Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 8. september 2008 27 Í tíðarskeiðinum millum fyrsta og annan verðaldar­ bardaga, var sera, sera lítið til av peningi millum manna. Hinvegin var virð­ ingin fyri peningi í sama tíðarskeði sera, sera stór. Eldri menn, sum longu tá høvdu livað eitt langt lív og sum vóru vornir ellis­ rentunjótarar, goymdu pening sín í skrínum, van­ liga inni í sovikarmarinum. Hetta var teirra peningur. Hesum ráddu teir yvir. Sparikassa ella Banka varð ikki tosað um. Gjaldstova og Almannastova vóru ikki til. Einaferð um ársfjórð­ ingin komu hesir sjokuláta­ brúnu seðlarnir. Hátíðar­ liga løgdu hesi gomlu teir í skrínið ­ teir skuldu liggja slættir ­ og meira enn so kom fyri, at strúkijarn varð tikið í nýtslu, um onkur rukkutur seðil var ímillum. Eg fekk stóra virðing fyri hesum gomlu monn­ unum. Alt, sum teir fingu ­ verið tað av sjónum, av landinum, ella pening á ellisárum til lívsins uppi­ hald ­ tóku teir ímóti sum eina Guds gávu, sum ikki skuldi søplast burtur, men nýtast á skynsaman hátt. Fyrsti kunnleiki mín um Sparikassa fekk eg sum lítil smádrongur undir uppvøkstri mínum í Klaks­ vík. Eg hevði lagt til merk­ is hetta snotuliga gróthúsið á Ziskatrøð við teim sjáld­ sama vøkru vindeygum og smáum rútum. Tey søgdu fyri mær, at fínir menn við stórum brillum sótu í hes­ um húsinum ávís kvøld um vikuna og tóku ímóti tíggju­ og fimmogtjúgu oyrum, sum kundu setast inn har at vaksa. Eg visti, at eplir og røtur og ymiskt annað kundi vaksa, men eg skilti ikki rættuliga, at peningur kundi fáast at vaksa. Tá eg gjørdist eitt sindur størri, skilti eg sjálvandi, at pen­ ingurin ikki varð settur niður í mold at vaksa, men at ein kundi fáa ávísa rentu­ inntøku fyri at hava pening standandi í Sparikassanum. So leingi gingið varð í skúla. hevði ein sjálvandi kki ráð at seta pening inn í Sparikassan. Ikki tí, í teim seinnu skúlaárum kundi ein fáa væl av fisakarbeiði í skúlafrítíðini frá J. F. Kjøl­ bro og vinna fitt av peningi eftir tátíðarmeti. Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at nevna tann frálíka arbeiðsformannin hjá Kjølbro ­ Gunnar Kalls­ berg, sála. Eg kann enn síggja hann fyri mær ­ hvønn morgun í teirri gulu ketilsdraktini ­ altíð smíl­ andi og vælupplagdur. Tað vóru fáir dagar, vit dreingir ikki fingu arbeiði í summarfrítíðini, tá farið varð norður á Stengurnar. Peningurin varð brúktur at keypa skúlabøkur fyri og annars sum ískoyti til húsar­ haldið hjá foreldrunum. Fyrstu ferð eg var í Spari­ kassanum, setti eg kr. 500,00 inn á bók. Tá mundi seinni verðaldarbar­ dagi vera komin reiðuliga í helvt. Alexander Enniberg, sáli, sum hetta kvøldi tók móti peningi, spurdi eftir bókini. Nei, segði eg, hetta er mítt fyrsta inngjald. Nú fór eg betur at skilja tann sera stóra týdning, ein tílíkur Sparikassi hevði fyri Klaksvíkina og Norðoyar sum heild. Klaksvíkin vaks um tað mundið við umleið 100 fólkum um árið. Peningurin stóð tryggur í Sparikassanum, líka trygg­ ur sum heima í skríninum og so gav hann rentu, Spari­ kassin kundi so nýta pen­ ingin at læna útaftur við eitt sindur hægri rentu, so sethús kundu verða bygd, kommunur o.a. kundu lána pening, ella Sparikassin kundi keypa innlendis brævlán. Nú høvdu fólk meira pening um hendur. Sigling­ in til Bretlands við ísfiski høvdu givið landi og fólki miklan pening. Men dýrt var hann vunnin. Nógvir vóru teir, sum ongatíð komu aftur. Heimaútróður­ in vant uppá seg, og fiskur kom til landið, sum onga­ tíð fyrr. Arbeiði vaks bæði á sjógvi og á landi. Tá bardagin endaði, áttu føroyingar ­ minnist meg rætt ­ umleið 80 miljónir kr. tilgóðar í enskum valuta. Í dag hevði hetta kanska svara til fleiri miljardir kr. Skuldin var eingin. Frá Dan­ mark høvdu føroyingar øll krígsárini fingið 2 miljónir kr. árliga gjøgnum danska konsulatið í London. Tímalønin fyri vanligt ar­ beiði var