týsdagur 14. august 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 154 - 14. august 2001
Leirvíkingar tóku eitt
týdningarmikið fet í
botninum, tá teir
sunnudagin skump-
aðu NSÍ niðureftir á
stigatalvuni
2. DEILD
Jákup Mørk
Runavíkingar hava í ár havt
eitt hampuliga gott tak á
oddinum í aðru deild. Úr-
tøkan hjá næstbesta liðnum
hevur verið somikið støð-
ugt, at teir við einum sigri á
einum av hinum eystur-
oyarliðunum., LÍF, av álv-
ara kundu nærkast topp-
inum.
Fyrra hálvleik gekk eisini
á leið soleiðis, sum tað
skuldi. Runavíkingar løgdu
seg á odda við einum máli
frá roynda Sverra Justinus-
sen, og sjálvsáltið mundi tí
eisini vera í lagið, tá farið
varð til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki tóku
leirvíkingar tó fullkomu-
liga heimaliðið á bóli.
Tomek Resel javnaði, áðr-
enn Mirek Gill syrgdu fyri
leiðsluni, og meðan NSÍ nú
royndi at koma aftur í aftur,
slerdi Kristian Eliasen sig-
urin hjá leirvíkingum fast-
an.
Hóast NSÍ soleiðis innan
trý korter misti takið í
oddaliðunum, og hóast teir
helst høvdu vónað eitt betri
úrslit, so man árið á ongan
hátt verða mett sum mis-
eydnað. Liðið hevur mest
sum tryggjað sær framhald-
andi livitíð í deildini, og
ivaleyst mundi hetta eisini
vera málið, sum sett várð,
tá farið varð undir venjing-
ina.
Í Leirvík er hinvegin enn
illa statt. Gaman í lyftu tær
sær við sigrinum upp um
klaksvíkingar,
munurin
niður til gøtumenn minkaði
tó einki, tá hesir eisini
vunnu sín dyst.
Leirvíkingar høvdu sína
bestu tíð í 80’unum, tá teir
eitt langt skifti hildu fast
um plássið í bestu deildini,
men síðani hevur gingið
afturá. Í nøkur ár vóru teir
við til at mynda oddin í
næstbestu deildini, men í
seinastuni hevur talan mest
verið um eina roynd at
yvirliva, og skal hetta aftur
eydnast í ár, skulu enn fleiri
stig setast inn á kontina.
NSÍ-LÍF 1-3 (1-0)
1-0: Sverri Justinussen
1-1: Tomek Resel
1-2: Mirek Gill
1-3: Kristian Eliasen
Jugoslaviski lands-
liðshópurin móti Før-
oyum telur sum vant
hópatals stjørnur
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Eins og Allan Simonsen
hevur gjørt tað, so hevur
jugoslaviski starvsfelagið
hansara, Dejan Savisevic,
kunngjørt hópin, sum hann
hevur valt sær til komandi
landsliðsuppgávuna.
Teir báðir landsliðsvenj-
ararnir hava annars tað til
felags, at teir báðir eiga
eina fortíð millum mætastu
fótbóltsfeløgini í Europa,
men annars er tað ikki tað
heilt stóra, sum teir hava í
felag.
Munur er á
Meðan Allan Simnosen við
einum tveimum undantøk-
um noyðist at finna sær
leikarar í føroyskum fót-
bólti og sekunderum út-
lendskum deildum, so eru
tað í flestum førum stór-
feløg runt í Europa, sum
lata leikarar til jugoslaviska
liðið.
Hópruin telur eina rúgvu
av navnframum leikarum,
sum í nógvum førum hava
roynt at veri meistarar í
nøkrum
av
sterkastu
europeisku deildunum, eins
og nakrir teirra eisini hava
roynt seg á sigurspallinum,
tá finaludystir hava verið
leiktir í europeisku steypa-
kappingunum fyri lið.
Tí er kanska ikki annað
væntandi, enn at føroyska
liðið fer at koma sær í eitt
satt óløgi, tá farið verður á
vøllin í Beograd, men
hinvegin hevur føroyska
liðið áður prógvað, at teir
væl eru førir fyri at skapa
eitt heiðurligt úrslit – eisini
tá tikist verður við nakrar
av bestu leikarunum í okk-
ara heimsparti.
Hópurin
Sum sagt, so hevur Sav-
icevic gjørt, hvørjir leikarar
skulu manna hópin, og
verða teir nevndir niðan-
fyri. Í klombrum er við-
merkt, hvørjum felag leik-
ararnir spæla við í ger-
andisdegnum.
Málverjar eru I. Kralj úr
PSV Eindhoven og R.
Radakovic úr Partizan.
Verjuleikarar
eru
Z.
Mirkovic (Fenerbache), M.
Obradovic
(Lokomotiv
Moskva),
M.
