Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 172 - 9. september 2008 tíðindi fortelur, at tað mesta, hann hevur lært, lærdi hann í kommunuskúl­ anum, har Poul Jensen, Waag­ stein, H.M. Jacobsen og frøkun Siversten undirvístu. Í realskúl­ anum vóru Rikard Long og Hans Andrias ljósini millum lærararnar. Rikard Long og Mads Jacob­ sen vóru í tjúgunum at kalla teir einastu, sum høvdu áhuga fyri list, í professionellari merking. ­ Allur klassin var dekoreraður við skipum, sum eg hevði tekn­ að, sigur Janus, og Rikard hevði okkurt, sum eg hevði teknað, innrammað uppi hjá sær sjálvum. Hesin hugurin til at lívga um ein ungan sprota var sjálvandi grundin til, at Janus fekk bókina hjá Laurin frá sínum lærara. Tá ið Janus mong ár seinni gekk á Kunstakademinum, gjørdu næmingarnar, saman við Aksel Jørgensen professara, eina ferð til Stockholm, við toki sjálvsagt. Í Stockholm vitjaðu teir Laurin og sluppu at síggja hansara arbeiðsrúm. »Olivia« Men hvør er Janus Kamban? Mamma hansara Maria var úr húsunum í Dali í Havn. Foreldur hennara vóru Christian Pauli Ziska og Jóhanna í Dali. Hon var systir Andrias Ziska og systkina­ barn Nyholm Debes og Janus Øssurson. Jens og Napoleon í Dali vóru sostatt ommubeiggjar Janusar, og sjálvur var hann føddur tann 10. september 1913, hálvt annað ár eftir at sluppin Olivia, sum Napoleon førdi, gekk burtur. Einkjan eftir Napoleon gekk leingi trúliga yvir til Strond at skimast, men einki skip kom afturíaftur. Seinni fluttu hon og børnini til New Zealands. Men lagnan hjá Oliviu og hennara manning varð ongantíð gloymd. Millum teirra, sum tá sjólótust, var eisini Christoffur Ziska, mammubeiggi Janusar. Pápi Janusar var Hanus Kamban, upprunaliga Jensen. Hann tók læraraprógv í 1905. Hann læt garðin Úti í Stovu í Skúgvi frá sær, sum so teir báðir yngru brøðurnir festu. Hanus búði og virkaði í Havn, men hevði til sín deyða nógv samband við Skúvoy og skúvingar. Eftir fyrra heimsbardaga fór hann til Danmarkar, so at sonurin Marius kundi fáa læknahjálp. Hanus gekk tá eitt ár á Danmarkar Læraraháskúla. Úti í Stovu Hetta árið búði Maria við børnunum suðuri í Skúgvi. Tey búðu tá í skúlanum. Lærarin Martin Joensen Næs, sum enn var ógiftur, búði í Pálshúsi, haðani hann var ættaður. Kríggið hevði havt við sær, at fólk á bygd aftur vóru farin at velta korn, og Janus og hansara systkin sluppu bæði at sáa og klára. Janus var um hetta mundið eini sjey ár. Men nøkur ár framm­ anundan var hann eisini onkuntíð saman við pápa sínum og ferð­ aðist suðuri í Skúgvi. Antines, farbróðir Janusar, var tá bóndi Úti í Stovu, og búði har saman við konu síni Matheu. Børnini vóru nógv, og Janus og pápi hansara gistu tá í Nýggjubúðini. Tey gomlu húsini Úti í Stovu vóru stór bóndahús, við royk­ stovu, stovu, glasstovu, einum rúmi millum stovu og glasstovu og trimum kømrum. Tað var siður, at prestur búði Úti í Stovu, í einum serligum prestakamari, við vindeyga og einum lítlum gangi við inngongd móti ánni. Uppi á loftinum, har allar klædna­ kisturnar stóðu, svav abbabeiggi Janusar, Smiðurin var hann róptur. Húsfólkini og Smiðurin ótu, sitandi rundan um trogið, í roykstovuni. Omman, Elspa, búði tá á Skipagøtu, har tann yngsti sonurin, Jens, var giftur inn. ­ Tá ið vit komu aftur til Havnar, var alt broytt, sigur Janus. – Havnin hevði fingið elektrisitet. Gudmund Hentze Umframt Rikard Long kom ein annar maður, listamálarin Gud­ mund Hentze (1875­1948), at fáa serligan týdning fyri starvsvegin og framtíðina hjá Janusi. Tá ið Gudmund Hentze var uppi í Før­ oyum og skuldi mála ein máln­ ing, sum skuldi vera løgtingsins gáva til Ísland á altingsins 1000 ára degi, kom Janus í samband við hann. Gudmund, sum var hálvur sandingur, var kendur listamaður, ávirkaður av teimum eingilsku prærafaelittunum, symbolismuni og Aubrey Beardsley. Hann er m.a. kendur fyri myndir, hann gjørdi til bókaútgávur eftir eitt nú J.P. Jacobsen og Sophus Michëlis eins og til verk eftir Saxo og Shakespeare. Gudmund gav gætur eftir Janusar gávum, eggjaði honum at halda fram, og soleiðis