um hetta mundið millum eina og tvær krónur. Ikki var so dýrt at liva heldur tá. Tollur á vanligum matvørum var lítil og eingin. Eitt sindur av tolli var á skótoyi, leikutoy, ymiskum luksusvørum, og so sjálvandi eisini á spiritus og tubbaksvørum, men annars, einki innflutnings­ gjald, einki meirvirðisgjald. Menn fóru at trúgva uppá framtíðina, hús vórðu bygd og bygdirnar fóru at vaksa… Lán fekst einki, fyrr enn húsini vóru inni­ lokað. Men ikki bilti. Menn høvdu verið um­ hugsnir við innvunnum peningi, teir høvdu sett avlopið í sparikassa og nú var hann hentur. Fyri henda pening vórðu húsini bygd og innilokað. Síðan fekst nakað av láni at inn­ rætta húsini so frægt, at farast kundi í tey. Einki hóvasták. Einki við at seta seg í botnleysa skuld fyri lívið. Vanlig hús um ár 1950 mundu kosta frá 30­ 50.000 kr. alt eftir stødd og byggiumstøðum. Sjáldan varð meira tikið í láni enn 10­14.000 kr. Eftir 15­20 árum var vanliga lániskuldin niður­ goldin á null. Menn vóru framvegis í bestu árum. Teir fóru at gjalda brutto­ skatt, soleiðis at skilja, at ongar rentur vóru at trekkja frá. Skatturin kom tí at vera eitt sindur meira, men hóast hetta, so var altíð eitt sindur til avlops, og hesin peningur fór í Sparikassan. Har kom hann teimum til nyttu, tí teir vunnu rentu. Har kom hann Sparikassanum til nyttu, so hann kundi lána pening til onnur. Har kom hann teimum til nyttu, sum skuldu lána peningin, og har kom hann samfelagn­ um til nyttu við at innlend­ is kapitalurin kundi vaksa. Tað gekk nøkurlunda til nakað væl út í sjeytiárini. Teir gomlu politikkararnir høvdu lagt frá sær og ungir, vællærdir menn tóku við. Tað tyktist at vera eitt annað lag, menn tyktist ovurhugaðir fyri íløgum, lánihugurin vaks og longu til løgtingsvaldið í 1980 varð givin »yellow warn­ ing«. Uttanlandsskuldin var komin uppá 1 milliard kr. 4 ár seinni ­ til løgtings­ valið 1984 ­ varð givin «red warning«. Nú var láni­ skuldin komin uppá 3 milli­ ardir kr. So skal eg ikki skriva meira um áttatiárini. Tað søguna kenna øll. Síðan 1992, tá bankarnir byrjaðu at fara fallit, hevur álit føroyinga á bankar og sparikassar fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er heldur ikki so løgið og einki at siga til. Í mun til fólkatalið mundi Landskassin um hetta mundið vera ein av heimsins størstu skuldar­ um. Føroyskir eins og danskir embætismenn og politikkarar leitaðu við lykt eftir, hvar teir kundu finna pening at fylla í henda botnleysa landskassa. Í neyð síni eftir peningi settu politikkararnir á uppsparda pening fólksins í bankum og sparikassum við inn­ tøkulógum um fíggjar­ ognargjald eins og mun­ andi hækking av rentu­ skattinum. Men trýst elir móttrýst. Stórar peninga­ upphæddir vórðu fluttar av landinum. Eisini vórðu stórar upphæddir clearaðar mótvegis lánum. Hetta hevur komið pen­ ingastovnunum sera illa við. Ígjøgnum øll áttatiárini ávaraði danska ráðgevandi nevndin føroysku politikk­ arunum ímóti at halda áfram við verandi politisku gongdini, tí leiðin bar móti fíggjarligu avgrundini. Men føroyskir politikkarar lurtaðu ov illa eftir ávaringunum. Um pengar Vestmanna Símun Pauli JacobSen At stavseta og benda per­ sónsnøvn málsfrøðiliga rætt, er lágmarks mannasiður. Ikki at gera tað, er tekin um vantandi virðing. Eg kann í hesum sam­ bandi upplýsa føroyskar fjølmiðlar um, at tá tit nevna íslendingar, tað veri seg fótbóltsspælarar, polit­ ikarar ella poppstjørnur, so inniheldur teirra bókstava­ røð, eins og tann føroyska, bókstavin "ð". Og íslend­ ingar benda nøvn eins og vit, hóast danir ikki gera tað. Afturvendandi er tað heldur vanvirðiliga at síggja í bløðum, at d verður sett í staðin fyri ð, í nøvnum íslendinga, sum verða umrøddir. Hetta kundi bent á, at greinin er týdd beint upp úr donskum bløðum, har nøvn íslendinga verða skrivað við danskari stavseting. Hví skulu tíðindi úr Íslandi