Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 171 - 8. september 2008 ] Høvdu ikki altíð so ilt Tað ráddi um at taka ferðina av dystinum, og at gera renniøkini so stutt, sum tilbar, segði Jákup á Borg eftir dystin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ofta, at føroysku spælararnir venaðu seg á vøllinum í Beograd, og meira enn eina ferð varð el-drivni sjúkrabilurin at síggja á vøllinum. Men tað var nú ikki altíð, at vandin var so stórur segði Jákup á Borg eftir dystin. - Vit skuldu taka ferðina úr dystinum, og so mást tú gera tað, sum tú kanst. Hitin var jú øgiligur, so tað ráddi um at fáa teir steðgir, sum kundu fáast. So tað var ikki altíð, at vit høvdu so øgiliga ilt sigur hann. Og tit megnaðu eisini at taka ferðina av, tá bólturin var í spæli? - Ja, tað var tað, sum vit skuldu. Hendan spælskipanin er eitt sindur øðrvísi enn hon, sum vit áður hava nýtt, og tað ræður í stóran mun um at minka um renniøkini. Tann part- urin eydnaðist eisini sera væl, og ikki minst hevur tað týdning, tá hitin er somikið stórur. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg helt meg hava fult tamarhald støðuni, og eg ætlaði at stúta bóltin út til innkast ella horna. Men eg verði órógvaður, tá eg leypi upp, og so komi eg at stúta bóltin í kassan, og tí taki eg fulla ábyrgd av. Men tað sá nú ikki út til, at hetta órógvaði teg nakað serligt restina av dystinum? - Tað kann tað ikki. Eg royni at hava ein professio- nellan hugburð á vøllinum, og so nyttar tað einki at hugsa um tað, sum er farið. Seinni í dystinum vóru tvær ferðir innlegg, har tú tveitir teg inn í føroyska brotsteigin og stútar burtur. Vart tú ikki bangin fyri, at tað sama kundi henda aftur. - Nei. Eg eri ongan tíð bangin á einum fótbóltsvølli, var kontanta svarið frá Jón Róa Jacobsen. Jón Rói Jacobsen harmaðist um sjálvmálið, men so heldur ikki meira. Fremst av øllum ráddi um at spæla væl restina av dystinum Mynd: Alexander Djorovic Jónas Tór Næs mátti ringi heim til unnustuna, soleiðis at hann kundi fáa endan av dystinum við Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Hatta var rotið. Men tað er ikki so nógv at gera, tá dómarin hevur tikið reyða kortið fram. Soleiðis fullu fyrstu orðini hjá Jónasi Tór Næs, tá vit spurdu hann um reyða kortið, sum hann fekk í Beograd. Eitt kort, sum spælarin var eitt sindur bilsin um at fáa. - Eg visti sjálvandi, at møguleikin var har, tá eg sat á vøllinum. Men eg gjørdist eitt sindur bilsin, tá eg sá, at hann tók næsta gula kortið fram. Tú noyddist beina lið í skiftingarrúmið. Fekst tú fylgt við seinastu løtuni av dystinum á nakran hátt? - Ja, tað fekk eg. Eg var sjálvandi í øðini, tá eg kom niður, men eg fór beint eftir telefonini og ringdi til damuna, sum hugdi at dystinum. Og tíbetur gekk tað ikki verri enn ilt. Teir fingu eitt mál aftur, og tað var spell, men tað var ikki tað stóra, sum eg fekk gjørt við tað, sigur Jónas Tór Næs. Seinastu minuttirnar á telefonini Eitt framúr avrik á høgra bakki endaði heldur brádliga, tá Jónas Tór Næs fekk reytt kort átta minuttir fyri leiklok Mynd: Aleksander Djorovic Helt høvdið høgt Jón Rói Jacobsen tók fulla ábyrgd av føroyska málinum, og so ráddi annars bara um at koma uppaftur Hvirlan fingið vinafelag Hvirlan hevur fingið sítt fyrsta vinafelag. Hetta hendi tá forkvinnan í frælsadeildini hjá ÍR, Margrét Héðinsdóttir, og skrivarin í Hvirluni, Heri Ziska, skrivaðu undir uppá skjal, ið staðfesti vinasambandið millum feløgini bæði í flottu Laugardalshøllini. ÍR, sum hevur heimavøllir í Laugardali- num í Reykjavík, er størsta frælsafelag í Íslandi. Capello ónøgdir um Cole Hóast Joe Cole skoraði bæði málini, tá Ongland vann 2-0 á Andorra, so var landsliðsvenjarin, Fabio Capello, ikki nøgd- ur við avrikið hjá Cole. – Hann og Wayne Rooney fingu boð um at pressa meira upp, so Heskey ikki gjørdist ov einsa- mallur í álopinum eftir steðgin, men tað riggaði ikki væl. Eg veit væl, at vit vunnu, men bíða nú við at meta um avrikini, til vit hava spælt móti Kroatia mikudagin, segði Capello eftir dystin.