Dukic
(Valencia), G. Dorovic
(Deportivo), S. Mihajlovic
(Lazio), D. Ognjanovic
(Partizan), B. Dmitrovic
(Grazer
AK)
og
Gvozdenovic
(Crvena
Zvezda). Miðvallarar eru I.
Tomic
(Roma),
D.
Stankovic
(Lazio),
L.
Drulovic
(Benfica),
P.
Dordjevic (Olympiakos), S.
Ilic (Partizan), N. Lazetic
(Fenerbache)
og
R.
Krivokapic
(Vojvodina).
Áleyparar eru S. Milosevic
(Parma),
P.
Mijatovic
(Fiorentina), M. Kezman
(PSV
Eindhoven),
D.
Kovacevic (Juventus) og
M.
Pjanovic
(Crvena
Zvezda).
Allar stjørnurnar eru við
Fuglfirðingar tykjast
endiliga at hava sett
kós móti bestu deild-
ini
2. DEILD
Jákup Mørk
Eftir at teir fingu eina byrj-
an, sum má sigast at vera
væl undir tí, sum roknað
varð við, tykjast fuglfirð-
ingar loksins hava rætta
skútuna, soleiðis at hon nú
stevnir móti bestu deildini.
Sunnudagin komu sumb-
ingar á vitjan, og flest øll
mundu rokna við, at hesin
dysturin fór at geva eina
greiða ábending um, hvørt
fuglfirðingar veruliga hava
góðskuna til at vinna seg
upp aftur í fremstu røð, har
teir sjálvir halda seg hoyra
heima.
Hildu ferðini
Skal metast eftir dystinum
sunnudagin, so er eingin
ivi.
Fuglfirðingar
vóru
snøgt sagt nógv betri enn
sumbingar,
og
úrslitið
gjørdist so eisini ein ruddi-
ligur sigur til vertirnar.
Í fyrra hálvleiki var
kanska ikki tann stóri
munurin á liðunum. Heldur
ikki í málum, tí bert eitt av
teimum níggju málunum
kom í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki tóktist
tó skjótt greitt, at tað vóru
fuglfirðingar, sum høvdu
betri orku at spæla. Teir
royndu at halda leikferðina
á sama støði, sum hon
hevði verið fyrra umfarið,
og so hvørt sum sumbing-
arnir gjørdust alsamt moyr-
ari, fingu teir á heimalið-
num betri og betri pláss at
dusa sær á.
Teir skutu seg upp á 3-0,
áðrenn sumbingar svaraðu
aftur, men tá var allur
spenningur langt síðani
farin úr dystinum. Heldur
tóktist spurningurin vera,
hvussu stórur sigurin hjá ÍF
skuldi gerast. Teir støðgaðu
við sjey, so støðan hjá
sumbingum at enda mest
var átøk einum vánaligum
sjavsi. Teir fingu tvey fyri
sjey!
Hjá ÍF skeyt Høgni á
Lakjuni trý mál, meðan
Nebojsa Velkovic og Sasja
skutu málini hjá Sumba.
Sær ljóst út
Við sigrinum tykist ÍF
veruliga at hava sett seg í
førarasetrið, tá talan er um
uppflytan til bestu deildina.
Á stigatalvuni er bert HB
framman fyri ÍF, men
havnarliðið kann ikki flyta
upp, so heldur verandi
støðan sær, verður tað ÍF,
sum fær beinleiðis at-
gongumerkini.
Harafturat tykjast fugl-
firðingar eftir eina trilvandi
byrjan at hava fingið veru-
liga ferð á spælið. Sigrarnir
seinastu tíðina hava verið
sera sannførandi, og tá
munurin niður til næsta
uppflytingarkandidatin,
TB, er trý stig, hevur ÍF eis-
ini
ráð
til
at
snáva
onkustaðni á vegnum.
Kappingarárið hevur tó
víst, at støðan í deildini
kann vera sera skiftandi, og
tí eiga fuglfirðingar ikki at
kanna sær bitan, áðrenn
hann er svølgdur, men tað
skerst tó ikki burtur, at tað
veruliga sær ljóst út í
løtuni.
NSÍ-LÍF 1-3 (1-0):
Runavíkingar mistu
ÍF-Sumba 7-2
Ferð er á ÍF
Burtur sæð frá teirri sannroynt, at báðir hava talst millum bestu leikarar í Europa, hava Allan Simonsen og Dejan Savicevic ikki
tað stóra til felags
C
M
Y
K
24
Nr. 154 - 14. august 2001
25
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2387, Sp/f Opportuna,
100 Tórshavn.
Navn: Sp/f Opportuna
Adressa: 100 Tórshavn
Felagið er strikað eftir
samanlegging við
skrásetingar-nr. P/F 1062,
P/F Formula.fo.
Skráseting Føroya tann
10. august 2001
Kristin Balle
_____________________
Hús í Klaksvík til
sølu
Um hóskandi boð fæst, verður ognin Vágsheyga-
gøta 31 seld.
Húsini standa sera væl fyri, beint við miðbýin.
