týsdagur 9. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 9. september 2008
21
tíðindi
navni, sum las búnaðarfrøði.
Janus og Gemoll blivu vinmenn
og gjørdu av at fara eina ferð til
havnarbýin Livorno, har baði
strond er. Janus hevði svimji
buksur við og fór útí at svimja.
Tá ið hann kom upp, spurdi
Gemoll, um hann kundi læna
hansara buksur, og tað var
sjálvandi gaman í.
Eina løtu seinni, nú hoyrist
róp. Tað vísti seg, at rumenin var
lopin á bláman, men dugdi ikki
at svimja. Tann italienski
bjargarin, sum var í kritahvítum,
nýpressaðum brókum, noyddist
so, við ringum tannabiti, at loypa
útí. Gemoll varð bjargaður!
Ideologiirnar
Fyri føroyskum sum øðrum
europeiskum listafólkum vóru
tríatiárini ein avbjóðing.
Atdrátturin frá ideologiiunum var
sterkur, og mongum kundi
tykjast, at har vóru bara tvinnir
kostir í at velja. Tað fall Janusi
natúrligt at gerast partur av
vinstravonginum, har eisini
listamenn og høvundar sum Hans
Kirk, Hans Scherfig, Broby
Johansen og Halldór Laxness
vóru at finna.
Men Janusar hjálpari og
mentor, Gudmund Hentze, sum
dyrkaði tað heroiska og var
hugtikin av tí “sterka mann
inum”, endaði við at nærkast
fascismuni og nazismuni.
Í hesum sambandi er tað
natúrligt at spyrja, hvat samband
Mikines hevði við nazismuna.
Eftir kríggið kom jú undan kavi,
at hann stóð á limalistanum hjá tí
danska nazistaflokkinum, og tað
verður sagt, at summir
listfrøðingar hava roynt at finna
upprunan til hetta í eini serligari
“heimstaðarrealismu við
ariskarinorrønari hevd”.
Mikines var ikki nazistur
Sambært Janusi er hetta als ikki
rætt. Mikines, sigur Janus, hevði
einki skil fyri politikki og var –
politiskt sæð – einki. Men hann
hevði í tíðarskeiðum stórar
trupulleikar av ymiskum slag. Nú
bar so á, at hann kom í samband
við fólk, møguliga í Humlebæk,
sum bæði vóru rík og nazistar og
eina tíð hjálptu honum
peningaliga.
Mikines var veikur, tá ið tað
váta slagið hevði í meira lagi av
valdi á honum. Soleiðis bar tað á,
at hann bleiv lokkaður at gerast
limur í nazistaflokkinum. Tá ið
tað rann av aftur, royndi hann at
melda seg út, men tað bar ikki
til. Janus ger vart við, at hann
eigur eitt bræv frá Mikinesi, har
hann biður seg vælsignaðan
hjálpa sær burtur úr tí torføru
støðu, hann er komin í.
Innlimanin fekk eftir kríggið
avleiðingar, og á eini fernisering
í Oslo vórðu myndirnar hjá
Mikinesi tiknar niður. Men
Mikines, heldur Janus fram, tók
henda mótgang sum ein maður
og bleiv ikki “sligin út”. Her
kann verða lagt aftrat, at hann
ongantíð bleiv burtursagdur av tí
føroyska listaliga umhvørvinum.
Anniki Paasikivi
Janus Kamban hevði ymiskar
bústaðir árini í Keypmannahavn.
Ta allarfyrstu tíðina búði hann
hjá skyldmanni sínum Janusi
Øssursson úti á Eysturbrúgv.
Eina tíð búði hann hjá Ninnu
(hjá Sigmundi á Argjum), sum
hann eisini var nær skyldur við.
Seinni flutti hann inn í eina her
skapsíbúð stutt frá jarnbreytar
støðini Eysturbrúgv og hevði
atlier í erva í íbúðini. Men so
skuldu hesi húsini rívast niður, so
Janus flutti inn í eina íbúð á
Nørrebrúgv, í fyrstu uppgongd
eftir Dronning Louises brúgv.
Eftir at kríggið var byrjað,
gjørdi Gudmund Hentze av at
flyta úr býnum og leiga sína
listamansíbúð út. Ein finsk dama,
Anniki Paasikivi, setti seg í
samband við Gudmund og leigaði
íbúðina. Nú hendi tað, at føringar
fyrireikaðu eina framsýning, sum
skuldi vera í íbúðini hjá Janusi.
Teir høvdu brúk fyri nøkrum
verkum, sum stóðu í íbúðini hjá
Gudmundi. Á henda hátt kom
Anniki í samband við føringar.
Hon og Janus gjørdust vinfólk.
Anniki Paasikivi var arkitektur,
men starvaðist hjá Fólkasam
gonguni, eitt tátíðar ST, ið var til
frá 1919 til 1946. Hon kundi nú
reklamera fyri føroyskari list, so
tá ið framsýningin læt upp,
streymaðu diplomatbilarnir til
íbúðina hjá Janusi. Anniki dugdi
umframt sítt móðurmál, finskt,
svenskt og onnur europeisk mál.
