Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 172 - 9. september 2008 ] Rumensk kreppa Roknað verður við, at stórar útskiftingar verða framdar á rumenska liðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lagið er alt annað enn gott í rumensku leguni eftir 3-0 tapið móti Litava. Venjarin vil als ikki síggja fjølmiðlarnar til venjingarnar hjá liðn- um, og heldur ikki spæl- ararnir tykjast hava stór- vegis hug at práta. Rumenska liðið hevði sína venjing á Tórsvølli, eftir at før- oyska liðið hevði vant í morgun, og í lokalu miðlunum verður rokn- að við hópin av útskift- ingum. Victor Piturca, lands- liðsvenjari, hevur enn ikki sagt nakað um, hvussu liðið fer at síggja út, men ivamál er í øllum førum um onkrar spælarar, sum fingu smærri snuddir í dystinum móti Litava. Og so er venjarin ann- ars alt annað enn nøgd- ur við tann hugburð, sum tá varð sýndur, og hetta fer heilt víst at kosta plássið hjá nøkr- um av spælarunum, verður sagt. Hvussu er og ikki, so vilja spælararnir leggja alla orku í at prógva, at teir taka landsliðið og undankappingina í stórum álvara, og hesa ferð eru tað Føroyar, sum skulu standa fyri skotum. Christian Høgni Jacobsen letur væl at nýggja plássinum, sum hann fekk í Beograd. Og sjálvur heldur hann, at hetta gevur sær nakrar aðrar møguleikar sum spælari Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein kanska heldur óvæntað detalja av føroyska upplegg- inum til landsdystin í Beo- grad var, at Christian Høgni Jacobsen hevði sentralan leik- lut á miðvøllinum. Hóast Christian Høgni er ein fjøl- broyttur spælari, so hevði hann undan hesum bert roynt sum bakkur, kant- ella álops- spæ lari. Men sjálvur heldur hann, at hetta avgjørt var ein positiv uppliving hjá sær. - Tað var bæði avbjóðandi og spennandi, og haldi eis- ini, at tað riggaði væl. Jógv- an Martin segði, at hann í Portugal saknaði eitt sindur av stuðuli til áleyparan, og tað var nokk tí, at valið fall á meg, soleiðis at eg við mínum skjótleika kundi koma longur niðan. Og tað var so tað, sum eg royndi, sigur Christian Høgni. Og tú treivst væl á pláss- inum? - Ja, tað haldi eg. Tað gevur eisini nakrar aðrar møguleikar, tá tú spælir mitt á. Á kantinum verður tú ofta læstur, soleiðis at tú bert kann fara ein vegin, meðan tú mitt fyri støðugt hevur møguleikan at velja høgru ella vinstru. Og plássið hjá tær verður helst tað sama í morgin. Verða nøkur mál í gaggunum tá? - Tað mugu vit vóna. Eg trúgvi so hvørja ferð uppá, at tað skal eydnast, sigur Christian Høgni Jacobsen Trívist væl mitt á Tað tók ikki klaks­ víkingum meira enn lítið samdøgur, áðrenn navn varð sett á nýggja For­ mula­venjaran hjá felagnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var kanska ikki heilt óvæntað, tá tað eftir døg- urða í gjár gjørdist greitt, at tað verður Petur Mohr, ið skal yvirtaka venjarasessin í Klaksvík, eftir at Eyðun Klakstein sunnukvøldið boðaði frá, at hann segði seg úr starvinum. Petur hevur áður verið venjari í Klaksvík, og ikki minst hevur hann eitt stórt navn her, eftir at hann í 1991 leiddi liðið til FM- gull. Hartil hevur Petur Mohr eisini roynt líknandi støður áður. Soleiðis var hann mað- urin, sum í 2005 bjargaði gøtumonnum undan niður- flyting úr fyrstu útgávuni av Formula-deildini. Og í Klaksvík er vónin uttan iva, at hann við sínum stíli megnar at buka nakað av sjálvsálitið og stríðsvilja inn á liðið, soleiðis at eingin niðurflyting verður aktuell á hesum sinni heldur. KÍ er nevnliga saman við HB einasta felagið, sum altíð hevur átt umboðan í fremstu deildini, og sum ein fjeppari so ramliga tók til í sjón- varpinum, tá tapið á Skála var veruleiki, so hevði ein slík sett býin í undantaks- støðu. Petur Mohr skal venja KÍ Føroyingar vunnu steypafinalu OB spældi ímóti Svendborg í steypafinaluni fyri dreingjalið á Fjóni. Finalan varð spæld sunnudagin, og OB vann tryggan 5-0 sigur. Teitur Matras Gestsson, sum í summar skifti frá KÍ til OB at spæla, vardi málið hjá OB í finaluni, og eftir dystin kundi hann taka ímóti sínum fyrsta gullheiðursmerki eftir skiftið til danskan fótbólt. Og eisini var Vilhjormur Davidsen úr Runavík partur av liðnum. Vilhjormur skifti til OB í fjør, og Teitur skal eisini verja málið hjá føroyska U17 landsliðnum, sum síðst í hesi vikuni fer til Portugal at spæla EM-undankapping. U17 til Portugal Um vikuskiftið hevði U17 landsliðið í fótbólti tær síðstu venjingarnar á Toftum, áðrenn liðið fríggjadagin leggur leiðina til Portugal, har ungu mennirnir luttkaka í eini EM minikapping. Føroyar eru í bólki við Portugal, Wales og Kasakstan. Petur Mohr hevur áður roynt seg í Klaksvík. Millum annað tá KÍ í 1991 vann FM-gull Mitt á vøllinum hevur tú meira pláss, og á sín hátt verður talan tí um eina lættari uppgávu, sigur Christian Høgni Jacobsen, sum her er áskoðari, meðan Atli Danielsen og Símun Samuelsen dystast um bóltin Mynd: Álvur Haraldsen Venjingin byrjar aftur í fimleikahøllini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka mánadagin 8. september 2008. Venjingartíðir: Mánadag kl. 19.00 til 21.00 (børn + vaksin) Mikudag kl. 19.00 til 21.00 (børn + vaksin) Fríggjadag kl. 19.00 til 21.00 (bert vaksin) Venjingartíðirnar eru fyribils og verða broyttar eitt sindur, tá kvøldskúlin byrjar. Nýggir limir kunnu tekna seg! Sunda Judofelag