Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 9. september 2008 19 - Tá ið eg hugsi um tað, fór eg alt ov tíðliga avstað. Og eg haldi, at mín mentor, Gudmund Hentze, yvirmetti meg, hugleiðir listamaðurin og myndahøggarin Janus Kamban í serstøkum práti við Jóannes Dalsgaard og Hanus Kamban Portrett av Janusi Kamban Eftir Jóannes Dalsgaard og Hanus Kamban Ljós og opinleiki Karmurin um hann er ljós og vakurleiki. Í køkinum, ganginum og stovuni hanga málningar og grafikkur eftir Trónd Patursson, John Olsen, Elinborg Lützen, Palle Nielsen, Stefan Danielsen og Ingálv av Reyni. Í atelierinum eigur húsbóndin alla myndina. Á gólvinum høgrumegin sæst standmynd við heiti Karyatidur, vinstrumegin stendur Dahl próstur og myndin av drongi, sum tekur seyð, og høgt uppi á tí stóra vegginum yvirav sæst relieffið av Tróndi gamla – fyrsta skúlapróvtøka í Føroyum, kunnu vit kanska siga. Inn yvir alt ríkidømið, tað mesta evnað til úr hvítum, lýsandi gipsi, vellir gjøgnum tað velduga eysturvindeygað tað føroyska ljósið. Annars eru opinleiki, kurteisi og forvitni tað fyrsta, sum kemur einum í huga, tá ein heilsar upp á listamannin og myndahøggaran Janus Kamban. Og hesir egin­ leikar tykjast at eiga óminkaða megi, eisini nú bara fáir dagar eru, til hann verður 95. Serliga livandi er áhugin fyri list, søgu og politikki. Greipaður saman, sum tað tykist, við einum líka so lítlum áhuga fyri at seta seg sjálvan og sína egnu list í relieff. Ein kundi næstan rópt tað lítillæti. France og Gide Tað næsta ein varnast er allar bøkurnar. Listafólk eru, hvat bókmentum viðvíkir, ógvuliga ymisk, summi eru gávurík natúrbørn við lítlari og ongari bókmentaligari kjølfestu, onnur kenna sínar klassikarar og mangt og mikið aftrat. Janus Kamban er ein av hesum seinnu. Hansara bókarúgva er stór og fjølbroytt, lutvís eisini persónliga merkt og ikki minst áhugaverd av hesi grund. Har eru Scherfig, Laxness, William Heinesen, Anatole France, André Gide, James Joyce, bøkur um heimspeki, list, søgu og mentan, ikki sjáldan við høvundsins ella týðarans heilsan innaní. Á eini bókahill í stovuni, nakað niðarlaga vinstrumegin, sæst ein bók við breiðum, gráum ryggi. Carl G. Laurin: Konst­ historia. Her kunnu vit skoyta uppí, at Carl Gustaf Laurin (1868­1940), svii og vinmaður hjá Hjalmari Söderberg, tá var ein tann gitnasti listfrøðingurin í Norðurlondum. Carl G. Laurin – Hasa fekk eg frá Rikard Long, tá ið eg bleiv konfirmeraður, sigur Janus. Inni í bókini sæst áskriftin hjá Rikardi og dag­ festingin: 27. apríl 1930. Janus AT NÆRKAST EINFELDINI ”Opinleiki, kurteisi og forvitni er tað fyrsta, sum kemur einum í huga, tá ein heilsar upp á listamannin og myndahøggaran Janus Kamban”. Jóannes Dalsgaard og Hanus Kamban hava verið á gátt og fingið eitt prát við listamannin, nú hann fer um tey 95