Snotuligt umhvørvi við urtagarði.
Áhugaði kunnu venda sær til
tlf. 455994
Skúlin í Hoyvík
Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv til
skúlaárið 2001/02.
Starvið er 23 tímar um vikuna.
Umsóknir,stílaðar til Skúlastýrið fyri Skúlan í Hoy-
vík, skulu sendast skúlanum í seinasta lagi mána-
dagin 20. august 2001.
Skúlastýrið fyri Skúlan í Hoyvík
Tilhaldið í
Tórsgøtu 21
Dagar í viku
20. august til 24. august 2001
Øll gomul eru
hjartaliga vælkomin.
Vælkomin
20. aug. kl. 10
Jákup Lindenskov,formaður í
nevndini í Tilhaldinum
Fyrilestur (alm.)
20. aug. kl. 14
Arbeiðsdagurin lokin
Elin Mortensen
Heðin Brú
Hanus A. Samuelsen
Tilm. tlf. 316491
20. aug. kl. 10-12
Heðin Brú og skaldskapur
hansara (fyrilestur og prát)
kl. 15-17
Framhald,
serliga
um
skaldsøgurnar
kl. 15-17
Bólkaarbeiði og framløga
27. aug. kl. ?
Útferð í Sandoynna (tilm.)
Teldudagar
20.-24. august
Ásmundur V. Jóhannesen
kl. 15-17 Tilmelding tlf. 316491
Prát og frásøgn
20.-24. august
Marianna D. Dahl
kl. 10-17 Tilmelding tlf. 316491
Arbeiðsverkstaður
20-24. august
Pappírklipp, seyming og ann-
kl. 10-17
að handverk í kjallaranum.
Tilmelding tlf. 316491
Likamsrørsla o.a.Jórun Simonsen
20.-24. august
og Marian Dam, tilm. 316491
Fyrilestur (alm.)
23. aug.
kl. 15
Sálarligar
broytingar
í
aldurdóminum.
Sofus
Joensen, sálarfrøðingur.
Møguleiki er at keypa døgurða allar dagarnar
(tilmelding tlf. 316491).
Somuleiðis drekkamunnur
við heimabakaðum.
Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum – um tygum
ikki fáast við nakað ítriv.Vit ynskja at øll skulu
kenna seg vælkomin.
Sky digital
og
Orbit Network.
Kort og móttakari,
alt fæst nú á einum stað.
á tlf 421411
ella
215328
Fí
ú
Kortsáttmála beinleiðis við
Sky Digital.
Sjálvandi tann tryggasta
loysnin.
KVØLDSKRÁ
Á HANDILSSKÚLANUM Á KAMBSDALI
Innskrivingarseðil, heysthálvan 2001
Navn:
Føðingardagur:
Gøta:
Postnr./bygd:
Starv/arbeiðspláss:
Tel. heima:
Tel arb.:
Teldupost adr.:
HH-stakroynd:
(setið x)
Virkisbúskapur B-stig
Týsd.
16.00-18.30
og hósd. 16.00-17.30
Próvtøka í mars/apríl 2002
Merkonom:
Starvsfólkafyrisiting*
Mánad.
18.00-20.30
Búskaparstýring**
Týsd.
18.00-20.30
Virkisbúskapur*
Mikud.
18.00-20.30
*
45 tíma lærugrein. Próvtøka í desember 2001.
** 90 tíma lærugrein. Próvtøka í mai 2002.
Kostnaður:
Depositum:
250,00 kr. fyri hvønn luttakara
Stakroynd, luttøkugjald:
300,00 kr. fyri hvørja stakroynd
Merkonom, luttøkugjald:
400,00 kr. fyri 45 tíma lærugrein
600,00 kr. fyri 90 tíma lærugrein
Serligar fortreytir:
Í nøkrum merkonomlærugreinum eru umframt vanligu
fortreytirnar eisini serligar fortreytir galdandi:
• Í Búskaparstýring krevst, at tú hevur verið innskrivaður til
undirvísing og verið til próvtøku í Greining og fígging,
Virkisbúskapi og Ársroknskapi.
• Í Virkisbúskapi krevst kunnleiki til roknskap svarandi til 30
tíma undirvísing.
_________________________________________
Dagur, undirskrift
Ivast tú, ring og spyr eftir lestrarvegleiðara. Fleiri upplýsingar
um merkonomútbúgvingina eru at finna undir útbúgvingar á
www.hsh.fo .
Innskrivingarfreistin til kvøldskúlan er 17. august. 2001.
Skúlagongdin byrjar í viku 35. Fyrivarni verður tikið fyri
møguligum broytingum. Øll undirvísing er treytað av nóg
góðari undirtøku.
Skrivstovan er stongd vegna summarfrí til 6. august 2001.
FØROYA HANDILSSKÚLI
Kambsdalur - 530 Fuglafjørður
Tel. 444 900 - Fax 444 901 - Teldupost adr: fh@kambsdal.olivant.fo
25