týsdagur 9. september 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 172 - 9. september 2008
Endiliga hava myndug
leikar okkara hækkað upp
tøkuna av námsfrøðingum
og lærarum. Hetta er at
gleðast um, men er langt
frá nógmikið, tí tíverri er
stórur skaði longu hendur
á økinum. Í hvussu er inn
an námsfrøðiliga økið, tí
her hevur altíð verið stórur
mangul á fakførleika.
Tað vísir seg nevniliga,
at alsamt fleiri námsfrøð
inar og lærarar tíverri
bukka undir tí hørðu lagnu
at brenna út. Hetta eru
mennisku við góðum fak
ligum og menniskjaligum
førleikum, ið hava overvað
seg í vøggustovu, barna
garði, skúla, frítíðarskúla,
á bústovni, serstovni v.m.
Hetta eru dugnalig og
arbeiðssom menniskju, ið
ár undan ári havi givið frá
sær umsorgan, kærleika,
ansni, undirvísing og
upplæring til børn og teirra
foreldur, til samstarvs
felagar og myndugleikar.
Hesar lagnur, ið overva
seg, vóru einaferð fullar av
tilfeingi, men mugu geva
skarvin yvir. Uppgávan
bleiv ov stór vegna umstøð
ur, ið lættliga kundu verið
betri, um politikkurin á
økinum hevði arbeitt meira
tilvitað og málrættað.
Uppgávan hevur verið ov
stór. Ikki ov stór til
fakførleikan, men ov stór í
mun til politisku raðfest
ingina í okkara annars
framkomna samfelagi.
Mangir av hesum fak
persónum hava staðið
einsamallir við ábyrgd.
Ábyrgd fyri at taka ímóti
10 20 nýggjum børnum á
hvørjum árið. Ábyrgd at
stríðast fyri at fáa serhjálp
og stuðulstímar til børn við
serligum tørvi, og tá hetta
ikki eydnast ja, so liggur
enn størri ábyrgd á hesum
fakpersónum, ið eru um
børnini. So royna tey at
spenna enn breiðari, royna
at strekkja seg enn meira,
við tí úrsliti, at byrðan
gerst ov tung, úrslitið kám
ast og skaði hendir á øllum
økjum, bæði menniskjalig
um og fakligum.
Tað kann ikki vera rætt,
at okkara politiski myndug
leiki situr hendur í favn.
Tað kann ikki verða rætt,
at vit fram um hetta økið
ynskja at raðfesta undir
sjóvartunnlar, ella at skera
blokkin við einum tanka
leysum pennastroki, tá
okkara framtíðar tilfeingi
og teirra fakpersónar eru í
vanda.
Halda vit áfram við at
niðurraðfesta útbúgvingar
og umsorganarøkið verður
skaðin størri og fleiri verða
teir fakpersónar, ið fara av
økinum. Økið verður minni
og minni attraktivt, og
færri verða tey, ið ynskja at
nema sær fakførleika. Tí er
avgerandin neyðugt, at
nógv fíggjarlig orka verður
avsett til at fyribyrgja
strongd hjá fakpersónum á
hesum økið. Somuleiðis
eigur alt økið skjótast, at
raðfestast dupult so høgt.
Raðfesting í útbúgving
og vitan er ein framtíðar
íløga til eitt vælferðarsam
felag. Neyðugt er við enn
fleiri lestrarplássum til
námsfrøðingar og lærarar.
Munandi hægri løn til
fakpersónar á umsorgar og
skúlaøkinum. Størri játtan
og normering til børn við
serligum tørvi. Góðir og
framkomnir karmar eru ein
sjálvfylgja, og eiga ikki at
verða ein kampur hjá ein
staklingum at taka sær av.
Ein hægri játtan til stovnar
og skúlar eigur at raðfest
ast høgt, so peningur er til
førleikamenning og
supervisión.
Um vit vilja bøta um
longu hendar skaðar, og at
varðveita eitt vælferðar
samfelag – so eiga vit at
marka milliarda upphæddir
til umsorganar og útbúgv
ingarøkið TAKK!
Stress down - Double up!