fór leikur, at Janus tann 10. sept. 1930, á sínum 17 ára degi, sigldi til Keypmannahavnar. ­ Tá ið eg hugsi um tað, sigur Janus, fór eg alt ov tíðliga avstað. Og eg haldi, at Gudmund yvir­ metti meg. Janus gekk fyrst á Bonnéns Akademi, fór seinni, eggjaður av myndahøggaranum Svend Rathsack, burtur frá málaralistini og gjørdi av at royna seg sum myndahøggari. Hann kom í 1932 inn á Kunst­ akademiið, har myndahøggarin Einar Utzon­Frank (1888­1955), hvørs formsmál hevði festi í klassicismuni, var professari og stjóri. Ein annar, sum virkaði á Akademinum, var Aksel Jørgen­ sen, professari (1883­1957), sum serliga íðkaði ta grafisku listina og undirvisti í henni. Janus var næmingur á Akademinum í fýra ár. Hann sýndi fram fyrstu ferð á Charlottenborg í 1936 og luttók síðani javnan á donskum framsýningum. Ruth Smith Føroysk list, í professionellari merking, byrjar við listamálar­ anum Sámal Joensen­Mikines. Mikines, sum var føddur í 1906 og kom inn á Kunstakademiið í 1928, er slóðbrótarin. Í tríatiárunum virkaðu ­ umframt Mikines ­ Elinborg Lützen, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban sum næmingar og listafólk í Keypmannahavn. Ruth Smith og Janus vóru javn­ gomul og byrjaðu nakað sam­ stundis á Akademinum. Ruth Smith ætlaði upprunaliga at læra til sjúkrasystir, men ein sjúk­ lingur á Diakonissestiftelsen, har hon arbeiddi, ansaði eftir hennara gávum, og soleiðis bar tað á, at hon valdi listina. Janus umtalar Ruth Smith við góðsku og stórari virðing og tekur serliga fram, hvussu hon stríddi eitt áhaldandi stríð fyri at fáa tað, hon vildi geva listarligan útveg, fram á løriftinum. Hennara lív var torført og alt ov stutt. Andrea Reinert Janus var hesi árini ikki bara partur av einum listaligum umhvørvi, men eisini av einum meira breiðum føroyskum umhvørvi, útisetaliðnum, har tey flestu, serliga eftir at kríggið var byrjað, vóru sjálvstýrisfólk. Sum dømi um, hvat ein sum útiseti kundi uppliva, nevnir Janus ein fyrilestur, sum Jørgen­Frantz Jacobsen helt, um evnið “Hvat hava franskir vínbøndur og føroyskir bøndur í felag?”. Í hesum geniala fyrilestri hevjaði Jørgen­Frantz tann føroyska bóndan og seyðamannin, kynstr­ ið at ala fram góðan kjøtsmakk, upp á eitt vísindaligt stig. Til skjals er ein fotomynd, har ein sær føringar føra fram sjónleikin Marita eftir Hans Andrias Djurhuus. Millum leikararnar eru Janus Kamban og Eyvind Dalsgaard, ið seinni eisini var myndahøggari. Tann kvinnuliga høvuðsleiklutin hevði Andrea Reinert úr Norðradali. ­ Hon var so vøkur, sigur Janus, og hon mundi vera tann einasti av okkum, sum hevði veruligar sjónleikaragávur. Andrea royndi seg eisini sum rithøvundur, og til skjals eftir hana er stuttsøgan “Dreymurin”, sum kom á prent í eini bók, sum Sigrid av Skarði legði til rættis, við mynd eftir Janus. Hon doyði rættiliga ung av krabbameini í hálsinum. – Eg var og vitjaði hana á Oyrasundshospitalinum, sigur Janus. – Hon græt og segði: Eg vil so fegin liva. Á súkklu í Jyllandi – og á bláman í Livorno Eitt summarið, fortelur Janus, fóru hann og Heðin Brú eina ferð á súkklu runt í Danmark. Teir fóru heilt norður til Aalborg og Limfjørðin og súkklaðu síðani suður eftir fram við Jyllands vesturstrond. – Eg skilti ikki jútskt, men tað gjørdi Heðin Brú, sigur Janus. Teir høvdu tíðina fyri sær og gistu stundum hjá fólki, sum Heðin Brú kendi, stundum úti á berajóli ella undir sátum. ­ Eg hevði ætlað at vitja Lisabeth hjá Jens í Dali, men hagar komu vit ongantíð. Seint í tríatiárunum fekk Janus eitt legat upp á 500 krónur og gjørdi tá av at fara sína fyrstu italiuferð. Hann fór fyrst við toki til Verona, har tað gamla róm­ verska amfiteatrið er sjáldsama væl varðveitt. Síðani gekk leiðin til Firenze, har Janus búði á einum gistingarhúsi og fekk høvi til at síggja tað ríkidømi av list frá endurburðartíðini, sum hesin býur fløðir yvir av. Mussolini ráddi um hetta mundið, men tey á gistingarhúsinum hildu lítið um hann. Á gistingarhúsinum búði um somu tíð ein rumeni, Gemoll at Janus Kamban: ”Stígum fast”, 1939, brent leir