týsdagur 9. september 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 172 - 9. september 2008
Stutt Sagt
Al-Qaeda
hartar iranar
Ayman al-Zawahri, sum
verður hildin at vera vara-
leiðari í yvirgangsfelags-
skapinum al-Qaeda, kem-
ur við hvøssum atfinn-
ingum at Iran og iransku
leiðsluni á einum nýggjum
sjónbandi, sum júst er
almannakunngjørt á arab-
isku sjónvarpsrásini Al-
Jazeera.
Á sjónbandinum, sum
al-Qaeda hevur sent út í
sambandi við sjey ára
dagin síðani atsóknina at
New York og Washington
tann 11. septembur í
2001, leggur Ayman al-
Zawahiri iranska stýrið
undir at samstarva við
USA um atgerðirnar í
Irak og Afghanistan. Har-
afturat hartar hann iranska
stýrið, tí tað viðurkennir
stjórnirnar í Bagdad og
Kabul.
Næsti maður Osama
bin-Laden fýlist eisini á,
at ov fáir shiamuslimar
fara til Irak at berjast
ímóti teimum útlendsku
hermonnunum, sum al-
Zawahiri umrøður sum
krossfarar.
Oprah vil ikki
hava Palin
Kendi amerikanski sjón-
varpsverturi Oprah Win-
frey hevur elvt til nógv
orðaskifti í USA, tí hon
hevur sagt nei til at bjóða
republikanska varafor-
setavalevninum,
Sarah
Palin, at taka lut í einari
av sínum sera væl umtóktu
sendingum.
Oprah Winfrey hevur
ikki dult fyri, at hon styðj-
ar demokratin Barrack
Obama og vil hava hann
til amerikanskan forseta.
Fleiri amerikanskir fjøl-
miðlar og viðmerkjarar
siga, at tað er ikki annað
enn rímiligt, at Sarah
Palin verður boðin í eina
av sendingunum, sum ofta
snúgva seg um kvinnur og
evni, sum serliga hava
áhuga hjá kvinnum.
Oprah Winfrey vísir
atfinningunum aftur. Hon
sigur, at hon hevur gjørt
av, at einki av valevnunum
sleppur í hennara send-
ingar, og so er tað líka
mikið, um talan er um
menn ella kvinnur, sigur
hon. Hon ásannar, at
Sarah Palin er avgjørt ein
áhugaverdur gestur at fáa
í sjónvarpsstovuna, men
leggur afturat, at tað má
bíða til aftan á valið.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg fái meg ikki til at siga, at fascisman var ónd. Eg vil
heldur siga, at hon var torskild
borgarstjórin í Rom
útlond
Á landsfundinum hjá
republikanarunum
varð John McCain
tilnevndur forseta
valevni. Men hann
var ikki tað einasta
uppskotið
Undan
landsfundinum
høvdu luttakararnir fingið
at vita, at Ron Paul stillaði
upp ímóti John McCain, og
umboð úr fleiri statum
høvdu sagt, at tey ætlaðu
sær at atkvøða fyri avbjóð-
aranum. Men tá upptaljingin
bleiv kunngjørd, hevði Ron
Paul ikki fingið eina einastu
atkvøðu.
Los
Angeles
Times
skrivar, at Ron Paul fekk
atkvøður frá umboðum úr
nøkrum statum so sum
Alaska, Oklahoma, Oregon,
Washington
og
West
Virginia,
men
sambært
einum blaði í Oklahoma
bleiv
mikrofonin
í
fundarhølinum
sløkt,
tá
umboðini haðani skuldu
siga, hvønn tey styðjaðu.
Los Angeles Times skriv-
ar, at Mitt Romney, sum
kappaðist við John McCain
um
uppstillingina,
fekk
tvær atkvøður á landsfund-
inum, og tær blivu skrásett-
ar. Tær hjá Ron Paul hvurvu
á ein ella annan løgnan hátt,
skrivar
blaðið
og
rør
uppundir, at tað kanska
hevði samband við, at Ron
Paul hevur verið ein tann
harðasti mótstøðumaðurin
ímóti Irak-politikkinum hjá
Bush-stjórnini.
Bendt Bendtsen
gevst sum formaður
í Konservativa Fólka
flokkin um og sum
ráðharri í búskapar
og vinnumálum
Tað hevur ligið í luftini í
seinastuni, at formansskifti
var á veg í Konservativa
Fólkaflokkinum, og tí kom
tað ikki óvart á danir, tá
fjømiðlarnir í morgun boð-
aðu frá, at Bendt Bendtsen
hevði gjørt av at siga for-
mansstarvið og ráðharra-
sessin frá sær. Ístaðin fyri
fer hann at stilla upp til
Evropatingið.
