týsdagur 9. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 172 - 9. september 2008
- Eg tosaði við reið-
aran í síðstu viku og
haldi, at hann skal
fáa arbeiðsfrið til at
loysa málið. Vit velja
at trúgva, at málið
verður loyst í hesi
vikuni, sigur Sonja
Jógvansdóttir, sam-
skipari á Samtak
Topaz
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at málið um mann
ingina á verksmiðjutrolaran
um Topaz, sum Bjarti Mohr
eigur, er komið til Føroya
Fiskimannafelag,
er
tað
Samtak, sum FF er partur
av, ið hevur tikið sær av
samskiftinum við umboð
fyri manning og reiðaran.
Eg tosaði við reiðaran,
Bjarta Mohr, í síðstu viku,
og tá segði hann, at málið
um manningarhýrur vænt
andi kundi loysast í hesi
vikuni.
Sonja Jógvansdóttir, sam
skipari hjá Samtak, sigur
seg hava álit á, at reiðarin
fer at loysa málið, soleiðis
sum hann hevur sagt.
Tað er eisini umráðandi,
at reiðarin fær arbeiðsfrið,
og tí hava vit ikki tosað
saman aftur enn.
Sonja sigur, at hon í
morgun hevur tosað við ein
av manningini umborð á
Topaz, men hesin kundi
bara siga, at enn er eingin
hýra komin. Hetta var eitt
stutt prát.
Men tá Bjarti Mohr
hevur sagt, at málið verður
loyst í hesi vikuni, velja vit
sum nevnt at trúgva honum
og hava álit á, at hann loysir
málið.
Hon vísir á, at Samtak fer
einki at gera av sínum
eintingum.
Fiskimenninir eru ikki í
føroyskum felag, men í
feløgum í teirra heimlandi.
Hinvegin er Topaz skrásettur
undir føroyskum flaggi, og
tí er skipið undir føroyskum
lógum á økinum.
Sonja sigur, at tað í fyrsta
lagið
verður
manningin
sum ger av, um stig skulu
takast – og hvørji hesi skulu
vera, um tað vísir seg, at
málið um hýruna ikki
verður loystur samsvarandi
avtaluni millum partarnar.
Sum umboðandi Føroya
Fiskimannafelag eru vit
annars í holt við at kanna,
hvørjar møguleikar mann
ingin hevur, um tað skuldi
víst seg, at málið dregur
longur út.
Hon sigur, at tað mest
drastiska stigið, sum hugs
andi er, er at krevja arrest
av skipinum og leggja sak
móti reiðaranum.
Vit kunnu bara lata teir
vita, hvørjir møguleikar
eru, men vóna samstundis,
at málið verður loyst, soleið
is sum reiðarin segði í
síðstu viku.
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at tað, sum manningin í
fyrsta lagi ynskir, er at fáa
sína hýru, soleiðis at teir
kunnu
halda
fram
við
arbeiðnum
umborð
á
Topaz.
Samskiftið við mann
ingina fellir ikki so lætt, tá
málið er ein ávísur trupul
leiki, og tað er skjótt, at
misskiljingar kunnu stinga
seg upp. Í práti við tann
eina av manningini í mor
gun, avtalaðu vit at hava
teldupost samband, sigur
samskiparin á Samtak.
Samtak velir
at trúgva at
Topaz-málið
verður loyst
kipaeftirlitinum
tað er so lítið, sum mann
ingarfeløgini í Føroyum
kunnu hjálpa fiskimonnun
um umborð á Topaz við,
men Føroya Skipara og
Navigatørfelag hevur mælt
teimum til at seta seg í
samband
við
føroyskan
sakførara, sum síðan kann
royna at loysa málið – og
møguliga krevja arrest av
skipinum,
sum
er
hin
drastiski vegurin at ganga.
Hetta er eitt ógvuliga
keðiligt mál, bæði fyri teir
fiskimenn, sum eiga hýru
til góðar og hjá reiðaranum,
sum ikki hevur verið førur
fyri at hildið sínar skyldur
mótvegis manningini, sigur
formaðurin
í
Føroya
Skiparaog Navigatørfelag.
Sambært Skipalistanum er Topaz heilar 120
metrar langur og 19 metrar breiður. Hann er
smíðaður í Týsklandi í 1988, hevur heimstað i
Tórshavn, og útgerðarmaður er Bjarti Mohr. Tað
er smápartafelagið Sp/f 4. September 1975, sum
eigur skipið
Mynd: Skipalistin
Skerd toskaveiða í Eystursjónum
ESnevndin er til reiðar við uppskoti sínum til kvotur í Eystursjónum kom
andi ár. Uppskotið ber í stuttum við sær, at toskakvotan í vestara partinum av
Eystursjónum verður skorðin við 15 prosentum, meðan hon tilsvarandi
hækkar 15 prosent í eystara partinum, skrivar heimasíðan 123.fo. Hetta kann
hanga saman við, at ein í hinari vikuni boðaði frá nógvum smáfiski í
Skagerakk og vestara partinum av Eystursjónum. Somikið nógv av smáfiski
var, at formaðurin í Danmarks Fiskeriforening heitti á fiskimenn at verja
henda smáfisk og flyta frá økjum, har nógvur smáfiskur var at fáa. Eisini segði hann seg vóna, at
fiskimenn boðaðu frá til Danmarks Fiskeriforening, hvørji øki talan var um, skrivar Fiskeritidende.