Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 172 - 9. september 2008 Í seinastuni hava ymiskar greinar verið um pensións­ viðurskifti herundir fólka­ pensión, skatt, samhalds­ fasta, samanlíkningar við onnur lond og líknandi.. Mortan Rasmussen og Gunna Thomsen hava um­ røtt fólkapensiónsgrund­ upphæddina og tænastu­ mannapensión við frádrátti fyri samskipannarfrádrátt­ inum (samordningfradrag). Fólkapensión og samskipannarfrádráttur Eg skal fyrst viðgera hetta løgna fyribrigdi eitt sindur. Ì løgtingslóg nr.32 frá 5. juli 1971 um tænastu­ mannaeftirlønir var sam­ skipannarfrádráttur settur í gildi. Hetta var sum so mangt annað gjørt eftir danskari fyrimynd. Hetta hevði sítt grundstøði í “jantelógini”, tí sjálvt um grundhugsanin við fólka­ pensiónini var, at hendan skuldi vera fyri allar íbúgv­ ar landsins, so hildu lóggev­ arnir, at tað var “opport­ unt” at skava nakað burtur av hjá teimum, sum høvdu vunnið sær egna pensión. Tí fingu hesir persónar skavað 2 % av fólkapen­ sións grundupphæddini fyri hvørt eftirlønarár, tó mest 74 %. Danir komu tó til ta niðurstøðu seinri, at hetta var órættvíst móti teimum, sum fingu tænastu­ mannalíknandi pensión, meðan fólk við øðrum pensiónsskipanum ikki mistu nakað. “Samordn­ ingsfradraget” varð tí avtikið í Danmark. Í 1997 varð føroyska tænastu­ mannalógin broytt, og hesu ferð strikaðu føroysku lóggevarnir samskipannar­ frádráttin (helst tí danir høvdu gjørt tað), men “jantelógin” hevði tó fram­ vegis sína ávirkan, og nakr­ ir óhepnir persónar vórðu verandi undir skipanini við samskipannarfrádráttinum. Onkrar løgnar grundgeving­ ar vórðu givnar fyri hesum, og um leið 200 føroyingar mugu framvegis knógva undir hesi løgnu og órætt­ vísu skipan. Mortan og Gunna eru, sum eg skilji, rakt av hesum, og tað sama eri eg sjálvur. Hetta sjálvt um eg ikki búgvi í Føroy­ um longur. Harafturat eri eg uppaftur sterkari raktur av skipanini, soleiðis sum eg skal vísa á seinri.. Tá fólkapensións grund­ upphæddin er tryggjað øllum borgarum, kunnu myndugleikarnir ikki taka peningin burtur av hesum, men í staðin verður upp­ hæddin (max. 74 % av kr. 3.313) tikin av tænastu­ mannapensiónini. Tað vil siga, at hjá Mortani og Gunnu nápar landskassin upp til kr. 2.451 hvønn mánað av tí pensión, tey annars hava forvunnið sær. Tað vil siga, at 862 krónur eru eftir. Ein og hvør annar persónur við øðrum slagi av eginpensión hevur sostatt kr. 2.451 meira eftir enn hesi bæði, sum hava gjørt vart við seg. Upp aftur verri er tað, um við­ komandi er stakur. Tá er “tjóvarríið” upp til 74 % av kr.4.169. Mortan leggur upp til, at fólkapensiónsgrundupp­ hæddin líka so væl kundi veri skattskyldug, men her vil eg ikki geva honum rætt. Tað er einasta verja fyri føroyingar, sum hava fylt 67 ár, at grundupp­ hæddin ikki verður roknað uppí skattskylduga inntøk­ una. Tann, sum fær grund­ upphæddina, veit, at hon ikki skattliga kemur aftur­ um aftur. Tann gifti fólka­ pensionisturin veit at hann fær 3.313 krónur hvønn mánað, og tann staki veit at hann fær 4.169. Og ikki fyrrenn aðrar inntøkur koma afturat omaná hetta verður aktuelt við skatting, og tá kemur skattafríi grundfrádrátturin inn í myndina. Annars kann eg geva eitt lítið dømi um, hvussu margháttligt skatting og samskipannarfrádráttur kann raka, tá ein fær før­ oyska pensión og danska fólkapensión. Eg fái sjálv­ ur nakað av løgtingsmanna­ pensión úr Føroyum og eri raktur av samskipannarfrá­ dráttinum. Mín fólkapen­ siónsgrundupphædd sær soleiðis út: Danska grundupphæddin 5.096 Gundupphæddin skattað í Danmark 39 % av 5.096 1.987 Netto 3.109 Samskipannarfrádráttur í Føroyum, roknað av 5.096 3.394 Eftir til mín sjálvs ­ 285 Av hesum sæst fyri tað fyrsta, at sjálvt um grund­ upphæddin í Danmark er hægri enn tann føroyska (5.096 móti 3.313) so er netto útgjaldingin lægri (3.109 móti 3.313). Har­ afturat verður føroyski