týsdagur 9. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 172 - 9. september 2008
Ikki varð tað okkum, tá vit vóru í 19
ára føðingardegi hjá tær tann 6. aug
ust, at tú einans tíggju dagar seinni,
ikki skuldi vera millum okkum long
ur. Tað, at so nógv fólk vóru samlað
á tínum føðingardegi, sigur ikki lítið
um, hvussu avhildin tú var.
Aftaná ein langan dag við nógvum
vitjandi, var tað deiligt hjá tær at
sleppa upp í føvningin hjá babba, ið
gav tær leskiligan føðingardagsdøg
urða, sum mamma hevði gjørt.
Ígjøgnum títt stutta lív var tú
bundin av tínum koyristóli og tí tørv
aði tær hjálp alt samdøgurði. Fyri at
lætta um hjá foreldrum tínum, fekk
tú stuðulshjálp og á hendan hátt
fingu vit tað gleði at kenna teg.
Eftir førimuni royndu vit, at gera
tín gerandisdag so innihaldsríkan
sum møguligt. Hóast títt brek, vísti
tú stríðsvilja sum fáur. Tú kundi gleð
ast um ting, ið tí vanliga taka sum
eina sjálvfylgju. Tú lærdi okkum at
síggja lívsins virðir við øðrum
eygum. Tað hevur neyvan altíð verið
stuttligt, at havt okkum heima hjá
tykkum. Hóast tað, hava vit altíð følt
okkum vælkomnar.
Abbabeiggi tín, Olaf, segði tað so
væl, tá ið tú fyri seinastu ferð, kom
heim til Søldarfjarðar, at tú nú endi
liga var sloppin úr tínum neyðarsliga
likami, og kann veruliga vísa, hvør
tú ert.
Vakrari jarðarferð hevði tú ikki
kunnað fingið. Ein sera stór mann
fjøld var komin at vísa tær tann sein
asta heiður, Turið. Orð eru fátøk í
slíkari støðu, men prestur segði alt
so væl. Hóast stutt skoðsbráð, megn
aðu Jens Marni og Kim við vakra
sanginum, sum var yrktur til Turið,
saman við Vox, at seta dám á jarðar
ferðina.
Niðan fyri endurgeva vit sang,
sum upprunaliga var yrktur til lítlan
drong, ið varð nívdur av líknandi
breki. Vit halda, at hesin sangur
eisini so væl hóskar til tín, elskaða
Turið:
Lítla lívið, bjarta blóma,
gleði inn um hurðar bar.
Ikki kundu vit hóma,
at tú ikki fullment var.
Lítla lívið, stóra gleði, mentist
smílið tú oss gav.
Men ein dag sum ongin vardi,
sjúkan trein um hurðarstav.
Eftir hetta, - lítla skinnið, -
svárt eitt lív tú hevur havt.
Alt tú ber við tolnum sinni,
fær ei heldur væl sagt.
Lítla hjarta – meir ei orkar,
lívið fjarar burt úr verð.
Og tú stríðist enn sum áður,
tó at tað mót enda ber.
Men tað er, sum – okkar skattur-,
boð tú vilt oss bera nú.
Grátið ei – eg vakni aftur,
so frísk í Guðs himnabú.
Grát ei mamma. Pápi, systkin,
omma, abbi og tit øll.
Tí eg eri ferðabúgvin,
- trína inn í himnahøll.
Har ei neyð er – ongin pína,
lættan vil eg stíga har.
Sælan frið og góða hvílu,
Jesus- pápin gevur mær.
Frísk eg nú hjá Jesus bíði,
fylgið honum til hin dag.
Tá tit innar til Hann stíga,
og vit samlast øll har glað.
Vit fara allar at sakna teg Turið, men
størstur er saknurin hjá tykkum
Sonja og Jonhard, Pidda og Oddny,
Rebekku og Tóru. Má Harrin styrkja
tykkum í stóru sorg tykkara.
Vit vilja við hesum lýsa frið yvir
minnið okkara elskaðu Turið.
Stuðlarnir
Minningarorð um Turið S. Olsen
Tíðindaskriv
Meira enn 100 kvinnur
standa á bíðilista til kvinnu
stevnuna, sum verður í
Zarepta komandi vikuskifti.
Fyriskipararnir heita á tær
kvinnur, sum møguliga ikki
kunnu koma, um at geva
avboð sum skjótast.
Umleið 380 kvinnur hava
teknað seg til kvinnustevn
una, sum aftur í ár verður
skipað fyri í Zarepta í Vatns
oyrum. Men tíverri er ikki
pláss fyri øllum og standa
116 kvinnur á bíðilista.
Zarepta hevur bert seingj
arpláss fyri 250 kvinnum.
Tó sleppa einar 20 til aftrat,
sum gista aðrastaðni ella
koyra ímillum
Fyriskipararnir heita tí á
tær, sum møguliga ikki
kunnu koma, um at siga frá
sum skjótast á telefon
332140 ella 282140, so aðr
ar kunnu sleppa til.
Stevnan byrjar við nátt
urða fríggjakvøldið klokkan
19.30 og endar við døgurða
sunnudagin klokkan 12.00.
Bussar koyra av Sandin
um í Klaksvík kl.17.30. Úr
Berøa í Runavík kl. 17.45
og av Farstøðini í Havn kl.
18.00. Bussarnir steðga á
vanligu støðunum.
Tað hevði verið gott, um
fleiri nýttu bussarnar, tí ilt
verður at finna parkerings
pláss, um allar taka egnan
bil við vestur, siga fyriskip
ararnir.
Yvirskriftin fyri kvinnu
stevnuna í Zarepta komandi
vikuskifti er ”Fyri at gleði
tykkara kann verða fullkom
in”. Orðini eru orð Jesusar
úr Jóhannes kapittul 15,
vers 11:
Tað verða fyri tað mesta
kvinnur, ið koma at hava
orðið, tó verður eisini onkur
maður millum talararnar,
siga Kirstin Samuelsen og
John í Skemmuni í tíðinda
skrivi frá Zarepta
Kvinnustevnustevna í Zarepta
Andlát og jarðarferðir
Lina Hansen, vanliga
nevnd Lina í Ánunum,
andaðist á Norðoyar
Ellis og Vistarheimi
leygardagin 6. septem
ber, 93 ára gomul. Farið
verður úr kapellinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
týskvøldið klokkan 18
heim í Betesda. Jarðar
ferðin verður mikudagin
klokkan 13. Tey, ið vilja
minnast Linu kunnu
lata Norðoyar Ellis og
Vistarheimi eina gávu,
konta í peningastovun
um
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
10. september. Burchhardt, deyður umleið ár 754.
Munkur úr Wessex í Onglandi. Hann fór seinni sum
trúboðari til Galliu og endaði sum biskupur í
Würtzburg í Týsklandi.
Sunnudagin 14. septemer
kl. 14 – 17 hevur lista
kvinnan Sólvá Gunnars
son Olsen fernisering í
Det Færøske Hus í Keyp
mannahavn.
Sólvá
Gunnarsson
Olsen er ættað úr Havn og
er búsitandi í Esbjerg.
Hon hevur luttikið á fleiri
framsýningum í Danmark
og eisini í Føroyum.
Framsýningin
verður
opin til 16. oktober 2008,
mánadagfríggjadag
frá
kl. 14 18.
Adressan er Vesterbro
gade 17A, København V.
Sólvá G. Olsen
framsýning í
Keypmannahavn
Sosialurin
veitst tú ikki tað?
nøvn