Tað kom heldur ikki óvart
á nakran, at Lene Espersen
tekur við sum floksformaður
fyribils, tí hon hevur leingi
verið mett sum krúnprin-
sessan í flokkinum. Sam-
stundis sum hon tekur við
formansstarvinum, verður
Lene Espersen eisini bú-
skapar- og vinnumálaráð-
harri. Løgmálaráðið, sum
hon hevur umsitið, fara eft-
ir øllum at døma til floks-
felagan Brian Mikkelsen,
sum
frammanundan
er
mentamálaráðharri.
Enn er ógreitt, um Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharri, fer at nýta hetta
høvið
til
eina
størri
umskipan í stjórnini.
Bendt Bendtsen, sum er
54 ára gamal, hevur verið
formaður hjá teimum kon-
servativu síðani í novembur
í 2000 og búskapar- og
vinnumálaráðharri
síðani
juni í 2002.
Í Póllandi er ein 45
ára gamal maður
skuldsettur fyri at
hava havt eina dóttir
sum fanga og fyri at
hava fingið tvey børn
við henni
Løgreglan tók tann 45 ára
gamla mannin, eftir at
dóttirin og mamman høvdu
greitt løgregluni frá tí, sum
hent var. Maðurin royndi at
flýggja, men hann bleiv
tikin í býnum Siedlca mið-
skeiðis í landinum. Í gjár var
hann í rættinum í Siemia-
tycze, har dómarin gjørdi av
at seta hann í varðhald, og
har skal hann sita teir næstu
tríggjar
mánaðirnar,
so
løgreglan fær stundir til at
kanna málið nærri.
Sambært
fronsku
tíð-
indastovuni AFP hevur tann
21 ára gamla dóttirin greitt
løgregluni frá, at hon hevur
verið fangi hjá pápanum,
og at hann hevur neyðtikið
hana fleiri ferðir, síðani hon
var 14 ára gomul. Í februar
í 2005 fekk hon eitt barn og
aftur í januar í 2007, og
løgreglan í Siemiatycze
heldur fyri vist, at hon fekk
bæði børnini, eftir at pápin
hevði neyðtikið hana. Undir
avhoyringum hevur dóttirin
sagt, at pápin noyddi seg at
lata børnini frá sær.
Fyrr í ár bórust tíðindi
um eitt líknandi mál í
Eysturríki, har tann nú 73
ára gamli Josef Fritzl er
skuldsettur fyri at hava havt
dóttir sína sitandi fanga í
kjallaranum í 24 ár og fyri
at hava fingið sjey børn við
henni.
- Í ein ávísan mun kunnu
vit siga, at hetta málið líkist
Fritzl-málinum, sigur polski
l ø g r eg l u t a l s m a ð u r i n
Mariusz Sokolowski við
sjónvarpið TVN24.
DNA-kanningar
Løgreglan fer nú at biðja
um kanningar, so tað kann
staðfest, um tann 45 ára
gamli maðurin er pápi teir
báðar smádreingirnar, sum
dóttirin fekk. Millum annað
ætlar løgreglan at fáa fatur
á teimum báðum dreingj-
unum og at taka DNA-
royndir av teimum, sum tað
kann staðfestast, um tann
45 ára gamli er pápi teirra.
Talsmaðurin hjá løgregluni
sigur, at báðir dreingirnir
vórðu ættleiddir, meðan teir
vóru á sjúkrahúsi, og tí
verður nú kannað, hvar teir
eru í dag, skrivar AFP.
Sambært polskum miðl-
um skal kvinnan hava
greittløgregluni frá, at hon
var innistongd í einum
rúmi, og at hon bara slapp
út nakrar fáar ferðir, eitt nú
tær báðar ferðirnar, tá hon
skuldu eiga. Hon skal eisini
hava greitt frá, at hon slapp
ongantíð út einsamøll, men
at pápin altíð var við henni.
Ron Paul
Mynd: Polfoto
Hansara atkvøður hvurvu
Bendt Bendtsen
Mynd: Polfoto
Bendt Bendtsen fer frá
Tveir løgreglumenn leiða
tann 45 ára gamla mannin út
úr dómhúsinum
Mynd: Reuters
Fekk tvey børn við dóttur síni