samskipannarfrádrátturin roknaður av donsku brutto­ grundupphæddini, sum er 5.096, meðan netto bert er 3.109. Í Føroyum hevði mín samskipannarfrádráttur verið 2.451 krónur, men er nú 3.394. Vónandi kann skrivingin hjá Mortani Rasmussen og Gunnu Thomsen hava við sær, at landsstýrið avtekur restina av samskipannar­ frádráttinum, sum bert rakar nøkur tilvildarlig fólk. Støðan hjá føroyskum og útlendskum (donskum) pensionistum Mangan verður ført fram, at støðan hjá pensionistum í Føroyum er so nógv vána­ ligari enn hjá pensionistum í okkara grannalondum. Og tá tosað verður um grannalond, er aloftast meint við Danmark. Hetta verður partvís sagt í odda­ grein í Sosialinum og í orðaskifti í Degi og Viku herfyri varð eisini hetta hildið fram. Men er hetta nú so? Tað er kanska ikki altíð so lætt at gera samanlíkn­ ingar, tí umstøðurnar kunnu vera so ymiskar, men taka vit til dømis eini eldri hjún, har bæði fáa fólkapensión og tey búgva í egnum húsum ella íbúð, so eru grundupphæddirnar hesar fyri hvønn: Í Føroyum: kr. 3.313, sum eru skattafríar Í Danmark: kr. 5.096, sum eru skattskyldugar, har skatturin er ca. 39 % Harafturat fær hvør føroyingur yvir 67 á um leið 2.200 kr. um mánaðan frá samhaldsfasta, líka mikið hvussu nógv hann annars áður hevur goldið til hesa skipanina. Hendan upphæddin er skattskyldug. Tað er ymiskt, hvat danin yvir 67 fær frá ATP skip­ anini, tað velst um, hvussu nógv hann hevur goldið til skipanina, men næstan eingin fær meira enn góðar 1.000 kr. um mánaðan, eisini skattskyldugar, og nógvir fáa minni. Og er hann tilflytari til dømis úr Føroyum fær hann einki frá hesi skipan. Hetta er í løtuni tær almennu skip­ anir, sum eru galdandi fyri fólkapensionistar. Hvørjar pensiónsskipanir fólk annars hava persónliga og av fríum vilja eru sera ymiskar, og kunnu ikki uttan víðari samanberast. Eldri fólk í Føroyum, sum hava egin hús hava sjálvandi útreiðslur til el og hita. Tað sama hava tey eisini í Danmark Elprísurin í Danmark er heldur dýrari í Danmark enn í Føroyum, hann kostar um leið 2 kr. kwh. Í Føroyum liggur hann, so vítt eg veit um leið 1,80 pr. kwh. Í Før­ oyum verður helst brúkt nakað meiri olja til upp­ hitingar enn í Danmark, orsakað av veðurlagnum, men afturfyri er prísurin pr. litur av olju nakað dýrari í Danmark orsakað av hægri almennum gjøld­ um. Danski prísurin liggur millum 9 og 10 kr. liturin í løtuni. Føroyingurin skal ikki gjalda skatt ella onnur gjøld fyri at eiga og búgva í egnum húsum. Tað skal danin harafturímóti. Eg skal nevna tey mest sjónligu gjøldini: Ejendomsværdiskat, mítt egna dømi, kr. 13.200 Ejendomsskat kr. 2.100 Vatn­ og renovatiónsgjøld v.m. kr. 4.500 Tilsamans kr. 19.800 Her er so um leið 20.000 kr. árliga eyka til danska húsaeigaran (meg sjálvan). Hetta dømi er í lægra endanum. Danski fólkapensionist­ urin er sostatt ikki betur fyri enn føroyski av almennum ávum. Heldur tvørturímóti. Um hann annars er tað, kemur tað av, at hann møguliga persónliga hevur tryggjað seg betur. Tá tað snýr seg um prís­ in á vanligum brúksvørum, er tað eitt sindur ymiskt. Stórur er munurin ikki, men summar vørur til døm­ is mjólk og breyð eru bílig­ ari í Danmark, meðan kjøt, fiskur og døgurðamatur annars yvirhøvur er dýrari. Men kanska eru fleiri “discount” handlar at velja ímillum í Danmark. Eisini er at nevna, at bensin er dýrari í Danmark. Viðvíkjandi samhaldsfasta Í føroyska orðaskiftinum hevur samhaldsfasti eftir­ lønargrunnurin fleiri ferðir verið viðgjørdur. Í Degi og Viku skifti Sigvald Krist­ iansen og Karsten Hansen orð um útgjaldingar úr grunninum. Fólkaflokkurin hevur lagt fram uppskot um hægri útgjøld, og í hesum sambandi hevur Frank Davidsen eitt lítið “hipp” til Fólkaflokkin, tí hann í byrjanini var ímóti grunninum. Harafturat hevur Sjálvstýrisflokkurin uppskot um at endurskoða grunnin og gera hann minni samhaldsfastan fyri at