Kristina
toftegaard
Larsen
Jan A. Joensen átti at sett
seg inn í tingini, áðrenn
hann roynir at spæla
stuttligur
Formaðurin í landsnevnd
Sjálvstýrisfloksins, Jan
Asbjørnson Joensen, hevur
ordiliga svingað seg upp í
bløðunum í mánadagin.
Sjúrður Skaale er, heldur
hann, farin ”til Kongens
København at gera okkum
føroyingum fyri skommun
við piprandi knøum eins
og kærar á trappunum á
Christiansborg”. Og at eg
havi gjørt Christiansborg
til ”fremsta søluátak fyri
føroyskari knæull”.
Og so heldur Jan seg
helst hava víst, at hann ikki
er heilt óeffin, tá tað snýr
seg um oratorisk snildi...
Hvussu væl hann dugir
at jonglera við orðum skal
eg lata onnur meta um.
Onkur heldur helst at hann
er heilt fiksur. Men inni
haldinum í greinini er lítið
høpi í!
Tað, Jan hevur so ilt av,
er, at eg havi spurt forsætis
ráðharran um hann viður
kennir, at tað ikki er dan
ska grundlógin, men vilji
Føroya fólks, sum er evsta
rættarkelda í Føroyum.
Hetta er viðkomandi, tí í
uppskotinum til føroyska
stjórnarskipan stendur, at
føroyingar hava rætt loysa
seg úr sambandinum við
Danmark. Fáir føroyingar
ivast í, at vit hava henda
rætt. Og henda rætt fáa vit,
sum Jan sjálvsagt veit, ikki
úr donsku grundlógini.
Eg haldi tað ikki vera
nakran trupulleika, tí Før
oya fólk hevur hvørki skriv
að ella viðtikið donsku
grundlógina, og vit hava
ikki heimild at broyta
hana. Tí er hon ikki okkara
grundleggjandi rættar
kelda. Okkara grundleggj
andi rættarkelda er vilji
Føroya fólks.
Danska støðan
Men hesum eru danskir
myndugleikar ikki samdir í.
Føroyska uppskotið til
stjórnarskipan verður í
løtuni kannað í forsætis
máláraðnum, og sum eg
skilji vendir tummilin
niður. Hildið verður, at
føroyingar ikki hava rætt at
samtykkja uppskotið.
Spurningurin um okkara
rætt at seta stjórnarskipan
ina í verk varð eisini reist
ur í fólkatinginum í febr
uar. Ikki av mær, men av
Dansk Folkeparti. Og tá
segði Fogh Rasmussen, at
”så længe Færøerne er en
del af rigsfællesskabet, har
Færøerne ikke kompetence
til at vedtage regler (i form
af en færøsk grundlov),
som skal have forrang for
grundloven.”
Hetta hevur verið niður
lagið, hvørja ferð málið
hevur verið umrøtt: Danska
grundlógin stendur ovast,
og einki kann samtykkjast
í Føroyum, sum ikki byggir
á hesa grundlóg.
Mín skylda
Tá hetta verður ført fram
fleiri ferðir, so havi eg
hildið tað verið mína
simplu plikt sum føroyskur
folkatingslimur at boða frá
hvussu mín flokkur og
ein stórur meiriluti av
føroyingum síggja málið.
Hetta havi eg gjørt í røð
um og gjøgnum fyrispurn
ingar. Minst til: Endamálið
við einum fyrispurningi er
ofta at lýsa samanhangin í
einum máli. Tað er ein
góður háttur, tí ráðharrin er
tvingaður at taka støðu til
tekstin í einum fyri
spurningi.
Eg havi ikki ”spurt um
loyvi" til nakað sum helst,
men greitt frá hvussu eg
síggi málið og hví eg
haldi, at Fogh´sa fatan er
skeiv. Tað hevur altso verið
talan um upplýsing fyrst
og fremst. Upplýsing, sum
vónandi kann føra til dia
log, og forða fyri
samanbrestum seinni.
Embætis-politikarar
Annars er mín hugsan um
stjórnarskipanina, at vit
sjálvsagt skulu samtykkja
hana. Tað má ikki henda,
at vit lata okkum forskrekk
ja av, at forætisráðið kallar
tað grundlógarbrot.
