Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 8. september 2008 37 tíðindi Í fleiri av sínum prentum leggur Marius Olsen dent á lag oman á lag árinið í prentimannagongdini soleiðis, at myndirnar tykjast sipa til myndirnar sjálvar á sonevndan metalistarligan hátt. Hetta er til dømis galdandi fyri myndirnar við heitinum: “Eg og kvinnan í vindeyganum”, sum báðar hava eina mynd í myndini á sama hátt, sum myndirnar hjá spanska hovmálaranum Diego Velázquez, sum longu í 17. øld argaði áskoðarar við sínum fleirtýddu myndum sum til dømis myndin av hovdamunum, Las Meninas, ið enn elvir til kjak um, hvat tað í grundini er, sum er avmyndað, og hvat speglast hvar. Ov fá nýggj verk Líkskapurin við tann størsta einaran í føroyskari list, Steffan Danielsen, er fleirmæltur, tí umframt tað stilla, sorgblíða huglagið hómast eisini skyldskapur í, hvussu báðir listamenninir økonomisera og halda seg til ikki at seta fleiri lutir á myndaflatan, enn neyðugt er fyri heildina. Eitt dømi um henda hóvliga, næstan asketiska arbeiðsháttin sæst í teirri vøkru huglagsmyndini, sum kundi stavað úr plantasjuni, sum heilt einfalt lýsir ein elsteyra og ljósglæmunnar stilla poesi. Henda myndin er eisini dømi um, hvussu góðan sans fyri litsamanseting og fyri skipan av myndevninum, Marius Olsen í roynd og veru hevur. Samanumtikið hevur yvirritaði ummælari bert eittans hjartasuff, og tað snýr seg sum so ikki um tey framsýndu verkini, men heldur um verkini, sum ikki eru har. Tí tað skerst ikki burtur, at tey nýggju verkini á framsýningini eru fá í tali, og tað er spell, tá evnini eru so góð, sum hjá hesum listamanninum. Bøn ummælarans má í hesum føri verða: Halt á! Fyri Guds skyld, halt áfram Marius!