Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 172 - 9. september 2008 Hon hevur nú sett skjøtil at arbeiðið at fáa harðari revsingar í Føroyum fyri ymisk lógarbrot. Í summum førum eru revsingarnar so linar, at landsstýriskvinnan følir seg beinleiðis provokeraða Revsilógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í Føroyum hava vit ov linar revsingar fyri ávís lógar­ brot. Tað heldur landsstýris­ kvinnan í lógarmálum, Hel­ ena Dam á Neystabø. Nú hevur hon sostatt sett hol á arbeiðið at dagføra revsilógina í Føroyum við tí endamáli at ávís lógarbrot skulu revsast harðari. Revsilógin er donsk og tískil er hetta eitt arbeiðið, sum skal gerast í samráð við danska løgmálaráðið og tað arbeiðið er longu byrj­ að. Helena Dam á Neystabø hevur sett sær sum mál at yvirtaka revsilógina næsta ár. Men hon ætlar sær ikki at yvirtaka eina avoldaða revsi­ lóg og tí er ætlanin at dag­ føra hana fyrst. Tað arbeiðið eru hon og danska løgmálaráðið farin undir og hon vónar, at sum heystið líður, fæst greiða á, á hvørjum økjum tað er rætt at dagføra revsingarnar í Føroyum. Danska løgmálaráðið sit­ ur nú og ger ein lista yvir tær dagføringar, sum eru gjørdar í Danmark og fær Helena Dam á Neystabø so eitt fullfíggjað yvirlit dag­ føringarnar. Seinastu árini hava danir dagført revsilógina á nógv­ um økjum og Helena Dam á Neystabø sigur, at hendan næsta tíðin nú skal brúkast til at hyggja eftir, hvørjar av hesum dagføringum, tað kundi verðið upp á tal at sett í gildi í Føroyum, um dagføringarnar skulu vera tær somu sum í Danmark og um aðrar dagføringar eisini skulu gerast. Tíðliga næsta ár Gongur eftir ætlan, verður revsilógin sostatt dagførd í Føroyum í vár, áðrenn revsi­ lógin verður yvirtikin. Tær dagføringarnar, tað kann koma upp á tal at seta í gildi í Føroyum, skulu so leggjast fyri Løgtingið til viðgerðar og samtyktar og hon vónar at ein lógarpakki við dagføringum verður klárur at leggja fyri Løgting­ ið tíðliga næsta ár. ­ Eg ætli mær ikki at dag­ føra eina afturútsiglda revsi­ lóg fyri at føroyskir mynd­ ugleikar síðani skulu brúka nógva tíð og orku upp á at finna útav, hvørjar dagfør­ ingar skulu gerast. Tí skal revsilógin dagførast fyrst, so tá ið hon er yvirtikin, kunnu vit taka hana haðani frá og taka spurningin upp, hvørjar dagføringar tað kann verða rímiligt at gera afturat. ­ Tað gera vit fyri at hava eitt betri og greiðari grund­ arlag at viðgera spurningin víðari út frá, sigur lands­ stýriskvinnan. Hon heldur, at tað er neyð­ ugt at føroyingar taka støðu til, hvussu ymisk lógarbrot skulu revsast. ­ Almennu Føroyar mugu hava eina meining um, hvussu revsingarnar fyri ymisk lógarbrot skulu vera, leggur hon afturat. Hon heldur, at tað verður ein áhugaverd tilgongd, tá ið føroyingar skulu taka støðu til slíkar ekstensiellar spurningar um, hvat vit halda vera skeivt og rætt og hvussu harðar revsingarnar skulu vera. Kortini sigur, hon, at helst verður ikki stórur mun­ ur á revsingunum í Føroyum og í Danmark, tí støðan er tann, at í Norðurlondum er ikki so stórur munur á revs­ ingunum. Men revsilógin er ikki dagførd í Føroyum í mong ár, so tað er tiltrongt nú, heldur hon. Spurningurin er so, hvørji lógarbrot, skulu revsast harðari í Føroyum, enn tey eru nú. Provokerað av linari revsing Landsstýriskvinnan sigur, at hon kennir ikki smálutir­ nar, men tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at neyð­ tøka verður munandi linari revsað í Føroyum, enn tær verða í Danmark. ­ Tað er rætt og tað er net­ tupp nakað, sum hevur pro­ vokerað men, sigur lands­ stýriskvinnan og hon vænt­ ar, at neyðtøka verður eitt øki, har vit kunnu vænta harðari revsing. Annars nevnir hon, ágang ímóti børnum, harðskap, grov narkotikabrotsverk og grov lógarbrot í ferðsluni sum dømi um lógarbrot, tal­ an kann verða um at revsað harðari enn nú. ­ Ikki minst sigur mín rættvísiskensla mær, at brotsverk ímóti børnum eigur at verða harðari revs­ að enn t.d., fíggjarlig brots­ verk, leggur hon afturat. ­ Tað er á summum økj­ um, at vit sita eftir við eini fatan av, at okkara rættar­ kensla er sett til síðis og tað fara vit at royna at fáa í rættlag aftur, sigur Helena Dam á Neystabø. Lin revsing provokerar Helenu Dam á Neystabø Helena Dam á Neystabø vil nú hava harðari revsingar í Føroyum fyri ymisk lógarbrot. Hon nevnir brotsverk ímóti børnum, neyðtøku, harðskap og skilaleys brot í ferðsluni sum dømi um brotsverk, sum tað kann koma upp á tal at revsa harðari Peter Brixtofte í brummuni Tað er ikki nakað nýtt, at fyrrverandi borgarstjórin í Farum kommunu situr í fongsli. Tað hevur hann gjørt síðani 6. august í ár. Tó megnar mest umtalaði borgarstjóri í Danmark enn at finna sítt pláss í miðlunum. Sunnukvøldið skuldi hann nevniliga møta aftur í Horserød fongsli, har hann situr. Einasti trupulleikin var, at hann hevði kenning tá hann møtti og varð harvið koyrdur í brummuna, heldur enn í sítt vanliga høli. Úr fongslinum siga tey, at hann ikki hevur drukkið seinastu tíðina, og tað er kanska orsøkin til, at hann drakk eyka nú um vikuskiftið, tá hann hevði frí úr fongslinum. Sambært deildarleiðarinum í fongslinum, skal Peter Brixtofte ikki vænta sær linari revsing, um hann heldur fram á sama hátt. Brúgvarsteinar grýttir eftir løgregluni Seint í gjárkvøldið lupu bólkar av ungfólkið á tríggjar løgreglubilar á Nørrebro. Nógvir av hesum steinum vóru grýttir, men ongin mannskaði var. Løgreglan í Keypmannahavn greiðir frá at hetta er vanligt í løtuni. Tey ungu blaka steinar og rýma síðani. Ongin er handtikin í málinum. Nógv fólk á Nørrebro tora illa, at fara út um náttina, tí tey kenna seg á ongan hátt tryggan við núverandi støðu í økinum.