Tá ið tey finsku børnini komu til
Danmarkar, bleiv hon eitt slag av
sambindingarliði millum tey og
tey donsku heimini, tey komu til.
Anniki var dóttir J.K. Paasikivi,
sum var finskur forseti 194656.
Hann umboðaði ta sonevndu
PaasikiviKekkonen kósina, har
endamálið var at hava hampuliga
góð viðurskifti við Sovjetsam
veldið og á tann hátt tryggja Finn
landi frælsi og støðufesti aftur
undir tí sovjetska skugganum.
Nonnegaard
Søgan um, hvussu Listafelag
Føroya varð stovnað, og um
hvussu “asfaltføringarnir” seinni,
saman við eldsálum heima, eftir
kríggið gróðursettu hesa ungu
nálina í einum ikki altíð líka
vinarligum føroyskum umhvørvi,
er søgd fyrr og skal ikki verða
endurtikin her.
Ein heilt avgerandi leiklut fekk
NonnegaardPetersen, sum var
stjóri í Føroya Banka árini 1954
69. Nýkomin til Føroya spurdi
hann starvsfólkini í bankanum,
hvat stovnurin plagdi at lata, tá ið
gávur skuldu gevast. – Kongeligt
porcelæn, var svarið, hann fekk.
– Det skal være slut med det,
svaraði Nonnegaard. Síðani fór
hann undir at keypa føroyska list,
og tað vardi ikki leingi, til aðrir
bankar og peningastovnar gingu í
hansara sporum. Hetta var ment
anarpolitikkur – so tað munti!
List og politikkur
Áhugavert er, at Janus eftir krígg
ið hevði eina ætlan um at búgva
eina tíð í Fraklandi, og at hann tí
fór undir at læra seg franskt. Ætl
anin var av ongum, men áhugin
fyri tí franska helt sær, og eftir
kríggið gekk Janus eina tíð til
tímar í fronskum hjá Anton Peder
sen, sum var lærari á Føroya Pre
liminer og Studentaskeiði. Í
bókasavninum hjá Janusi eru ikki
fáar franskar útgávur, m.a. eftir
Anatole France og JeanPaul
Sartre.
Politiskt var Janus sum nevnt,
eins og eitt nú Jack Kampmann,
Fraser Eysturoy og William
Heinesen, at finna á vinstravong
inum. Hann helt Land og Folk til
tað seinasta. Verk sum Karya
tidur og PalestinaDávid, tað
fyrra ein viðmerking til eitt verk
fall í Havn og tað seinna ein sera
kontant sipan til tann órætt, sum
er framdur ímóti tí palestinsku
tjóðini, eru dømir um, at hann
eisini hevur skapt list við
hvøssum politiskum profili.
Men hvussu við sambandinum
millum list og politikk? Janus
endurtekur nøkur orð eftir Harald
Giersing: Politisk kunst er ikke
godt, men al god kunst er polit
isk. Janus nevnir í hesum sam
bandi, hvussu lítið innlit summir
listfrøðingar vísa, tá ið teir brúka
ástøðið í staðin fyri hjartað ella
skilið.
Ein lýriskur dámur
Hygg bara at Scherfig. Summir
listfrøðingar dugdu ikki at fata,
at hann bæði kundi vera komm
unistur og skapa hesar naivu
frumskógarmálningarnar. Listin
sum útvegur rúmast ikki undir
einum politiskum frymli.
Samanburðurin við Scherfig er
beinrakin og kann, í ein vissan
mun, fáast at sipa til Janus
sjálvan. Eftir at Janus hevði virk
að sum myndahøggari í meira
enn ein mansaldur, fór hann
undir at skapa litað prent, har
motivini ofta eru tikin úr natúr
ini, seyður, fuglur, hvalir, áir í
andarisi, pollamjørki í Havn,
sveimandi summarnátt.
Hóast eingi av hesum verkum
eru naiv ella naivistisk, ber til at
siga um summi teirra, at her
kemur til sjóndar ein lýriskur
dámur, sum av góðum grundum
ikki slapp framat í tí strongu
høggmyndini. Onnur prent, eitt
nú tann meistaraliga, stílførda
myndin av ær og lambi har ærin
vendir høvdinum móti lambsins
hala, meðan lambið sýgur, so
høvdið á tí verður burtur undir
mammuni, so tey bæði gerast ein
savnað heild – eru sum seinasti
varði á eini lívlangari ferð fram
ímóti einfeldini.
Vit biðja farvæl. Sum vit
ganga burtur frá húsunum, er tað
sum ein dámur av hvíld,
vakurleika og ljósi hongur í
okkara fótafari.
Grundarlag undir hesi grein
er tvær samrøður. Aðra gjørdu
Poul Henrik Jensen og Hanus
Kamban fyri tveimum árum
síðani. Hina gjørdu Jóannes
Dalsgaard og Hanus Kamban
seinasta vikuskifti. Annars er
bókin Janus Kamban eftir
Gunnar Hoydal tann higartil
besta keldan til vitan um
Janus og hansara verk.