Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 9. september 2008 15 viðmerkingar Sagt verður, at ringasta sjúka í Føroyum er øvund­ sjúka. Tá tað snýr seg um landbúnaðin, er tað serliga eldra, men í ein mun eisini miðaldrandi ættarliðið, ið líður av hesi sjúku. Yngra ættarliðið við síni alnót og altjóðagerð hevur ikki hendan trupulleika. Nýggja landbúnaðarlógin frá mai 2007, er ein ússalig neyðsemja, alt orsakað av áðurnevndu sjúku. Hetta sigur ikki so lítið um polit­ iska støðið! Sjálvur eri eg bóndi á Myrkjanoyri, Biskupsstøð­ garðinum, og hevur garðurin verið í ættini síðani Nólsoyar Páll festi 9. apríl 1806. Seinnu árini eru stórar útstykkingar farnar fram á Myrkjanoyri frá almennari síðu. Talan er um Helna­ brekku og Undir Grashjalla o.s.fr.. Her hevur tað al­ menna goldið milliónir til privatpersónar, sum eingin sjálvur hevur goldið meira enn kr. 75,00 til tað almenna fyri stykkið, tey hava sitið við. Dømi eru eisini um, at leigari, ið hevur goldið kr. 10,00 um árið fyri leigutrøð, við hjálp frá hálvkorruptum embætis­ monnum og eini ónýtiligari landbúnaðarlóg, hevur fingið sær útgoldið higartil milliónir í leiguinntøkum fyri eitt grundstykki á umleið 500 fermetrar, sum hann enntá hevur ognað sær ólógliga. Fyrst frá fíggjar­ stovni og síðani úr komm­ unukassanum, og óskilið heldur fram! Einasta loysn er at privatisera festijørðina, ongantíð ov skjótt, og gera eina landbúnaðaralóg, ið minnir um ta, okkara grannar hava. Viðvíkjandi festiskipanini í Føroyum so skalt tú heilt til Norður Korea fyri at finna ein líka. Atburður landsstýris­ mansins í hesum máli er ein skomm fyri landið og ikki minst fyri hann sjálv­ an. Rópini um spekulatión stava frá monnum, sum, í besta partabrævsanda, hava keypt jørð inn undir seg, men sum nú síggja, at teirra íløga fer at minka í virði um festijørðin verður privatiserað. Í flest øllum málum og vinnum meta vit okkum eftir okkara grannalondum, tó ikki í landbúnaðinum. Spyr teg sjálvan hví? Samanborið við okkara grannar koyra vit við eini avoldaðari skipan, ið skomm er at greiða frá. Viðvíkjandi mistum virðum hjá landinum kunnu vit taka dømi úr fiskivinnuni. Øll kenna vit dømi um reiðaran, ið skyldaði tveysifraða milliónaupphædd ein fyrrapart, men, sum eftir kaffiprát í Tinganesi, varð skuldafríur seinnapartin. Hetta tí tað tænti vinnuni. Vorðið sum tolsemi frá einari vinnu til aðra! Í sínum uppruna hevur tað almenna ongantíð átt jørðina meira enn tað, at hon upprunaliga varð stolin av tí katólsku kirkjuni, fyri síðani at fara undir kong. Hetta er nú søga, ið aðrir hava fingið skil á fyri øldum síðani. Tosið hjá landsstýris­ manninum, um at selja festigarðarnar til hægst­ bjóðandi, er burturvið. Hetta letur júst upp fyri spekulatiónum. Lands­ stýrismaðurin heldur kan­ ska, at íleggjarafeløg og ríkmenn skulu reka land­ búnað í Føroyum? Tað eru bøndurnir, ið hava skil fyri landbúnaði og eingin ann­ ar. Bøndurnir hava sjálvir virðisøkt sín bø og goldið og bygt síni hús, fjós v.m. Tað er ábyrgd landsstýris­ mansins at loysa teir veru­ ligu trupulleikarnar og ikki teir ímyndaðu. Tað er eisini arbeiði hansara, at skapa fortreytir í vinnuni, soleiðis at hon kann virka undir bestu umstøðum og einki annað. Fyri eftirtíðina skylda politikararnir okkara eftirkomarum at taka røttu avgerðina. Tað er ein stór ábyrgd. Her kann ikki hugsast um løtuvinning. Teir eiga skommina ella æruna! Stór skomm! bóndi ArchibAld blAck Tað er løgið sum eg altíð raki Richard Danielsen meint við mínum greinum, hóast tær hvørki nevna ella snúgva seg um hann. Tað undrar meg eisini, at Ric­ hard Danielsen leggur eftir mínum persóni og kallar meg bæði líkt og ólíkt, uttan at eg mær vitandi havi lagt hann undir nakað sum helst. Tað sigur eisini nakað um mannin, at hann, heldur enn at viðgera tað, sum eg skrivi, leggur meg undir at samstarva við hin versta. Men tað, sum undrar meg mest er, at ein persónur, sum sigur seg vera kristnan og heldur alla Bíbliuna vera innblásta av Gudi, leggur meg undir at vera eitt amboð hjá “Sat­ an” og “Antikrist”. Og ikki havi eg gjørt annað enn ummælt eina nýggja bók. Richard Danielsen átti heldur at fylgt boðunum hjá Jesusi til jødarnar viðvíkjandi kvinnuni, sum varð tikin í hordómi: “Tann av tykkum, sum synda­ leysur er, kasti fyrstur stein á hana” (Jóh. 8:7). Tá Richard Danielsen kortini m.a. leggur meg undir at vera Satans amboð, so tykist tað einans kunna tulkast upp á tveir mátar: Antin heldur hann seg sjálvan vera syndaleysan, ella eisini havi eg (sum rætt er) sannført hann um, at hesi orðini í Jóhannes­ evangeliinum ikki hoyra heima í Bíbliuni. Richard Danielsen sannførir ongan við álopum á mín persón; hann avdúkar einans sítt egna máttloysi. Hann skal tó hava tøkk fyri, at hann telist millum mínar mest trúføstu lesarar. Eg ivist kortini í, um skilvísar grundgevingar rína við Richard Danielsen, men øðin, sum hann leggur fyri dagin í sínum álopum á mín persón, bendir á, at mínar greinar veruliga hótta ta bíbliu­ og kristnifatan, hann stendur fyri. Men tað er ikki mín trupulleiki; tað er hansara egna máttloysi. Hóast innihaldið er ófantaligt, so fari eg ong­ antíð at kenna meg æru­ meiddan av nøkrum, sum Richard Danielsen skrivar um meg. Tað er bara ein sannroynd, at tað verður torført at menna religión­ skjakið í Føroyum, um seriøs bløð verða fylt við tílíkum ósømiligum møsni (eg finni einki betri orð), sum nevndu grein hjá Richardi Danielsen í Sosialinum og Dimmu 3. og 4 september. Richard Danielsen, Satan og Antikrist hAns AndriAs sølvArá Fótin í reyvina og farvæl. Og forrestin: ”Takk fyri alt tú hevur gjørt fyri okkum. Men vit tíma ikki ordiliga at hava nakran annan her enn okkum sjálvi”. Soleiðis tykist dansurin ganga, tá fólk fella ov væl til í føroyska samfelagnum. At man ríkar okkum ítróttarliga, ger eina orðabók ella hvat. Tað hevur einki at siga. Og hesar lagnusøgurnar síggja ikki út til at fáa nakran enda. Einaferð kundi man skylda upp á ein ávísan innlendismálaráðharra, men hetta var helst av órøttum. Vit eru akkurát líka forgjørd í dag. Hevði tað so bara snú seg um Bin Laden, Johnny Hansen ella onkran slíkan, høvdu vit skilt tað. Men her er jú í heilum talan um sera virkin fólk við stórum áhuga og kenslum fyri føroyska samfelagnum. Fólk, ið onnur lond høvdu ligið á knøunum fyri at fingið vitjan av. At skjóta seg undir, at tað er ein donsk avgerð, er undanstøkking. Hetta er og eigur at vera okkara borð. Vilja vit hava nakað at siga, so hava vit alt at siga. Tiga vit, so samtykkja vit. Eg fari tí at heita á tykkum, ið varða av, at steðga hesum fjasinum. Takkið heldur hesum fólkum, ið fella so púrasta fyri okkum føroyingum og landi okkara. Einki minni enn ein umbering hevði verið hóskandi frá almennu Føroyum. Lat ta fyrstu fara til Italia. Reytt kort Petur í GonG Prestanir dansa í hvørt sínum svarta kjóla og upp gjøgnum hvíta kraga teir kjaftabreiðir kóla um trýeinigheitina Gud og Krist og Demon ið kasta eld á hvørja ateista lon. Prestanir dansa for glansibílata altartalvum og alkoholfría vín teir skonkja aftur við orðasalvum av trýeinigheitini Gud og Krist og Demon teir lýsa frið yvir hvørja kirkju lon. Prestanir dansa fram á kirkju gólvum og hvør meinigheit fer aftaná teim miklu orða vølvum og trýeinigheitina Gud og Krist og Demon teir putta í lumma og fara í egnu lon. Hallur Andreasen, Oyndarfjørður Sunnudags manipulatiónstímin Lag: Den første løvetand Ríman er ognað abbasoninum Róki Ein lítil drongur einferð í døpurhuga stóð, hann visti ikki út ei inn, tí knappliga var flóð. Av einslistum hann hevði smíðað flakan sera væl, men flóðin hevði tikið flakan uttan orð og tal. Frá abbanum hann hevði fingið hamara og sag, og seym so nógvan, sum hann aldri áður hevði sæð. Og flakin var so vakur, sum ein flaki vera kann. Og abbin hevði sjálvur sagt: »Eg veit, tú roynast man«. Á flakanum hann hevði siglt, frá eygað opið var, og abbin hevði sjálvur sagt, tú eigur sjógott far. Legg út frá landi, vinur mín, men minst tó altíð til, at skalt tú gerast sjómaður, so nýt tú vit og skil. Men nú var flakin horvin, hetta dyggur smeitur var, hann hevði mist tað besta, ið hann kundi hugsað sær. Men abbin segði: »Vinur mín, um flakan ikki grát, tá ið tú verður størri, vinur, byggir tú ein bát«. Hann uggaðist við hesi orð, hann visti abbin var í orðum dyggur, tá alt annað kanska ikki bar. Nú longdist honum út á havið ­ síggja fremmand lond ­ tí takkaði hann abbanum og rætti honum hond. Óðin Ódn Flakin