Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 171 - 8. september 2008 ] Menninir stóðu royndina Jákup Mikkelsen hevði eitt óvanliga órutinerað lið framman fyri seg í Beograd, men føroyski liðskiparin var framúr væl nøgdur við avrikið, sum hesir løgdu fyri dagin. - Eg haldi absolutt, at teir stóðu royndina. Tað var rættiliga væl kemp- að yvir allan vøllin, og teir eiga stórt rós allir samlir, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin í Beograd. Og avrikið hesa ferð gevur kanska ábending­ ar um, at vit innan alt ov langa tíð kunnu vóna at fáa eitt av hesum úrslitunum, sum vit øll hava tráðað eftir so leingi? - Tað er tað, sum vit vóna, og tað er tað, sum er málið hjá okkum í hesi undankappingini. Vit skulu skapa okkurt gott úrslit á vegnum. Í dag eru vit rættiliga verjukendir á vøllinum, men tað er eingin ivi um, at tað millum annað er tað, sum skal til, so á útivølli rokni eg við, at hetta verður spælistílurin hjá okkum, sigur Jákup Mikkelsen. -mørk Tomislav Sivic, sum í 1996 til 2001 var venjari í Føroyum, var millum áskoðararnar til dystin í Beograd Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um dystin segði Tomislav Sivic, at hann var var positivt yvirraskaður av føroyska spælinum. - Eg má siga, at hetta var eitt gott avrik. Teir skipaðu spælið sera væl í verju- partinum, og teir megnaðu eisini at spæla væl. Har eru eisini fleiri ungir spælarar í hópinum, og tað er avgjørt eisini positivt. - Hinvegin er einki at ivast í, at vit, sum sótu uttan fyri vøllin, hildu, at har var pláss til at fáa nøkur kontra- álop, men hesi komu ongan- tíð. Men sjálvandi – tá liðnum vantar einar fimm av vanliga føstu spælarun- um, so verða fortreytirnar serstakliga truplar at spæla. Kensluborið Og tað mundi eisini vera ein serlig løta hjá tær, nú tú sá dystin. Bæði tí dóttir tín bar Merkið inn á vøllin, men eisini tí tú hevur havt fleiri av spælarunum undir hond. - Tað var tað. Eg hevði tosað við fólk her í fót- bóltssambandinum og spurdi tey, um Maria kundi verða við, tá spælararnir komu á vøllin. Eg helt, at tað varð gjørt soleiðis, at børn leiddu spælararnar inn, men onkursvegna er tann parturin broyttur. - Men teir søgdu so, at nøkur børn skuldu bera fløggini inn, og sjálvandi er tað serligt hjá okkum, at Maria kundi vera millum hesi. Hon er jú fødd í Føroyum, og tað eru nøkur ár, sum vit ongan tíð gloyma, sigur Tomislav. Og dagurin gav teir eisini høvi at hitta fleir gamlar vinir? - Ja. Hetta var ein deiligur dagur, har nógvar kenslur eisini komu fram. Eg havi nógv góð minni saman við fleiri av spælarunum, og eitt nú vóru menn sum Jákup á Borg og Atli Dan- ielsen blaðungir, tá eg gav teimum møguleikan í bestu deildini. Og eitt nú havi eg eisini vant Mikkjal og Egil, og tað var deiligt at síggja hesar eftir so nógv ár. - Og vónandi fái eg aftur møguleikan. Eg havi eitt stórt ynski um at koma aftur til Føroya at vitja. Eg havi nógvar góðar vinir í landinum, og so vil eg eisini fegin síggja familjuna hjá Jógvani Norðbúð og grøv hansara. Hann var ein persónur, sum stuðlaði mær ótrúliga væl, tá eg hevði mínar truplu løtur, og tað er ein vitjan, sum eg havi sett mær fyri at gera, sigur ein sera kensluborin Tomislav Sivic, sum saman við konuni, Miru, letur góð ynski til allar føroyingar. Stór framgongd Undan dystinum vitjaði Tomisla eisini á Hotel Hyatt, har føroysku spælararnir búðu. Her tosa hann og Jógvan Martin Olsen um serbiska liðið. Á myndini síggjast eisini Mira Sivic, Predrag Prsic, sum fjør vandi VB/Sumba, og Karl Vidtfeldt, næstformaður í landsliðsnevndini Tomislav kundi eftir dystin heilsa upp á fleiri av teimum spælarum, sum hann áður hevur arbeitt við. Her er tað Jákup á Borg, sum tosar við fyrrverandi venjara sín Mynd: Aleksandar Djorovi Jákup Mikkelsen hevði bara rósur at bera óroyndu liðfeløgunum, sum allir stríddust manniliga í Beograd Serena vann US Open Um vikuskiftið var finalan í US Open hjá kvinnum spæld. Amerikanska Serena Williams var komin í finaluni, og har skuldi hon spæla ímóti Jelena Jankovic úr Serbia. Serena Williams vann fyrra sett uttan trupulleikar, men fekk meira mótstøðu í seinna setti, men vann 7-5 hóast tað. 26 ára gamla Serena Williams hevur tvær ferðir áður vunnið US Open. Vildi heldur selja køkur Brasilski fótbóltsspælarin Robinho skifti beint áðrenn evstamark frá Real Madrid til Manchester City at spæla, og tað fekk fólk at undra seg. Men sambært umboðs- manninum hjá Robinho, var brasilski stórspælarin so keddur av lívinum í Real Madrid, at hann hevði gjørt leiðsluni púra greitt, at hann vildi skifta felag. Robinho segði enn tá, at hann vildi heldur selja køkur enn spæla fyri Real Madrid.