Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 171 - 8. september 2008 ] Venjingin byrjar aftur í fimleikahøllini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka mánadagin 8. september 2008. Venjingartíðir: Mánadag kl. 19.00 til 21.00 (børn + vaksin) Mikudag kl. 19.00 til 21.00 (børn + vaksin) Fríggjadag kl. 19.00 til 21.00 (bert vaksin) Venjingartíðirnar eru fyribils og verða broyttar eitt sindur, tá kvøldskúlin byrjar. Nýggir limir kunnu tekna seg! Sunda Judofelag Eyðun Klakstein hevur sagt seg úr starvi sum venjari hjá Formulaliðnum hjá KÍ. Felagið skal nú finna nýggjan venjara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Avgerðin hjá Eyðuni Klak­ stein varð tikin í gjárkvøldið, og í tíðindaskrivi sigur leiðslan í KÍ, at tey harmast uppsøgnina, men hava tikið hana til eftirtektar. ­ Eyðun hevur sum For­ mulavenjari gjørt eitt stórt arbeiði fyri KÍ seinasta árið, og samstarvið millum venj­ aran og ábyrgdarfólk í fel­ agnum hevur verið fyri­ myndarligt. Vit harmast, at venjarin hevur sagt seg úr starvinum, men vit virða hansara avgerð og ynskja honum alt tað besta í fram­ tíðini. Vit vóna eisini, at Eyðun heldur fram at arbeiða á øðrum økjum í felagnum, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. ­ Tað eru fleiri orsøkir til, at eg havi tikið avgerðina um at gevast júst nú. Eg ynski Formulaliðnum og felagnum annars alt tað besta, og eg ivist ikki í, at Formulaliðið fer at sigla millum skerini og hevur kós ímóti einari spennandi framtíð, sigur Eyðun Klak­ stein. Eyðun Klakstein hevur verið Formulavenjari hjá KÍ síðani mai mánað í fjør. KÍ leitar nú eftir einum nýggjum venjara til Formulaliðið. Enn er einki nýtt navn almannakunngjørt, men í Norðlýsinum verður mett, at Jóannes Jakobsen er eitt gott boð. Og har verður roknað við, at hann longu verður til fyrstu venjing sína í kvøld. KÍ-venjarin sagt seg úr starvi Eyðun Klakstein tók við leiðsluni av liðnum hjá KÍ, eftir at Tony Paris í fjør vár varð sekkjaður av felagnum Bláa havnarliðið mátti ásanna, at á heimavølli eru Lovcen óhugnaliga sterkir Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um eina viku fær Neistin vitjan úr Montenegro. Tá skal seinni dysturin í EHF­ kappingini avgreiðast, og longu nú er greitt, at tað verður seinasta altjóða upp­ gávan hjá bláu havnarmonn­ unum í ár. Tí møguleikin at vinna seg víðari er ómeta­ liga lítil. Undan dystinum segði venjarin hjá Lovcen, at teir fegnir vildu vinna dystin trygt, soleiðis at teir ekka­ leysir kundu ferðast til Før­ oya. Og eftir dystin í Lovcen er nokk eingin ivi um, at uppgávan hjá Neistanum verður serstakliga stór. Í steðginum var Lovcen á odda 19­10, og gjøgnum allan seinna hálvleik hildu teir fast um øktu hesa leiðslu. Endaliga úrslitið gjørdist soleiðis 35­21 til vertirnar, sum altso koma til Føroya at spæla komandi vikuskiftið. Neistin tapti stórt Tróndur Kragesteen og liðfelagarnir í Neistanum máttu leygardagin ásanna, at talan var um serstakliga sterka mótstøðu Mynd: Kursumpress Gattuso løgnan skaða Italski stríðsmaðurin Gennaro Gattuso fekk ein heldur løgnan skaða undir venjing hjá italska landsliðnum sunnudagin. Gattuso datt niður millum tveir beinkir, og smekkaði hondina í. Gattuso mátti leggjast undir skurð, og nú er greitt, at hann fær ikki spælt fótbólt næsta mánaðin. Í staðin fyri Gattuso hevur italski landsliðsvenjarin sent boð eftir Antonio Nocerino úr Palermo. Real vil hava Podolski Týska blaðið Bild skrivar, at Real Madrid er til reiðar at keypa týska framherjan Lukas Podolski fyri 150 milliónir krónur. Podolski verður mettur at verða ein av bestu álopsspælarunum í Týsklandi, men hann hevur ikki havt eydnuna við sær í Bayern, har hann nú spælir. Í Real Madrid er týskarin Bernd Schuster venjari, og hann er sera áhugaður í at fáa Podolski á liðið.