0), 13. Bartal ELIASEN (ÍF 2/0), 17. Andreas Lava OLSEN (Víkingur 1/0), Leif NICLASEN (EB/S 1/0) Gult kort: Jónas Tór Næs, 61. Reytt kort: Jónas Tór Næs, 82. Venjari: Jógvan Martin OLSEN Hjálparvenjari: Jens Martin KNUDSEN Lækni: Kaj KALLSBERG Fysioterapeutar: Álvur HANSEN, Øssur STEINHÓLM Liðleiðarar: Bárður Lava OLSEN, Birgir HANSEN Dómarabólkur úr Russlandi: Alexey NIKOLAEV, Vitaly DROZDOV, Oleg TSELOVALNIKOV, Igor ZAKHAROV UEFA-umboð: Willam McDOUGALL (SCO) FAKTA um dystin