eisini koma yvir Danmark ­ er ikki nóg mikið yvir ánna komið, tá føroysk intelligentsia ummælir danskar útgávur av íslendskum skaldsøgum, og ikki upprunaverkini? Tá vit tosa um virðing, so er tað danskur siður at sýna formliga virðing ­ ella frástøðu ­ við at tiltala per­ sónar við teirra seinna navni ­ tað veri seg ættar­ navn, faðir­ ella móður­ navn. Í Íslandi er tað øvugt: forsetin eitur Ólafur Ragnar, tað hevði verið vanvirðing av embæt­ inum at nevnt hann "harra Grímsson" ( á danska vísu). Hesin danski siður er nú við at sníkja seg inn í føroyskan fjølmiðlaheim ("harra Hoydal", "harra Eidesgaard") ­ hóast spurn­ ingur er um tað er virðing sum liggur aftanfyri, ella bara danskur snobb­stílur. PS. Til útvarpsmannin, sum í miðjari tíðindafrá­ søgn sunnudagin segði seg "noyðast at leita eftir fílinum": skjølini vit hava inni á telduskránni kunnu nevnast við kvennkyns­ orðinum 'ein fíl' ella 'ein fíla'. Fílin finnur tíðinda­ maðurin neyvan á hesum breiddarstigum. áhugamaður um málfrøði Kári leivSSon Tíðindaskriv Nevndin Summarfrítíðin er av og smátt um smátt er fólk farið aftur til verka. Eisini felagsskapir av ymsum slag kvaklast við aftur eftir summardúrin. Fólki leing­ ist eftir at hittast aftur. Summi til okkurt ítriv og onnur mest til at koma saman at hugna sær. Sita við einum stokki í hondini og práta við vinfólk, at halda á einum blaði ella hvørt av sínum. Eitt felag, sum plagar at hava regluligar fundir frá fyrrapartinum í september til endan av mai mánaði, er Pensionistafelagið í Havn. Hetta felag varð stovnað í 1976 og hevur soleiðis 32 ár á baki. Alt frá stovnanini hevur fólk víst felagnum stóran áhuga. Limatalið vaks skjótt. Regluligir fundir vórðu hildnir eina ferð um vikuna. Hetta heldur við enn. Tó so, onkuntíð hevur limatalið verið fallandi, men so hevur aftur verið framgongd. Seinastu 6­8 árini hevur limatalið aftur verið javnt hækkandi. Í skrivandi løtu er tað umleið 190. Ymist er, hvat fyriferst á fundum okkara. Vit plaga at fáa onkran at siga frá annaðhvørt serstøkum hendingum, ið hava verið, ella tey hava sagt frá yms­ um, tey sjálvi hava uppliv­ að. Vit hava havt fólk at halda fyrilestrar og lýsa ymisk mál. Fólk, ið eru dugnalig til tess, eru biðin at lesa upp. Filmar og ljósmyndir verða víst. Kortini koma fram og eisini onnur spøl av yms­ um slag. Og ikki at gloyma bingo. Tað er fyri limirnar. Men tá kunnu limirnir taka gest við. Hetta hevur kortini ikki verið tað stóra súsið, hetta við bingo, men í meðal eina ferð um mánaðin. Burturluting, uppboðssøla og tombola eru onkuntíð. Hesi tiltøkini eru eisini ein hjálp til raksturin av felagnum. Onkuntíð hava vit vitjað onnur pensionistafeløg. Tað hevur dámt limunum væl, og so hava gjarna somu feløg vitjað aftur til okkara. Stutt sagt: felagið roynir at hava eitt so fjøl­ táttað virksemi, sum til ber. Felagið verður stýrt av eini 5­mannanevnd. Alt arbeiði verður gjørt ókeyp­ is. Og vanliga eru fólk fús at rætta okkum eina hjálp­ andi hond. Hvørja ferð fundur er, fáa vit ein góðan drekka­ munn. Nýggir limir eru vælkomnir. Limir kunnu øll gerast, sum eru fylt 62 ár. Limagjaldið er kr. 150,­ um árið fyri støk og 225,­ fyri hjún. Limur gerst ein við at ringja til formannin, telf. 313409, ella bara koma á fund og tá tekna seg sum lim. Vit halda til í Losjuni við Tinghúsvegin. Vit kundu hugsað okkum størri rúmd, men við einum góðum vilja gongur tað. Tann 10. september byrja vit aftur. Á fyrsta fundinum plaga vit at gera eitt sindur burtur úr. Hetta ætla vit eisini at gera í ár. Hjá teimum, sum ætla sær við á fyrsta fundin, verður neyðugt at tekna seg – men hyggið nærri eftir lýsing um hetta, sum kemur á gulu síðurnar og lýsingartorgið. formaður í Pensjónista­ felagnum í Havn Sune JoenSen Pensionistarnir í Havn byrja aftur Um íslendsk nøvn - and the missed elephant in the studio viðmerkingar