samsvara betur við norðurlendskar skipanir. Eg havi sagt tað áður, og eg skal endurtaka tað her, at tað er rætt, at Fólkaflokk­ urin og eisini eg sjálvur at byrja við vóru ímóti upp­ skotinum um grunnin. Sjónarmiðið var, at hetta var ein skattur, og inngjøld og útgjøld ikki komu at samsvara. Soleiðis er tað eisini, men vit broyttu støðu og hugburð á hesum øki, og tá vit sótu í lands­ stýrinum saman við Javn­ aðarflokkinum 1991 til 1993 gjøgnumførdu vit grunnin og løgdu lunnar undir hann. At inngjalding­ arprosentið ikki var so høgt at byrja við er sín sak, men grundarlagið varð lagt. Síðani er hann vaksin og styrktur, og hevur í dag eitt stabilt fundament og við eitt sindur hægri inn­ gjøldum í framtíðini, er eisini grundarlag fyri nak­ að hægri útgjøldum í nærmastu framtíð. Vit hava sostatt í dag tvær alment fíggjaðar pensiónsskipanir til øll yvir 67 ár, nevniliga vanligu fólkapensiónin, sum er vanliga skattafíggjað, og samhaldsfasta, sum er ser­ skattafíggjað. Eg skal koma nærri inn á hetta seinri. Tað samhaldsfasta prinsippið hevur við sær, at tann einstaki ikki burturav eigur tað, sum hann hevur inngoldið til grunnin. Heildin eigur fæið, og einhvør í Føroyum búsit­ andi borgari yvir 67 ár hevur rættin til sama út­ gjald úr grunninum. Hetta má haldast fast við, annars fer skipanin at ridla. Tað er tí heilt skeivt at samanlíkna hann við skipanir í granna­ londunum og broyta hann tilsvarandi fyri at uppfylla norðurlendskar konvent­ iónir. Tað kann verða gjørt í sambandi við aðrar fram­ tíðar skipanir, har inngjøld­ ini fylgja persóninum og kunnu gjaldast út til við­ komandi, tá aldurin er náddur, sjálvt um viðkom­ andi tá kanska er fluttur í onnur lond. Framtíðar pensiónsskipanir Eg ímyndi mær, at pen­ siónsskipanir í Føroyum koma at hava hetta skap: Skattafíggjaða fólka­ pensiónin. Her eigur at vera ein grundupphædd, sum er skattafrí. Fólk hava jú ikki havt møguleika at draga gjøld til hesa skip­ anina frá í vanligu skatta­ uppgerðini. Núverandi grundupphædd eigur at vera hækkað nakað, og serliga eiga upphæddirnar til gift og støk at nærkast hvørjum øðrum. Til dømis eini 4.000 kr. til hvørt av hjúnunum og eini 4.800 til støk. Rættin til hetta hava allir borgarar yvir 67 ár. Samhaldsfasti eftirlønar­ grunnurin.Gjaldið til grunnin er drigið frá í vanligu skattauppgerðini. Tí eigur útgjaldið at verða skattað. Skattafríi minsti­ frádrátturin tekur tó fyrstu avleiðingarnar av hesum. Eg ímyndi mær, at gjaldið úr samhaldsfasta nakað skjótt kemur uppá eini 3.000 kr. til hvønn persón, og síðani økist so líðandi. Ein lógásett persónlig pensiónsskipan við einum inngjaldi við ávísum pro­ centi av lønarinntøku frá bæði arbeiðstakara og arbeiðsgevara. Hesi inn­ gjøld við rentum fylgja persóninum og verða út­ goldin, tá viðkomandi nær ávísan aldur (møguliga 67 ár). Kann eisini flyta við persóninum til onnur lond. Aðrar pensiónsskipanir á fríviljugum grundarlagi, antin beinleiðis persónliga ella gjøgnum arbeiðspláss. Tað stendur jú fólki frítt at spara saman til aldurdómin um møguleikin og viljin er til tess. Tað tekur nøkur ár, áðrenn alt hetta riggar fult út, men punktini 1. og 2. kunnu fáast at virka rættiliga skjótt. Ein skipan við viðbótum til tey, sum bert fáa gjøld frá 1. og 2. eigur eisini at verða gjørd. Hetta er bert ætlað sum eitt íkast til orðaskifti um korini hjá teim eldru. Pensiónir, skattur v.m. Jógvan SundStein Eg veit ikki um tað er rætt at kalla løgtingsins samgongu fyri nazistiska. Men hevur hon nazistiska fyrimynd. Tí tað var Adolf Hitler, ið fyrst bannaði tubbaksroyking á almenn­ um støðum. Er hetta at alt skal vera dikterað av fáu, so fræls sfæra er fyribeind. Eins og samgongan høvdu gomlu nazistarnir vongin, ið tilbað Gud og seg sjálvar. Fruktaleysa samgongan Oyndarfjørður Hallur andreaSen S i l i Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið viðmerkingar