Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 9. september 2008 17 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mikudagin 10. septembur verður Fróði Durhuus 60 ár. Fróði er føddur og uppvaksin í Vestmanna, og búsitandi í Årdal, Norra. Fróði er elsti sonur Hans Martin Emil Frits Jacobsen Durhuus (Hassa) úr Vest­ manna og Elisabeth f. Peter­ sen á Steig í Sandavági. Fróði er elstur av sjey systkj­ um. Í barnaárum dámdi Fróða væl at fáast við bátar og fisking. Hann var mangan túr Eysturi undir land og á Oyrargjógv við ferðafólki. 12 ára gamal var hann sín fyrsta túr til skips við Ven­ us. Hetta var jólatúrin undir Ísland. 17 ára gamal fór hann sín fyrsta túr til Grøn­ lands við Venus, sum pápin førdi. Í 1967 fór Fróði til Klaks­ víkar á telegrafistskúla og í januar 1968 byrjaði hann á skiparaskúla. Hann tók báðar útbúgvingar sam­ stundis og fekk telegrafist­ og skiparabræv í 1968. Har­ eftir fór hann út at sigla sum skipari við fraktskipin­ um Kristian Holm, ið fyri tað mesta sigldi millum Før­ oyar og Danmark. Nakrir túrar vóru til Portugal og Spania við fiski og eisini gekk leiðin til Amerika, har teir sigldu millum Bahama og Jackstonville. Ein túr vóru teir í Bangladesh fyri Unicef, har bleiv skipið álopið orsakað av kríggi. Fróði gavst við Kristian Holm tá Vestfinnur, sum p/ f Vestur í Vestmanna átti, bleiv bygdur í Aberdeen. Fróði sigldi sum skipari við Vestfinni til hann, sam­ an við bróðrinum Suna og pápanum Hassa, keyptu Col­ umbus í 1976. Fróði silgdi sum stýrimaður við Colum­ bus til hann í 1981 gjørdi av at leggjast uppá land og byrjaði á Føroya Fiskasølu, har hann var í nøkur ár. Fróði hevði stóran áhuga í aling, og hann byrjaði í 1982 egið alibrúk við Áir­ nar, norðanfyri Hósvík. Seinni keypti hann, saman við øðrum, laksasláturvirkið Laxfisk í Hósvík. Fyrst í 1990’unum steðgaði hetta virksemi, og Fróði og Ant­ honia gjørdu av at flyta til Noregs á vári í 1992. Fyrsta árið búðu tey í Stav­ anger, men fluttu síðan til Årdal, har tey í dag búleikast í egnum húsum. Fróði arbeið­ ur sum planleggingarstjóri hjá Marine Harvest Norway og Anthonia arbeiðir í framleiðsluni hjá Marine Harvest í Hjelmeland. Fróði er sera virkin í nærum­ hvørvinum. Í frítíðini dáma teimum væl at fara á flot við Onnu av Årdal, ið er teirra egni heimasmíðaði bátur. Annars dámar teimum væl at fara biltúrar í Noregi, har tey uppliva tað norsku náttúr­ una. Tey vitja eisini í Føroy­ um á hvørjum árið. Fróði er giftur við Anth­ oniu f. Hansen úr Hósvík og tey eiga tvey børn. Kim Durhuus og Emly Olsen. Kim er giftur við Anniku Jacobsen og tey hava 3 børn. Emly er gift við Esmari Olsen og tey hava 4 børn. Kim og Emly eru, við fam­ iljum, búsitandi í Hósvík. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Fróða, eru vælkomin í Róðrarneystið í Hósvík mikukvøldið 10. septembur frá kl. 18.00. Vit ynskja Fróða til lukku við 60 ára degnum. Fróði Durhuus 60 ár Janus Kamban er seinasti umboðsmaður fyri fyrsta føroyska ættarliðið av myndlistafólkum, sum eftir kríggið tóku heim við sær hetta í føroyskum høpi nýggja listarliga økið. Sum rættir slóðarar góvu teir við margfeldi sínum íkast í, at tað kyknaði upp eitt medvit um virði av hesari listagrein og týdning hennara fyri tann listarliga