Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 171 - 8. september 2008 ] Jákup mátti á sjúkrahúsið Ein lítil skaði í fótinum noyddi fríggjadagin Jákup á Borg til røntgenkanningar, men talan var ikki um nakað álvarsligt. Jákup hevur av og á kent okkurt argandi í fótinum, og landsliðslæknin, sum hesa ferð var Kaj Kallsberg, vildi ikki takað nøkur óráð fyri. Tí varð Jákup til røntgen-kanningar, og har varð staðfest, at einki brot var at síggja, og so var hann til reiðar at tørna út leygardagin. Laudrup tosar við West Ham Hann fekk einki starv í summar, men nú eru kortini boð eftir Michael Laudrup. Fyrst skal hann til Moskva at tosa við Spartak, og síðani gongur leiðin til London, har West Ham skal hava nýggjan venjara. Her verður tó mett, at Laudrup stendur aftan fyri italsku Gianfranco Zola og Roberto Donadoni. Spælaraummæli Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. Jákup Mikkelsen, KÍ Hóast truplar fortreytir, so hevur veteranurin og liðfor- maðurin mangan havt trupl- ari dystir enn hesaferð. Upp- gávurnar vóru ofta avmark- aðar til langskot og innlegg, og ta einu ferðina kom hann heilt skeivt út til eitt av innleggunum. Í aðrar mátar hevði hann tamarhald á øll- um – eisini tá stútari tók í stólpan. Og sum ikki eina- ferð prógvaði hann virði í góðu fótbóltsbeinunum, sum bera við sær, at liðið altíð hevur eina eyka støð at spæla seg undan trýstinum. 2. Jónas Tór Næs, NSÍ Hevur eftir bara tveimum dystum prógvað, at hann er eitt sjálvsagt val í landsliðs- hópinum. Í verjupartinum slapp beinleiðis mótstøðu- maðurin sjáldan framvið, og í avspælinum var hann mun- in stinnari, enn hann vísti í Portugal. Og so eru longu innkøstini eisini ein framúr dygd, sum virkar sum eyka hóttan í standastøðum frammi á vøllinum og sum ein lætti í verjuspælinum, tá trýstið skal flytast. Endaði dystin keðiligt, tá hann eitt sindur klossut fekk seinna gula kortið, men tað er eingin ivi um, at steðgurin í landsliðshøpi bert verður hendan eina dystin. 3. Johan Troest Davidsen, NSÍ Eftir at hava verið miðverji og høgri bakkur seinastu dystirnar, varð Johan hesa ferð fluttur yvir á vinstra bakk, og hann prógvaði enn einaferð sítt fjølbroytni. Var saman um tikið helst tann spælarin, sum stóð sterkast- ur í myndini, og sæð burtur frá einari einstakari ferð, slapp beinleiðis mótstøðu- maður ongan tíð at baklinj- uni. Hevði við deyðbóltar ótakksomu uppgávuna at taka sær av Nemanja Vidic, men hóast onkrar horna- tøkur stóðust av hesum, so varð eisini tann parturin loystur til UG. 4. Atli Danielsen, Frem Á sentrala miðvøllinum var Atli partur av einum ótrúlig- um arbeiðsavrikið, sum fyrst og fremst bar við sær, at tað sjáldan eydnaðist serbum at spæla seg beint gjøgnum miðásina. Tvey undantøk vóru í so máta um hálva tím- an, men í aðrar mátar vórðu mótstøðumenninir støðugt noyddir at venda spælinum, tá roynt varð at spæla ígjøg- num mitt fyri. Var annars sjáldan serliga sjónligur í føroyska partinum av spæl- inum, men tað hongur nú eisini saman við lága feilpro- sentinum. 5. Jón Rói Jacobsen, Frem Á minus-síðuni telur sjálv- andi leiðslumálið, sum hann á óhepnan hátt kom at seta inn fyri serbarnar. Men talan var so sanniliga eisni um stór pluss. Ikki minst at hann ikki í eitt einasta sekund tóktist darvaður av keðiligu hendingini. Og undirstrikaði hetta við tvær ferðir at beina vandamikil innlegg burtur inni í sjálvum málteiginum. Breyt ein heilan hóp av mótstøðuálopum við fótum og høvdi, og hevði eisini yvriskot til eitt vandamikið rykk, har hann kundi fingið møguleikan at skora í hinum endanum, men ætlaða send- ingin av veinginum kom tó ongan tíð innaftur. 8. Mikkjal Thomassen, EB/Streymur Átti eins og Atli sín stóru lut í æruni fyri, at serbar sjáldan sluppu avstað við kvikum smáspæli eftir miðásini. Sum stýrimaður á miðvøllin- um sýndi hann framúr dygd- ir. Kropsstyrkin og frekleikin gera eisini, at hann er ein tann týdningarmesti føroyski spælarin, tá bólturin skal haldast í egnari røð. Eisini hóast hann einar tvær ferðir kom í vandastøðu, tá hann tók tað mest sum ov róliga undir trýsti. Var eisini avgjørdur, tá hann í tveimum førum bara langaði til, so álop endaðu við langskoti heldur enn bólttapi. 9. Jákup á Borg, B36 Eftir at vera á beinkinum í Portugal var Jákup nú aftur á liðnum, og hann sannførdi eisini um, at hann enn ikki verður tikin uttan víðari á kantinum. Sum altíð var arbeiðsavrikið í verjupartin- um framúr, og í nøkrum før- um sýndi hann eisini góðan vilja at leita í tómrúm aftan fyri verjuspælararnar, men í tveimum førum átti hann tó at roynt innleggið, heldur enn at venda spælinum. Endaði dystin sum bakkur, tá Jónas hevði fingið reytt, og eisini tann partin loysti hann væl og virðiliga. 10. Christian Høgni Jacobsen, AB Var í heldur óvandu støðuni Afturval á øllum pláss Mett eftir avrikinum í Beograd, verður afturval yvir alla linjuna. Jónas Tór Næs er tó leikbannaður, men Jóhan Troest Davidsen prógvaði aftur hesaferð, at hann kann røkja alt í verjupartinum