týsdagur 9. september 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 172 - 9. september 2008
tíðindi
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Kolbeinagjógv: - Eg ætli
mær so í øllum førum at
gera mítt til, at heimbygd
mín ikki dettur burtur ímill-
um. Hon má ikki á nakran
hátt doyggja út!, sigur Mein-
hard Jacobsen, bygdaráðs-
limur í Sjóvar kommunu.
Sum umboð fyri tær
tríggjar bygdirnar á vestur-
síðuni í kommununi, hevur
hann av øllum alvi roynt at
tosa sakina og fremja ynsk-
ini hjá fólkinum í Morskra-
nesi og Selatrað, og sjálv-
andi
í
Kolbeinagjógv
eisini.
Hetta hevur ikki altíð ver-
ið eins lætt. Nú hetta val-
skeiðið hjá bygdaráðnum
fer at enda, eru tað kortini
tvey mál, sum hann hevur
stríðst fyri, men sum kortini
ikki eru loyst í dag:
- Eg vil fram um alt
tryggja, at fólk skulu fáa
møguleika at búseta seg her
í Kolbeinagjógv og at lív
skal koma í niðri við báta-
bryggjuna.
- Men tað er ikki altíð so
rætt, tá seyður og neyt tykj-
ast hava størri rætt enn ein
menning av bygdini, sigur
hann í hesi samrøðuni við
Sosialin.
Har rótin rann
Fólkatalið í Kolbeinagjógv
hevur verið rættiliga støðugt
tey seinnu árini. Eitt skiftið
í byrjanini av 90’unum
búðu einans 32 fólk her,
men ta seinastu tíðina hevur
talið ligið um tey 40.
Fyri Meinhard og bygdar-
fólkið annars hevur tað sín
stóra týdning, at tað fram-
vegis skal verða gjørligt hjá
fólki úr bygdini og aðra-
staðni frá at kunna búseta
seg her, soleiðis at bygdin
eisini kann standa seg í
framtíðini.
- Tað er jú altíð soleiðis,
at trívist altíð best har rótin
rann, sigur Meinhard, sum
enn ikki hevur tikið støðu
til, um hann fer stilla upp-
aftur til kommunuvalið í
heyst.
- Arbeiðið í kommunu-
stýrinum er gevandi og
áhugavert, men kann illa
samskipast við at hava
arbeiði á sjónum. Sum orða-
takið sigur »har sum tú ert
ikki sjálvur, ert tú ikki meiri
enn hálvur«!
Trupulleikin hevur verið
hann, at fá ella eingi grund-
øki hava verið tøk í bygdini
tey seinastu mongu árini.
At fáa skapt hesar møgu-
leikar er júst eitt av hjarta-
málum hansara, og sum
hann fegin ynskir at finna
eina loysn á.
Útstykkingin í Kolbeina-
gjógv hevur verið uppi og
vent á fleiri bygdaráðsfund-
um á Strondum, bæði á
heysti í fjør og í vár. Men
enn tykist vera trupult at
koma víðari við málinum,
hóast møguleikar eru til
tess.
- Tað einasta sum í roynd
og veru er hent í hesum mál-
inum er, at tað er steðgað
upp, staðfestir hann álvar-
samur á málinum.
Orsøkin til hetta er hin
einfalda, men kortini eisini
torføra, at eitt egnað øki til
eina útstykking er norðar-
laga í bygdini, men at illa
gongst at fáa fatur á hesum
frá eigarunum, sum er eitt
hagastýri á Strondum.
- Vit eru hugað at ogna
okkum hetta økið, har vit
kundu havt stykkjað út fyri
eini seks grundøkjum. Eg
ivist onga løtu í, at vit
høvdu kunnað selt øll hesi
økini, staðfestir Meinhard
Jacobsen.
Ein av trupulleikunum er
hann, at tað liggur ein rætt
á hesum økinum. Sum
skilst vilja menn heldur illa
av við hesa rættina, sum
hevur ligið her í langa tíð.
Rætturin til eina rætt
Sjálvur dugir umboðið hjá
Kolbeinagjógv
í
Sjóvar
kommunu illa at skilja at
menn stara seg so blindar
uppá hesa gomlu rættina.
Slík sjónarmið byggja í øll-
Ein lítil bygd má e
- Vit vóru tríggir mans sum bygdu her
í Kolbeinagjógv fyrst í 90’unum. Síðani
tað er einki bygt, og nú man tíðin vera
komin til næsta lopið, sigur Meinhard
Jacobsen, sum er føddur og uppvaksin
í bygdini sum telist millum tær smæstu
bygdirnar í landinum. Hansara hægsta
ynski er, at bygdin skal menna seg
uppaftur meiri í framtíðini
Treytin fyri at ein bygd kann mennast er at fólk fáa møgu
leika at búseta seg her. Elsbert Jacobsen var fyrsta barnið,
sum var borið í heim í Kolbeinagjógv hin 1. september
1934. Konan Elin, sum er borin í heim 7. juli í 1937,
stendur honum við lið
”
Vit eru hugað at ogna okkum hetta økið,
har vit kundu havt stykkjað út fyri eini
seks grundøkjum. Eg ivist onga løtu í, at
vit høvdu kunnað selt øll hesi økini
Frá gerði
til bygd
Tað eru uttan iva tey,
sum seta spurnartekin
við, hví í víðu verð at
fólk í síni tíð settu seg
niður á einum so fjar-
skotnum staði.
Kolbeinagjógv
telist
millum tær yngru niður-
setubygdirnar í landinum,
og kom líkasum ikki upp
í part, fyrrenn fyrsti mað-
ur búsetti seg niður her
fyri 75 árum síðani.
Hetta var Rasmus Jac-
obsen, sum í 1933 setti
seg niður á hesum staði,
við tí fyri eyga at fáa eitt
gerði til at fóðra kúnna
við. Neyvan mundi hann
dugað at ímynda sær, at
hetta eina gerðið fór at
gerast til eina heila
bygd.
Til tess at vísa á hetta
týdningarmikla stigið, er
minnisvarði reistur, eins
og høvuðsgøtan í bygdini
er uppkallað eftir hesum
manni - Rasmusargøta.
Eitt annað serstakt við
Kolbeinagjógv er, at tey
flestu í bygdini bera
eisini eftirnavn hansara,
Jacobsen.
Eftir Rasmusi fylgdu
onnur, soleiðis at bygdin
í dag hevur eitt íbúgvara-
tal uppá 40 fólk.
Ein bý-
lingur á
Strondum
Hóast onkur vil halda at
Kolbeinagjógv
liggur
langt frá øllum hentleik-
um á Strondum, er tað
ikki so.
Millum bygdirnar báð-
ar eru einans góðar tveir
kilometrar, og fyri ikki
so øgiliga nógvum árum
síðani gingu børnini til
skúlan á Strondum upp
um Hálsin, tey nevna.
Fyri Meinhard er eisini
greitt, at sohvørt sum
fleiri og fleiri útstykking-
ar verða gjørdar ovarlaga
á Strondum, verður ikki
leingi, til ein er komin
allan vegin yvirum og
fyrstu húsini byrja at
daga undan í erva.
- Tað er so tætt millum
bygdirnar báðar, at vit
eru væl at meta sum ein
býlingur á Strondum,
staðfestir bygdaráðslim-
urin úr Kolbeinagjógv.