týsdagur 9. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 172 - 9. september 2008
Metstórt tal av lesandi í Íslandi
Fleiri enn 20.000 næmingar byrjaðir á universiteti í ár. Tað er ikki óvanligt, at fólk
fara undir víðari lesnað í minni góðum tíðum. Íslendski búskapurin er ikki væl fyri í
løtuni. 100 íslendskar krónur eru ikki meira verdar enn 6 krónur í okkara peningi í
dag. Men talið av lesandi slær hinvegin øll met hetta lestrarárið. Fleiri enn
20.000 lesandi eru innskrivað á hægri lærustovnar í ár, skrivar heimasíðan bkv.fo.
Tað búgva eini 300.000 fólk í Ìslandi, tvs, at heili 15% ganga á hægri lærustovni. Tá
eru tey mongu sum fara undir miðnámsútbúgvingar og aðrar verkligar
útbúgvingar ikki tald við.
Gongur væl við
Sands skúla
Arbeiðið við at gera nýggja skúla á Sandi gongur gott. Teir
verða lidnir at seta skilaveggir upp seinni í vikuni. Hiti er
eisini komin í bygningin. Arbeiðið sær út til at ganga sína
gongd, og skúlin verður væntandi liðugur til ásettu tíðina,
skrivar heimasíðan bkv.fo. So er eftir at innrætta húsið. Hetta
arbeiðið ger Bulur ikki sjálvur. Sands kommuna skal, saman
við lærarum, standa fyri at fáa húsið innrættað, so skúlin
verður klárur at taka í nýtslu eftir nýggjár.
Føroya Arbeiðarafel
ag hevur stevnt Suð
uroyar Bygdarleiðum
og í øðrum lagi Poul
Johannes Poulsen
fyri ikki at rinda
einum bussførara
frítíðarløn, hóast
hetta er lógarkrav
umframt eftirløn,
trygging og lima
gjald, sum eru ásett í
sáttmála við Føroya
Arbeiðsgevarafelag
TRÆTA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í alt er talan um góðar
15.000 kr í frítíðarløn.
Oman á hetta koma fleiri
túsund kr afturat í trygging,
eftirløn og limagjaldi til
fakfelagið.
Samtak boðar í tíðinda
skrivir frá, at málið byrjaði
í 2006, tá ið ein bussførari
gjørdi vart við, at hann ikki
hevur fingið frítíðarløn. Tá
ið málið var kannað, vísir
tað seg, at hann manglar frí
tíðarløn heilt aftur til 2003
umframt eftirløn, trygging
og limagjald til fakfelagið.
Eftirsum bussførarin held
ur ikki hevði fingið setanar
bræv ella lønarlistar, hóast
hetta er sáttmálaásett, tók
tað drúgva tíð at staðfesta,
hvør arbeiðsgevarin í veru
leikanum er.
Hóast Føroya Arbeiðara
felag og sakførari felagsins
støðugt hava spurt, hví Spf
Suðuroyar
Bygdarleiðir
kravdi frídøming, so svarar
sakførarin hjá felagnum og
Poul Johannes Poulsen ikki
fyrr enn eitt ára freistin í frí
tíðarlógini er farin. Mótpart
urin avvísti tí kravinum við
grundgeving um, at málið
var fyrnað. Hetta metir Før
oya Arbeiðarafelag vera
sera ódámligt.
Felagið stevndi og helt
ikki,
at
fyrningarfreistin
kann metast sum farin, tá ið
arbeiðsgevarin tilvitað aftur
helt týdningarmiklum upp
lýsingum um, hvør formliga
stóð
fyri
starvssetanini.
Avrátt varð tískil bæði at
stevna Suðuroyar Bygdar
leiðum og í øðrum lagi Poul
Johannes Poulsen. Stevning
in mótvegis Suðuroyar Bygd
arleiðum er seinni slept.
Síðani málið byrjaði, er
Frítíðargrunnurin
komin
upp í málið eftir áheitan frá
løntakaranum, og nú hevur
Poul
Johannes
Poulsen
játtað at gjalda grunninum
frítíðarlønina, sum hann
noktar
at
gjalda
løn
takaranum.
Avgerð kann væntast í
málinum í heyst.
Arbeiðs gevari noktar at rinda
bussførara frítíðarløn
Sár og heilsuverk
hoyra saman. Heili
400 starvsfólk innan
heilsuverkið hava
teknað seg til evnis
dagar um sárviðgerð
mikudagin og hós
dagin
HeilsA
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ein lítil breyðmoli á lakin
um hjá einum seingjarliggj
andi sjúklingi kann elva til
ólekjandi og pínufull sár.
Og sár, sum ikki fáa røttu
røktina
og
viðgerðina,
kunnu hava við sær bruna,
fepur, amputatiónir og í
ringasta føri deyða.
Hetta
er
helst
eisini
orsøkin til, at heili 400
heilsustarvsfólk
hava
teknað seg til evnisdagarnar
um
viðgerð
av
sárum
veitsluhøllini á Landssjúkra
húsinum mikudagin og hós
dagin.
Tað er danska fyritøkan
Athena
Healtcare
sum
kemur til landið at vísa
nýggjastu viðgerðartilboð
ini, umframt at danski ser
frøðingurin Bo Jørgensen,
yvirlækni á Videnscentret
for Sárhelen á Bispebjerg
Hospital, fer at halda fyri
lesturin: Sárets ABC. Marj
un Vilhelm, ið er sjúkrarøkt
arfrøðingur við sergrein í
sárviðgerð, og sum arbeiðir
í heimarøktini í Havn, tekur
samanum og greiðir frá um,
hvussu sár kunnu fyribyrgj
ast og um týdningin av
tvørfakligum samstarvi á
økinum.
Sár eru
sjúkueyðkenni
Hon sigur við Sosialin, at
tey høvdu ikki roknað við,
at so nógv fólk fóru at tekna
seg, men, at tey sjálvandi
eru sera fegin um góðu
undirtøkuna. Hon heldur, at
hetta er eitt tekin um, at
áhugin fyri økinum er
stórur og at tørvur er á at
gera meira við tað her í
Føroyum.
Vit mugu seta fokus á
sár í føroyska heilsuverkin
um, tí vit hava serfrøðingar
nar, men økið er ikki sam
skipa,
sigur
Marjun
Vilhelm.
Hon forklárar víðari, at
sár eru symptom upp á
aðrar sjúkur, tað kunnu vera
áraknútar, æðrakálking, suk
ursjúku,
skurðsár
og
trýstsár.
Tað er alt um at vera, at
sjúklingar við sárum fáa
røttu røktina. Vandin við
sárum er, at um tey fáa ikki
røttu viðgerð, so versna tey.
Í síðsta enda kunnu tey
hava við sær amputatiónir,
at fólk gerast avlamin, fáa
infektiónir og í ringasta føri
til deyða, endar hon.
Sár eru
trekk
plástur
Tilvildarlig mynd