Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 9. september 2008 29 lýsingar Innbjóðing Í sambandi við vitjanina frá Dansk Projektle- delse v/ Morten Fangel, bjóðar FVL til evnis- dag um verkætlanarleiðslu fríggjadagin 12. september á Hotel Hafnia, Høllini. Evnisdagurin er ætlaður bæði almennu um- sitingini og vinnulívinum og vendir sær serliga til fólk við ábyrgd fyri verkætlanum, og annars teimum, ið hava áhuga at menna sín førleika innan verkætlanarleiðslu. Fyrrapartin kl. 9.00 – 12.00 verður fyrilesturin: “Tendenser i Nordisk Projektledelse” við Morten Fangel. Evnini, sum verða viðgjørd eru serliga málrættað tykkum sum eru virkin í stýrisbólkaarbeiði, t.d. • Uppgáva, manning av stýrisbólkum • Teir ymisku leiklutirnir í verkætlanarleiðslu • Samstarvið millum stýrisbólkaformannin og verkætlanarleiðaran • Tilrættalegging av verkætlanarleiðsluni • Verkætlanar- og leiðslumyndlar Tilmelding fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á konto felagsins, sum er 9181 1484534. Lut- tøkugjaldið er 300 kr. fyri limir og 500 kr. fyri ikki limir. Íroknað kaffi/te og morgunmatur. Seinnapartin kl. 13.00 – 15.00 verður kunning um IPMA sertifiseringina. Øll ið hava áhuga fyri sertifisering ella ætla sær at melda seg til sertifisering, sum skipað verður fyri í vetur, er vælkomin. Tað er ókeypis at luttaka og tilmelding er ikki neyðug. Morten Fangel Morten Fangel er stjóri hjá Dansk Projektledelse og hevur staðið á odda fyri menningini av altjóða IPMA sertifiseringini. Morten Fangel hevur granskað, skrivað bøkur, ritstjórnað søvnum og tíðarritum um verkætlanarleiðslu. Umframt holla útbúgving og vitan er Morten Fangel eisini kendur fyri síni heilt serstøku evni at bera fram sína vitan um verkætlanarleiðslu, bæði til toppleiðslur, verkætlanarleiðarar og - starvsfólk – bæði sum ráðgevi, fyrilestrarhaldari og sum undirvísari á skeiðum og vísindaligum ráðstevnum. Øll eru vælkomin. Íbúð á Boðaneshamri til sølu Nýggj og snotulig íbúð, 76,5 m2, á Boðaneshamri við frálíkum útsýni yvir Nólsoyarfjørð er til sølu. Íbúðin er innrættað soleiðis: Durur, køkur og spísistova í einum við dragihurð inn í dagligstovu, altan við útgongd frá spísi- og dagligstovu, kamar við klædnarrúmi og baðirúm við brúsu. Við í keypinum eru hvítvørur og flatskermur umframt eitt úthús á 4 m2. Íbúðin er ein endaíbúð á 1. hædd í blokki 1 og verður seld, um nóg høgt boð fæst. Nærri fæst at vita við at venda sær til skrivstovuna, Káru á Dunga. ADVOKATSKRIVSTOVAN Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Aksel V. Johannesen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. ft. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Tvíhús til sølu á Heygsvegnum 16 Tórshavn VALBJØRN DALSGARÐ RYGSGØTA 20 FO-160 ARGIR TLF 319279 MOBIL 512118 FAX 312118 MAIL VALBJORN@VALBJORN.FO WWW.VALBJORN.FO Talan er um eini nýgg tvíhús har alt er gjørt bæði innan og uttan. Húsini eru í tveimun hæddum, á veghæddini eru 3 kømur, baðiverilsi, bryggers og gongd, á 1. hædd er stova og køkur við atgongd til altan, kamar við atgongd til altan og baðirúm. Húsini liggja væl fyri, 10.min oman í býin, sera góðan sólargang og gott útsýnið. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst, minsta boð er 2.450.000 kr. Renault Laguna til sølu Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu- spælara og el-rútar. Bilurin er enskur, men er skrásettur í Føroyum og er góður at koyra. Verður seldur SERA BÍLIGA vegna flyting. Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081 Bíliga til sølu Jørð í Nólsoy til sølu Um nóg høgt boð fæst, er 1 gyllin uttangarðs, matr. nr. 210 Heimara helvt í Nólsoy, og matr. nr. 114 innangarðs í Nólsoy, til sølu. Áhugað kunnu ringja 580127 veitst tú ikki tað?