føroyska sam­ leikan. Listafelagið var sett á stovn undir krígnum, meðan teir enn búleikaðust í Keyp­ mannahavn. Seinni kom tann siðbundna Ólavsøku­ framsýningin, eins og Janus Kamban saman við Ingálvi av Reyni og Jack Kamp­ mann settu á stovn fyrsta føroyska listaskúlan. Janus Kamban hevur sum listamaður givið sítt íkast í fleiri týdningarmiklum skreytbúgvingararbeiðum. Grafisku verk hansara hava eitt tíðarleyst einfeldi, sum enn í dag eru fyrimyndarlig. Stramma skapið á høgg­ myndini lyftir gerandis­ myndevnið upp í ein annan heim. Við kærleika og við eyga fyri vakurleikan í ger­ andisdegnum og fólkum í dagliga yrki teirra hevjar hann hesi evni til stóra list. Sum listafólk hevur Janus Kamban útint almikið. Eis­ ini sum menniskja, tí hann ikki einans hugsar um sína egnu list, men altíð hevur hjálpt og stuðlað øðrum listafólkum í einsliga arbeiði teirra. Á Listasavni Føroya hev­ ur Janus Kamban sett síni djúpu spor. Hugburður hans­ ara til listina og fatan hans­ ara av at vera listafólk eyð­ kennir eisini í dag virkið á listasavninum. Hann er veg­ vísari, so listin kann verða til gleði fyri mong og ikki bara fyri tey fáu, fyri ein avmarkaðan skara. Við hesum orðum takka vit Janusi Kamban fyri sítt trúfesti og ynskja honum hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Listasavn Føroya Helgi Fossádal, savnsleiðari Janus Kamban Mánadagin kemur eitt ferðalag við motorsúkklum við Norrønu í sambandi við at Harley­Davidson Club Føroyar (HDCFO) hevur bjóðað motorsúkklu­ áhugaðum til Føroya í tíðarskeiðinum 15. –18. september 2008. Mánadagin verður tíð­ indafundur hjá Harley Davidson í Jónas Broncks­ gøtu og um kvøldið verður farið til Kirkjubøar og vitj­ að verður hjá áhugafelagn­ um Føroya Ellisakførum. Týsdagin verður farið til Eysturoy og Norðoyggjar, og mikudagin gongur leiðin til Vágar, har vitjað verður á ymiskum støðum. Áðrenn ferðalagið fer av landinum aftur hósdagin verður farið niðan í Mjørka­ dal og niðan á Sorenfelli. Faroe Islands Gathering Navnið á hesum tiltaki er Faroe Islands Gathering og endamálið er at vísa øðr­ um motorsúkkluáhugaðum uttanlands møguleikarnar fyri at íðka okkara ítriv í Føroyum, umframt at skapa vinabond við onnur motorsúkklu áhuga uttan­ lands. Skipað verður mill­ um annað fyri motorsúkklu­ útferðum kring oyggjarnar og øðrum tiltøkum, ið vísa hvat vit hava at bjóða Royndirnar vísa eisini at ein av styrkjunum við HDCFO er at fáa samband við onnur lokal motor­ súkklufeløg á uttanlands­ ferð okkara og hetta er við til at gera hesar ferðir til nakað heilt serstakt ­ fram­ um aðrar ferðahættir. Við at skipa fyri Faroe Islands Gathering vóna vit at økja og styrkja um hesi vinabond. Ætlanin er at til­ takið skal verða afturvend­ andi um ikki hvørt ár, so við jøvnum millumbilum. Í HDCFO eru í dag umleið hálvthundrað aktiv­ ir limir og í viðtøkunum fyri felagið stendur at endamálið er at skipa fyri sosialum tiltøkum við fel­ agskoyring og at hava upp­ lýsandi tiltøk um Harley­ Davidson motorsúkklur. Síðan felagið varð stovn­ að á sumri 2007 hava limir felagsins skipað fyri fram­ sýning av Harley súkklum, felagstúrum í Føroyum og uttanlandsferðir. Meira kunning fast við at enda sær til hdc@hdc. fo og við at vitja á www. hdc.fo. HD túrur í Føroyum