mánadagur 8. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 171 - 8. september 2008 ]
Morten Olsen friðaður
Danska fótbóltssamabndið hevur gjørt øll púra greitt, at
Morten Olsen skal verða venjari hjá Danmark í hesari HM-
undankappingini – eisini um úrslitini ikki verða til vildar. -
Morten Olsen er settur at taka sær av landsliðnum fram til
2010, og tað er einki á tí fótbóltsliga økinum, sum kann fáa
okkum at skifta venjara. Í oktober 2009 fara vit at tosa við
Morten Olsen um framtíðina, sigur Jim Stjerne Hansen,
aðalskrivari hjá DBU.
Pætur í landsliðshópin
Jógvan Martin Olsen hevur í dag kallað inn Pætur Dam
Jacobsen úr Skála til landsliðshópin fyri leikbannaða
Jónas Tór Nær. Pætur hevur ongan tíð áður verið í
landsliðshópinum, og nú fleiri av hinum alternativunum
eru í Grikkalandi við U21-liðnum kann hann fáa sín
fyrsta landsdyst. – Eg vildi hava ein spælara, sum kann
fara beint inn á bakkin, tí við avrikinum í Beograd í huga
vildi eg sleppa at gera ov nógvar rokeringar, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Tað eigur ikki at
góðtakast, at lands
liðsspælarar skulu
ferðast í 1617 tímar
bert fýra dagar
undan einum týdning
armiklum dysti
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Fótbóltssambandið fer
at eftirmeta ferðina til Ser-
bia, eigur eitt mál at standa
ovast á dagsskránni. Ferð-
ingin.
Bæði á veg til Serbia og
ikki minst á veg heimaftur
gjørdist talan um óvanliga
drúgva ferð, har úti við
tíggju tímar vórðu nýttir í
bíðistøðu á flogvøllum í
Frankfurt og Keypmanna-
havn. Og spurningurin er,
um ferðin ikki eisini var
óneyðuga drúgv.
Leygardagin høvdu spæl-
ararnir annars havt tað nóg
strævið. Eftir eina serstak-
liga trupla uppgávu í nærum
30 hitastigum móti sterka
serbiska landsliðnum, var
klokkan farin um 23, tá
spælararnir komu á hotelli,
har matur sjálvandi var á
skránni,
áðrenn
nakrar
koyggjur vóru at síggja.
Longu klokkan 4 okkara
tíð skuldi ferðalagið av aft-
ur hotellinum, og her heima
var hon farin um 21 á
kvøldi, áðrenn spælararnir
komu til hús. Og tað átti at
verið óneyðugt. Í Frankfurt
vístu talvurnar, at tvey onn-
ur flogfør fóru til Keyp-
mannahavnar, meðan bíðað
varð á flogvøllinum, og
varð farið í øðrum av hes-
um, hevði liðið verið somik-
ið tíðliga í Kastrup, at onnur
enn seinasta fráferðin til
Føroya kundi verið nýtt. Og
eisini var onkur ruta, sum
hevði beinleiðis samband
millum Beograd og Keyp-
mannahavn.
Tað kann vera, at orsøkin
til hetta var fíggjarlig, og
sjálvandi eigur FSF at ansa
eftir pengapunginum. Men
tá talan er um spælarar, sum
við eini knallharðari upp-
gávu í beinunum skulu løða
upp til nýggja uppgávu bara
fýra dagar seinni. Hvørki
sálarliga
ella
kropsliga
gjørdist talan um nakra stór-
vegis uppløðing hjá før-
oysku spælarunum,og tað
kann kosta mikudagin. Vón-
andi ger tað ikki tað, men
undir øllum umstøðum eig-
ur FSF at umhugsa, hvussu
hesar ferðir verða lagdar til
rættis í framtíðini.
Umaftur!
Tvey flogfør sóust fara til
Keypmannahavnar, meðan
føroysku spælararnir bíðaðu í
Frankfurt
Andrias Hansen úr
Havn hevur bert runn
ið í eitt ár, men tað
eydnaðist honum at
koma fyrstur á mál, tá
Tórshavn Marathon
varð runnið sunnu
dagin
Marathon
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við tíðini 2.49,54 eydnaðist
Andrias at renna seg til gull
á gott 42 kilometra drúgva
teininum. Honum á baki
komu Sam Vang og Johan
Havn, sum leingi hildu stutt
tjóður í Andriasi, men sum
tó máttu geva skarvin yvir at
enda. Hjá kvinnunum var
Fríðunn Stenberg fyrst á
mál.
Eisini varð kappast í hálv-
um marathon, og her varð
Michael Feldballe úr Bragd-
inum fyrstur á málið hjá
monnunum, meðan Katrin
Rubek Nielsen var skjótasta
kvinnan um málið.
Kappingin varð eisini
býtt í aldursbólkar, soleiðis
at heldur meira tilkomnu
rennararnir
kappaðust
sínamillum. Aðrastaðni her
á
síðuni
sæst,
hvørjir
fremstu rennararnir í hvørj-
um bólki vóru. Og her sást
eisini, at aldurin ikki nýtist
at vera nøkur forðing. Ann
Thomsen, sum tók lut í
bólkinum, 40+, rann nevn-
liga hálva marathon-teinin
skjótari, enn skjótasta kvinn-
an í »vanliga« bólkinum.
Og tað sama varð gald-
andi á mannfólkasíðuni í
hálvum marathon, har skjót-
astu menninir vóru skjótari
enn yngru kappingarneyt-
arnir.
Andrias var skjótastur
1/2 marathon, kvinnur 16-39
Nr Rennari
Tíð
1
Katrin Rubek Nielsen, Tórshavn
1.56,06
2
Árna Helmsdal, Bragdið
1.57.00
3
Eyðna Kjartansdóttir, Tórshavn
1.58,29
1/2 marathon, kvinnur 40+
1
Ann Thomsen, Bragdið
1.49,19
2
Kristina Samuelsen, Bragdið
1.53,21
3
Frida Poulsen, Bragdið
2.04,43
1/2 marathon, menn 16-39
1
Michael Feldballe, Bragdið
1.30,05
2
Anton Højgaard, Glyvrar
1.33,53
3
Rasmus Nielsen, Tórshavn
1.37,05
1/2 marathon, menn 40+
1
Regin Zacahariasen, Bragdið
1.22,49
2
Absalon Hansen, Bragdið
1.27,56
3
Jonhard Larsen, Treysti
1.28,37
Marathon, kvinnur 18-29
1
Fríðunn Steinberg, Treysti
4.03,26
Marathon, kvinnur 40+
1
Ingrid Bærentsen Paturson, Bragdið
4.09,29
2
Lydia Gardar, Bragdið
4.17,55
3
Birita Lassen, Tórshavn
4.22,46
Marathon, menn 18-39
1
Andrias Hansen, Bragdið
2.49,54
2
Sam Vang, Bragdið
2.54,51
3
Johan Havn, Treysti
3.02,55
Marathon, menn 40-49
1
Cecil Weihe, Bragdið
2.55,11
2
Borgar Biskopstø, Treysti
2.57,56
3
Sigurð B. Justinussen, Bragdið
3.01,38
Marathon, menn 50+
1
Jósvein Herup Olsen, Bragdið
3.20,16
2
Tummas Joensen, Treysti
3.37,07
3
Óli Olsen, Bragdið
3.49,49
FAKTA
Í hálvum marathon var Michael Feldballe langt fremstur
Andrias Hansen gjørdist
greiður vinnari á marathon-
teininum sunnudagin
Mynd: Eirikur í Jákupsstovu