Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 172 - 9. september 2008 - Vit hava spurt Skipaeftirlitið, um manningin, sum er umborð á Topaz, hevur ta vernd, sum lóg og kunngerðir á økinum áseta. Nú hava vit skilt, at eitt svar er á veg, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, sum vónar, at málið um manningarhýrur verður loyst í hesi vikuni Topaz Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, var ein teirra, sum sá innslagið í Degi & Viku í gjárkvøldið um eitt nú sms-samskiftið, sum verið hevur millum manningina á Topaz og reiðaran. - Í eini starvssetan hava báðir partar skyldu til at virða tær reglur, sum eru galdandi, og eg dugi ikki at síggja, at slíkt samskifti, sum hyggjarin var vitni til á skíggjanum, kann loysa upp fyri spentu støðuni millum partarnar. Samskiftið vísir, at báðir partar eru ógvuliga misnøgdir, samstundis sum reiðarin vísir á, at tað nyttar monnum einki at fara í fjølmiðlarnar við slíkum máli, tí tað er bert hann, sum kann loysa tað. Eyðstein sigur, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag einki hevur hoyrt aftur til manningina á Topaz, sum liggur í Las Palmas, men hann heldur, at Samtak, sum eitt nú umboðar Føroya Fiskimannafelag, er í gongd við okkurt, sum hann tekur til. - Manningin vendi sær til okkum, og vit gjørdu av beinanvegin at kunna reiðar- an, manningarfeløg, myn- dugleikar og teir, sum fíggja verkætlanina við Topaz, um støðuna. Svar á veg Eyðstein sigur, at tá ið Topaz er skrásettur undir føroyskum flaggi, eru sjó- mannalógin og lógin um trygd á sjónum galdandi. Umframt hesar lógir, eru ymiskar kunngerðir helst eisini galdandi fyri mann- ingina umboð føroyska risatrolaranum hjá Bjarta Mohr. - Eg havi soleiðis vent mær til Skipaeftirlitið í tveimum umførum – fyrst tíðliga í august og síðan aftur herfyri. Aftrat teimum brøvum, sum vit hava fingið frá manningini, hava vit heft onkrar spurningar við hesum brøvum. Vit hava eitt nú spurt eftirlitið, um manningin, sum er umborð á Topaz, hevur ta vernd, sum lóg og kunn- gerðir á økinum áseta. Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt, er eitt svar nú á veg frá Skipaeftirlitinum. - Eg havi nevnt tað áður og kann endurtaka, at før- oysku fíggingarstovnarnir, sum hava fíggja verkætlan- ina við Topaz, áttu at víst ábyrgd og traðkað til, nú tað vísir seg, at fiskimenn eru komnir illa fyri. Hann heldur, at føroysku fíggingarstovnarnir í minsta lagi áttu at verið við til at loyst »menniskjansligu tragediuna« í hesum máli, sum hann tekur til. - Eg havi ikki tosað við reiðaran, Bjarta Mohr, aftur, og eg eri heldur ikki vísur í, hvussu stór mann- ingarkrøvini eru. Sosialurin hevur skilt, at talan er um einar 300.000 evrur, sum svarar til umleið 2,5 miljónir krónur, men hetta tal er ikki váttað. Krevja arrest Eyðstein Djurhuus sigur, at altjóða fiskimannadeildin hjá ITF hevur umboðsmann í Las Palmas og tað, sum hesin kann gera í einum slíkum máli, er eitt nú at krevja arrest av Topaz. - Hetta er sjálvandi ein møguleiki, og við møgulig- ari sølu av skipinum liggja manningarkrøv, havnagjøld og slíkt fremst í røðini. Hann vísir á, at fram- ferðarhátturin við at krevja arrest í einum skipi gongur fyri seg á tann hátt, at arrestin fyrst verður kravd, og síðan skal tann, ið krevur arrestina, koma við eini stevning innan eina ella tvær vikur. Síðan kann úttøka gerast í skipinum. - Hetta er ein tilgongd, sum tekur tíð og tann, sum krevur arrestina, noyðist eisini at veita eina peninga- trygd, sum er størri enn krøvini – í fall, at reiðarin vinnur rættarmálið og krev- ur endurgjald. Keðiligt mál Eyðstein Djurhuus sigur, at FSN bíðar eftir svari frá S - Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál, bæði fyri teir fiskimenn, sum eiga hýru til góðar og hjá reiðaranum, sum ikki hevur verið førur fyri at hildið sínar skyldur mótvegis manningini, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus Mynd: Vilmund Jacobsen Føroyar og Grønland samstarva um umhvørvismál Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, og grønlendski starvsbróðir hennara, Kim Kielsen, undirskrivaðu á fundi í Stockholm 4. september avtalu um at skipa eitt tættari samstarv millum Føroyar og Grønland á umhvørvisøkinum við serligum atliti at veðurlagsøkinum. Avtalan leggur upp til, at Føroyar og Grønland í størri mun samstarva um veðurlagsmál fyri í felag at lýsa og greina loysnir at minka um CO2-útlátið, sum sampakka við okkara áhugamál sum fiskivinnutjóðir og smálond í altjóða høpi. Í næstum fara grønlendsk og føroysk embætisfólk at lýsa mál og átøk av felags áhuga og leggja eina virkisætlan fyri, hvussu Grønland og Føroyar í størri mun kunnu gagnnýta vitan og felags áhugamál í framtíðar umsiting av veðurlagsmálum. Vænta nógv til Suðuroyar Sunnudagin verður ókeypis at sigla við Smyrli til Suðuroyar, og í hesum sambandi verða nógv tiltøk á skránni í Suðuroynni, bæði leygardagin og sunnudagin. Støðan er hon, at tá ein í veruleikanum bara keypir ferðaseðil á veg norður, so kunnu fólk norðanfjørðs, til dømis sigla suður fríggjadag ella leygardag, uttan at keypa ferðaseðil, fyri síðani at sigla ókeypis norður sunnudagin, skrivar Suðuroyarportalurin.fo.