Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 172 - 9. september 2008 ] Laudrup fer til Moskva Russisku stórfeløgini hava seinnu árini hótt traditionella europiska fótbóltstoppin. Eitt av hesum feløgum er Spartak Moskva, og her verður við spenn­ ingi roknað við, at nýggi venjarin í felag­ num eitur Michael Laudrup. Frá felagnum sjálvum verður sagt, at tey rokna við, at venjaraspurning­ urin er avgreiddur inn­ an 24 tímar, og nú hevur Michael Laudrup sjálvur váttað tíðindini. ­ Eg havi verið í Moskva, og var berg­ tikin av tí, sum eg sá. Hetta er eitt felag, sum satsar stórt, so eg rokni við, at sáttmálin verður undirskrivaður innan eitt samdøgur, sigur Michael Laudrup við danska Ekstra­Blaðið. Michael Laudrup hevur eisini verið settur í samband við enska West Ham, men sjálvur sigur venjarin ikki kenna nakað til hetta. Í enskum miðlum verður nú gitt, at tað ístaðin verður italski Gian­ franco Zola, sum fer í tann sessin. -mørk Eftir skelkin og lúsing­ in móti Litava leygar­ dagin er tað eitt meira enn vanliga tendrað rumenskt landslið, sum vitjar á Tórsvølli Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Helst mest óvæntaða úrslitið í europiska partinum av HM­undankappingini kom í Bucharest, har Rumenia tók ímóti Litava. Við málum frá Marius Stankevicus, Saulius Mikoliunas og Mindaugas Kalonas eydnaðist nevnliga Litava at vinna ein sensa­ tionellan 3­0 sigur, sum eftir fyrsta umfarið sendir Litava á oddasessin í bólkinum, meðan Rumenia er aftasta liðið við einum málmuni, sum er verri enn tann føroyski! Skaddir lyklaspælarar Hóast tað ikki verður nýtt sum nøkur umbering fyri tapið, so mátti rumenski venjarin, Victor Piturca, vera tríggjar av týdningar­ mestu spælarum sínum fyri uttan. Adrian Mutu er í løtuni skaddur, og heldur ikki vóru Christian Chivu, Razvan Rat ella Florentin Petre tøkir hjá venjaranum, og tað verða teir heldur ikki mikukvøldið á Tórsvølli. Men fyri tað er eingin ivi um, at talan verður um eina serstakliga trupla uppgávu hjá føroyska liðnum. ­ Vit spældu illa í kvøld, men veruleikin er, at av og á koma slíkir dystir fyri hjá einum og hvørjum liði, var stuttorðaða viðmerkingin, sum Piturca hevði til miðlar­ nar eftir tapið leygardagin. Frá fleiri síðum varð roknað við, at stórtapið kundi kostað venjaranum høvdið, men tað hevur tað so ikki gjørt enn. Og hann er til reiðar at stýra skútuni á beint, tá rumenar í annaðkvøld fara á Tórsvøll. Men trýstið er ovurstórt. Tapið á heimavølli ger, at rumenar longu nú standa í truplari støðu í royndunum at vinna seg til endaspælið, og á Tórsvølli er sigurin eitt krav. Og helst skal tað verða ein stórsigur, so fólkið í heimlandinum kann blíðkast nakað. ­ Samanborið við bestu føroysku feløgin, so er skiftið til Aarhus Fremad kanska eitt lítið afturstig, sigur Krzysztof Popczynski, sum hevur rokkið øll síni mál í Føroyum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo ­ Ein orsøk er, at eg havi dansku damu, sum fegin vildi aftur til Danmarkar. Ein onnur orsøk er, at eg hevði rokkið øllum í føroysku fótbólti, uttan at verða landsliðsvenjari. Krzysztof Popczynski, sum seinastu tíggju árini hevur verið millum profil­ arnar í føroyskum fótbólti – bæði sum leikari og venjari – stríðist í løtuni við at vinna Aarhus Fremad upp í næstbestu donsku deildina. Í viðtalu við Århus Stiftstidende staðfestir Popczynski, at hann ætlar sláa sítt navn fast í donskum fótbólti. ­ Samanborið við bestu føroysku feløgini, so er skiftið til Aarhus Fremad kanska eitt lítið afturstig. Í Føroyum var eg eitt stórt navn. Men eg hevði rokkið øllum mínum málum. Í Danmark eru fleiri møgu­ leikar, og eg vóni, at eg somuleiðis verði eitt stórt navn her einaferð, sigur hann. Aarhus Fremad er, eftir trivaliga 3­0 sigurin á heima­ vølli móti Hjørring leygar­ dagin, á fjórða plássinum eftir fimm leikumfør. Rumenar í trongum skóm Aarhus Fremad er eitt afturstig Krzyztof Popczynski er nú venjari hjá Aarhus Fremad Trýstið á rumenska venjaran er ovurhonds stórt, eftir at teir í fyrsta undankappingardystinum taptu 3-0 á heimavølli móti Litava Mynd: Polfoto Odmar Færø ikki tøkur Eftir 2­2 javnleikin í Aserbadjan leygardagin skal føroyska U21­ landsliðið longur aftur í eldin í kvøld. Tá skal útidysturin móti Grikkalandi avgreiðast. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Odmar Færø úr B36 ikki verður tøkur hjá venjarunum Bill McLeod Jacobsen og Heðini Askham í morgin. Hann er skaddur. Verjuleikarin, sum eisini hevur roynt seg á miðvøllinum, er einasta fráveran. Bill McLeod Jacobsen staðfestir á heimasíðuni hjá FSF, at hýrurin í føroyska ferðalagnum er góður, og ikki minst er úrslitið í Baku leygardagin orsøk til hetta. Hetta gevur somu­ leiðis vónir um, at føroyingarnir fara at standa seg væl móti Grikkalandi. Dysturin byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð. Mugu tekna til liðkapping Talvfeløgini verða nú biðin um at tekna lið til liðkappingina 2008/2009. Tey feløgini, sum hava lið í fremstu deildunum, eru hesi: 1. deild: Vestmanna 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Klaksvík 2, Havnin 1 og Havnin 2 (komið upp úr 2. deild). 2. deild: Toftir, Sandavágur 2, Klaksvík 3, Kollafjørður, Vestmanna 2 (komið niður úr 1. deild) og Rókur (komið upp úr 3.deild). Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini. Tilmeldinginar­ freistin er mikudagin 17. september. Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.