týsdagur 9. september 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 9. september 2008
23
tíðindi
eisini mennast
um førum einki upp í
bygdini.
Svarið sum tey hava fing
ið frá hagastýrinum er, at
rættin hevur ligið har í so
langa tíð og tí skal hon ikki
flytast.
Hetta er ein rættiliga
onkisigandi
grundgeving
eftir mínum tykki. Lá ikki
ein rætt á Rættartrøðni í
Havn fyri nógvum árum
síðani? Ongin segði nakað
til at hon var flutt. Men hví
skal tað verða øðrvísi her?
Ein kann ikki steðga
menningini í eini bygd, bert
tí at ein ikki vil taka eina
gamla rætt niður. Eg dugi
ikki rættiliga at skilja, at
seyður og neyt skulu hava
slíkan framíhjárætt.
Eg trúgvi, at um viljin
veruliga var til staðar, so
kundi ein tosað seg til rætt
is: Út frá hesum kundi hetta
økið verðið nýtt til eitt
annað endamál, samstundis
sum hinir fingu eina nýggja
rætt á øðrum staði, vísir
Meinhard Jacobsen á.
Kommunan hevur sjálv
ein langan lista við fólki, ið
ynskja grundøki. Og við
ætlaða Skálafjarðartunlin
um í ljósmála, er lítil ivi
um, at fólk í framtíðini fara
at vilja búseta seg her í Kol
beinagjógv.
Sjóvar kommuna hevur
eisini verið so framsíggin,
at tey hava gjørt eina spenn
andi menningarætlan. Her
verður sagt frá nøkrum hug
skotum um, hvussu komm
unan kann verða ment og
útbygd í framtíðini.
Í hesi ætlanini varð Kol
beinagjógv eisini nevnd,
millum annað við bústaðar
møguleikum. Tá koyrandi
verður beinleiðis til Havn,
verður skjótt og einfalt hjá
fólki at búgva her og fara til
arbeiðis í Havn.
Í Kolbeinagjógv er ein
bátabryggja, her bátar ikki
kunnu liggja tryggir alt árið.
Men áhugi er kortini fyri at
henda kann gerast partur av
alivirkseminum hjá Vestlaks
- Eg dugi ikki rættiliga at skilja, at seyður og neyt skulu hava slíkan framíhjárætt, sigur Meinhard Jacobsen, sum her
stendur frammanfyri rættina og á tí økinum, sum eins væl kundi verið nýtt til sethúsabygging
”
Ein kann ikki
steðga menningini
í eini bygd, bert tí
at ein ikki vil taka
eina gamla rætt
niður
Lív og
virk-
semi á
landi
Í Kolbeinagjógv finnast
eingi arbeiðspláss í dag.
Menn sigla fyri tað
mesta,
og
kvinnur
arbeiða ymsastaðni á
Strondum.
Tó er kortini ikki
óhugsandi, at eitthvørt
vinnuligt virksemi kann
fara fram í lítlu bygdini:
Kolbeinagjógv er nevni
liga útgjørd við eini
lítlari atløgubryggju.
Henda atløgubryggjan
er kortini ikki so trygg,
at bátar kunnu liggja
trygt her alt árið. Hon
varð gjørd seinast í
30’unum, stutt eftir at
fyrstu
húsini
vórðu
bygd.
Men tíðarinnar tonn
hevur eisini slitið uppá
hana, og í dag er hon í
ringum standi, tí nógv í
henni hongur meiri og
minni í leysari luft.
Hinvegin er tað ein
sannroynd, at beint út
fyri bygdina hevur Vest
laks eitt av stóru alibrúk
um sínum.
Leiðslan í fyritøkuni
hevur víst áhuga fyri at
bøta um bátahylin, soleið
is at teir kunnu nýta hann
í sínum virksemi bæði
summar og vetur. Her er
hugsanin at gera eina
felags loysn, har komm
unan rindar ein part og
fyritøkan sín part fyri
arbeiðið.
Í dag verður arbeiðið
skipað út frá Kollafirði,
men Meinhard ivast kort
ini ikki í, at varð ein slík
loysn veruleiki, hevði
tað bøtt munandi um
arbeiðsumstøður og sigl
ingartíð hjá alibátunum,
samstundis sum hetta
hevði skapað lív og virk
semi á landi.
Eg havi lagt henda
spurning
fyri
vinnu
nevndina í kommununi
um at tosa við Vestlaks,
men enn er so einki hent
í hesum máli.
Men eg ætli mær ikki
at gevast, tí eg meti at
hetta er ein spennandi
ætlan, sum fer at gagna
bæði bygdini og komm
ununi, slær Meinhard
Jacobsen fast.