mánadagur 8. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 171 - 8. september 2008
tíðindi
Ummæli
Kinna Poulsen
Listaframsýningarnar í Stephans
sons Húsi á Kongabrúnni í Havn
hava higartil verið rættiliga
ójavnar av góðsku. Men fleiri av
hesum smáu framsýningunum,
sum tað hevur eydnast gallaríeig
aranum Ingvør Nolsøe at fáa í
lag, hava veruliga veitt
áskoðaranum eksklusivar og
framúrskarandi listaupplivingar.
Hetta er galdandi fyri til dømis
framsýningina við tekningum hjá
Torbjørn Olsen, ta seinastu við
myndum hjá Tróndi Patursson og
framsýningina, ið nú hongur á
gallarínum við myndum hjá
Mariusi Olsen.
Tað er ikki ofta, vit hava høvi
at síggja eina serframsýning við
Føroya fremsta grafikara. Og
hóast bert sløk helvtin av teimum
19 framsýndu prentunum eru
nýggj, kann viðmælast øllum at
fara at hyggja at hesi lítlu perlu
av eini framsýning, sum sambært
Ingvør Nolsøe verður hangandi
fram til Heystframsýningina (27.
september).
Bohemekendar
listafólkalýsingar
Myndirnar hjá Mariusi Olsen eru
figurativar lýsingar av býar og
bygdaløgum, landsløgum og
fólkum. Viðvíkjandi myndevni er
Marius Olsen sostatt ikki nógv
øðrvísi í mun til fleirtalið av
listafólkum í føroysku listasøg
uni. Í fleiri av hansara myndum
hómast hansara egna andlit í
sjálvsævisøguligum lýsingum av
viðurskiftum við eitt nú kvinnur
og rúsdrekka.
Evnisøkið við tílíkum boheme
kendum listafólkalýsingum og
teirra plágaðu lagnu kenna vit
aftur frá modernismunnar vøggu,
og kundi hetta bent á, at hesar
myndirnar eru myndevnisliga
avoldaðar. Beint tvørturímoti
tykjast myndirnar hjá Mariusi
Olsen sera nútíðarligar, eins og
myndevnið fer fram her og nú,
og hetta er galdandi bæði fyri
hansara nýggju og gomlu mynd
ir. Henda kenslan av nútíð hevur
sum so einki at gera við teir
staklutirnar, ið síggjast á
summum myndum, til dømis
strikukotur, sjónvarpsskíggjar
ella digitalur, sum jú bara verða
sæddir sum nútímans í eitt
avmarkað tíðarskeið. Tað er
meira huglagið í myndunum,
mátin tær eru hugsaðar og settar
saman og mátin, sum tær brenna
seg fastar í okkara fatan, ið ber
boð um, at hetta eru modernaðir
klassikarar, sum støðugt tykjast
viðkomandi og gera
áskoðaranum mun.
Avbyrging og einsemi
Um vit samanbera eina av
landslagslýsingunum hjá Mariusi
Olsen við tær hálvabstraktu,
ekspressivu landslagsmyndirnar í
meginrákininum í føroyskari list,
sæst beinanvegin hvussu egin
Marius Olsen er. Hansara myndir
tykjast fyrst og fremst nógv
friðarligari og meira inntonktar
samanborið við tað meira vanliga
útvenda og dynamiska úttrykkið.
Stilla og kensluborna huglagið
minnir í støðum um myndirnar
hjá Steffani Danielsen, sum
eisini í støðum geva somu
nøtrandi kenslu av avbyrging og
einsemi, at listamaðurin stendur
uttan fyri vindeygu og hurðar og
málar hitan innanfyri.
Í myndunum hjá Mariusi er
sorgblídni sostatt ein
afturvendandi kensla, men
huglagið kann skifta frá mynd til
mynd frá tí turrisliga skrásetandi
til tað speiska ella
náttúruekstatiska í einastandandi
vøkrum violettum og gulum
landslagslýsingum, hvørs
sansaliga megi er skelkandi
ógvuslig. Viðvíkjandi forminum
tykjast allar hesar myndirnar sera
stýrdar av listamanninum, sum
veruliga er grafikari við stórum
G, á sama hátt sum eitt nú
Elinborg Lützen var grafikari.
Metalist – list um list
Marius Olsen hevur eitt heilt
serligt hegni til grafiska
foreinkling, sum í støðum minnir
um plakatlistina hjá franska
listamanninum Henri de
ToulouseLautrec, ella japansku
træskurðirnar hjá til dømis
Hokusai og Hiroshige, sum
inspireraðu ToulouseLautrec og
fleiri onnur listafólk í síðstu
helvt av tjúgundu øld. Í staðin
fyri at brúka kopar, træ og
linoliumplátuna ella litografiska
steinin eins og eitt lørift, tykist
Marius Olsen sera tilvitaður um
júst teir serligu
úttryksmøguleikarnar, sum
grafikkurin hevur í sær.
Grafikari við
stórum G
Halt á! Fyri Guds skyld, halt áfram Marius!, bønar
Kinna Poulsen í ummæli av framsýning hjá grafikar
anum Marius Olsen í Stephanssons Húsi