týsdagur 9. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 172 - 9. september 2008
Eftir ætlan skuldu
fyrstu familjurnar
flyta inn í arkitekt
teknaðu húsini í
Ánunum í august í
fjør, men byggifeilir
og fíggjartrupulleikar
hava gjørt, at húsini
enn standa óliðug.
Men nú røkist kanska
fyri einum enda á
málinum
Bygging
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað byrjaði sum ein stórslig
in verkætlan, har 15 arkitekt
teknaði hús úr fyrstafloks
tilfari við frábærum útsýni
skuldu byggjast í Ánunum.
Eftir ætlan skuldu húsini
standa liðug í august mán
aði í fjør, men skjótt gjørdist
greitt, at henda tíðarætlanin
ikki fór at halda. Byggifeilir
og væntandi fígging úrslit
aðu í, at stórsligna verkætl
anin steðgaði upp og varð
útsett fleiri ferðir.
Trupul byrjan
Jónbjart Thomassen eigur
JFT Connectors, sum sten
dur fyri byggingini, harmast
at verkætlanin er so nógv
seinkað, sum hon er, men
er hóast alt fegin um at
gongd nú er komin á aftur.
Tað vísti seg at verða
sera trupult at fáa at hanga
saman í byrjanini, men nú
er endiliga gongd komin á
aftur, sjálvt um tað er nógv
seinkað. Tað vísir seg at
man tekur for nógv fyri, og
sigur ja til alt for nógv,
greiðir Jónbjart Thomassen
frá.
Síðan verkætlanin fór í
gongd er eisini nógv hent á
altjóða fíggjarmarknaðin
um, har subprime kreppan
hevur gjørt um seg. Hetta
hevur uttan iva eisini ávirk
að í tann mun, at fíggjar
stovnarnir eru varnari við
at læna pening út til húsa
keyp og húsabygging.
Feilirnir rættast
Trupla byrjanin stóðst mill
um annað av, at talan vísti
seg at verða um nakrar
byggifeilir, sum vóru gjør
dir. Afturat tí segðist fíggj
argrundarlagið
at
ridla
undir verkætlanini, men
hesum
avvísir
Jónbjart
Thomassen.
Vit hava eitt fínt forhold
til Eik Banka, sum fíggjar
verkætlanina, sigur Jónbjart
Thomassen.
Í fjør fór verkætlanin
nakað av sporinum, og
hevur fyri tað mesta ligið
still eina góða tíð. Men nú
røkist fyri einum enda á
trupulleikunum. Articon er
komið inn í bílætið fyri eina
tíð, har teir skulu verða við
til at rætta teir feilirnar,
sum vórðu gjørdir uppruna
liga.
Nú røkist endiliga fyri
einari loysn á jólum. Tá
verða tey húsini, sum eru
seld, liðug, greiðir Jónbjart
Thomassen frá.
Fimm av 15 seld
Upprunaliga byggiverkætl
anin ljóðaði uppá 15 hús,
sum skuldu verða liðug til
August. Men sum verkætl
anin spakuliga fór av spor
inum, hevur tað víst seg at
nøkur eru lopin frá. Nú
verða tey fimm húsini, sum
eru seld, gjørd liðug til
jólar, og verður tá klárt hjá
teimum fyrstu familjunum
at flyta inn.
Viðvíkjandi hinum 10
húsunum, greiðir Jónbjart
Thomassen frá, at eini
fimm hús enn hanga í leys
ari luft, meðan tey seinastu
fimm enn eru til sølu.
Nú fáa so tey fyrstu
fimm húsini, sum eru seld,
fyrstu raðfesting, og verða
tey so gjørd liðug til jólar.
Nakað manglar enn at gera,
men eg haldi at tað er tíð
nokk
til
at
halda
ta
tíðarætlanina. Tá so tey
verða liðug, kunnu vit seta
fokus á hini húsini, sum
enn mangla, vísir Jónbjart
Thomassen á.
Eftir øllum at døma røkist
nú endiliga fyri einari loysn
á byggiverkætlanina norð
uri í Ánunum, sum í langa
tíð hevur hingið í leysari
luft. Spennandi verður so at
vita, hvussu tað fer at
eydnast við teimum húsun
um, sum enn ikki eru seld.
Røkist endiliga fyri loysn í Ánunum
Fekk tvey børn við dóttir síni
Í Póllandi hevur løgreglan tikið ein 45 ára gamlan mann og skuldsett
hann fyri at hava havt eina dóttir sum fanga í seks ár og fyri at hava
fingið tvey børn við henni. Maðurin varð tikin í gjár og er varðhalds
fongslaður í tríggjar mánaðir, meðan løgreglan kannar málið. Sam
bært fjølmiðlunum hevur tann 21 ára gamla dóttirin greitt løgregluni
frá, at hon hevur verið fangi hjá pápanum, og at hann hevur neyðtikið
hana fleiri ferðir, síðani hon var 14 ára gomul. Í februar í 2005 fekk
hon ein son og ein afturat í januar í 2007, og polska løgreglan heldur
fyri vist, at hon fekk bæði børnini, eftir at pápin hevði neyðtikið hana. Undir avhoyringum hevur dóttirin sagt, at pápin
noyddi seg at lata børnini frá sær. Løgreglan leitar nú eftir teimum báðum børnunum fyri at taka DNAkanning av
teimum, so tað kann staðfestast, um tann 45 ára gamli er pápi teirra.
Gongur sum ætlað, verða fimm av húsunum í Ánunum liðug til jólar, nærum hálvtannað ár seinkað