Embætismenn søgdu
eisini, at heimastýrið var
grundlógarbrot – inntil tað
kom ígjøgnum. At yvirtaka
undirgrundina søgdu teir
eisini vera grundlógarbrot
– inntil yvirtøkan varð
framd.
Sakin er tann, at meting
ar hjá embætismonnum
nærum altíð eru politiskar
metingar. Tær verða brúkt
ar av politikarum, tí tað er
nógv lættari politiskt at
siga: "Grundlógin forðar
tí" enn at siga "eg sigi nei".
Hetta er eisini nakað, eg
havi víst á í fólkatinginum
í sambandi við tað,
embætismenn hava sagt
um okkara stjórnarskipan.
Ikki tí eg vil geva meg
undir eina danska fatan,
men fyri at gera vart við og
greiða frá teirri fatan, sum
eg og flest aðrir føroyingar
hava um hetta.
Hvat eg havi sagt og
skrivað, kann Jan lesa inni
á tjodveldi.fo. So sær Jan,
at eg aldrin havi ”gjørt
føroyingum fyri skomm
um” ella ”spurt danir, hvar
føroyingar meina”, sum
hann kastar mær fyri.
Tað, Jan so forhánisliga
kallar ”søluátak fyri
knæull”, er upplýsing um
eitt mál, har bæði fólka
tingið og stjórnin hava ført
fram sjónarmið, sum fáir
føroyingar góðtaka.
Hesa upplýsing havi eg
sæð sum mína skyldu. Og
eg eg haldi tað vera hug
stoytt at hoyra, at hevði
listi D sitið á fólkatingi, so
hevði einki orð verið sagt
um tað føroyska sjónar
horni í hesum máli.
Antikrist komin til Havnar
Antikrist – onkur vil vera við at hann melur í Havnar gøtum
lúshundurin, sum um Havnin ikki hevði nóg mikið
enn eru snøklar á Tórsheðinsá Vølli sum ikki eru lidnir
bygdafólk slíta asfaltið og framleiða permanentar ferðslutøppar
og nú, Antikrist í smølu gøtunum úti á Tinganesi!
Løgið tó, í tíggju minuttir aftan á at vit lendu í Vágum helt eg
at veruligar broytingar høvdu rakt landið fyri fyrstu ferð
at Føroyar nú endiliga høvdu skrykt seg leysar úr haftinum
donsk mentan hevur havt á okkum í minst 12 mansaldrar
sjálvviljaða trælahaftið vit av álvara tóku til okkara í ’48.
Komin suður um Leitisvatn visti eg at vónin longu var brostin
tá eg toygdi meg at vita um eitt lítið hol í mjørkanum
lat meg fáa eygað á landið úr erva – har alt var friður og frøi
var tað tí eg kendi ein sting í høgru lið – ein liberalistiskan sting
sum verandi landsstýrið etur Vismut í blikkum fyri at doyva.
OG so, knappliga, rakti tað meg sum eitt ódnarvegur!
tað sum ikki var tá vit fóru at reika Sviaríkið runt – tað flóvisliga
tað sum ger at útlendingar hava stóran stuttleika av okkum
uttan danir: teir koma ístaðin við síni forskoldaðu betrivitan
og fjala sínar egnu brølarar í geylinum um okkara býttleika.
Jú, nú var tað okkurt felag sum kallaði seg “Gudloysi” – haldi eg
sum um tað skuldi vera okkurt heilt serligt og snilt, men ístaðin
bara vísir, at vit eru ikki ment ein tumma síðani vit seinast
gjørdi okkum fyri skommum heilt suður í amazonskógin, har
giraffarnir lógu flatir og hildu sær um kýkin – og leyvan græt.
Hoyr tú, Antikrist gamli, hevur tú einki fragari at takast við
enn at mæla runt í Havn og skriva løgin lesarabrøv – tað siga tey,
ert tú helst bara ein efturgerð, ílatin ein gekkaskort frá 50’unum
onkur fann á einum gomlum hanalofti, illa farin av fukti og lukti
sproyta “KillIt” á dølgin og tað flóvisliga er fiksað – hesuferð!
n-Jón
eLLendersen
Søluátak fyri knæull ella upplýsing um grundlóg
sJúrður
sKaaLe
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
viðmerkingar