týsdagur 9. september 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 172 - 9. september 2008
lýsingar
Starv á Fróðskaparsetri Føroya
Endurlýsing
Lektari/adjunktur
í samfelagsfrøði
Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum
er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í sam-
felagsfrøði leyst at søkja. Starvið verður sett sum
lektarastarv, og tann ið settur verður, skal virka fyri
at menna gransking, útbúgving og undirvísing í
samfelagsfrøði á deildini. Um so er at eingin við
lektaraførleika søkir, kann starvið verða sett sum
adjunktstarv.
Starvsøki:
Granskingarparturin verður tengdur at serøki um-
søkjarans. Samstarv innan- og uttanseturs er týdn-
ingarmikið í starvinum.
Undirvísingarparturin fevnir um at hava ábyrgd av
útbúgvingini í stjórnmálafrøði og breiðari sam-
felagsfrøði og at undirvísa. Tann, ið settur verður,
skal eisini vera við til at endurskoða núverandi B.
S.Sc.- útbúgving í stjórnmálafrøði, áðrenn studentar
verða tiknir upp til nýtt nám at byrja á heysti 2009.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu umframt kandidatútbúgving sum
stjórnmálafrøðingur ella líknandi frøðigrein hava
granskaraútbúgving á Ph.d. stigi og undirvísingar-
royndir. Verðrur starvið sett sum adjunktstarv, skal
umsøkjarin vera ávegis í eini granskaraútbúgving
ella saman við umsóknini senda eitt verkætlanarupprit
um slíka.
Við umsóknum skulu fylgja avrit av vísindaligum
avrikum í trimum eintøkum, eins og umsøkjarar
skulu lýsa undirvísingarroyndir sínar.
Sett verður metingarnevnd at meta um førleikarnar
hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør
umsøkjari fær sendandi metingina um sínar før-
leikar.
Starvið verður at seta sum skjótast. Umsóknarfreistin
er 12. september 2008.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum
landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær
til deildarleiðaran Elin Súsonnu Jacobsen, telefon
352583/226495, elinsj@setur.fo ella til Beintu í
Jákupsstovu, telefon 352582, beinta@setur.fo. Upp-
lýsingar um virksemi á Fróðskaparsetrinum eru at
finna á heimasíðuni: www.setur.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. SVABOS GØTU 14 – POSTRÚM 272 – FO-110 TÓRSHAVN
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Fobiskeið
Hevur tú onkra fobi – er sera bangin
fyri onkrum ávísum – kanst tú fáa góða
viðgerð og samstundis læra teg at
viðgera teg sjálva/sjálvan.
Skeiðið verður tann 19. og 20. sept.
kl. 10.00-16.00.
Stað: Tinghúsvegur 18, Tórshavn
Tilmelding á tlf. 21 82 86
SÁLARFRØÐIDEPILIN
V/JEGVAN BÆK
AUT. SÁLARFRØÐINGUR
TINGHÚSVEGUR 18
TÓRSHAVN
LANDSGRANNSKOÐANIN
søkir eftir starvsfólki
Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1.
november 2008 ella eftir avtalu. Arbeiðið
á stovninum er áhugavert, fjølbroytt og
sjálvstøðugt og fevnir um at grannskoða
almennar stovnar, skipanir og virkir. Eisini
ber til at laga arbeiðsuppgávur eftir førleika
og áhuga.
Førleikakrøv:
Hægri útbúgving innan grannskoðan, rokn-
skap, løgfrøði, kunningartøkni o.l., ella
royndir innan almenna ella privata umsiting
eru avgjørt fyrimunir, men ikki treytir.
Vit leggja dent á, at viðkomandi hevur góð
samstarvsevni, er arbeiðssamur, nærlagdur,
dugir væl at skriva og samskifta við stovnar
og starvsfelagar.
Útbúgvingarmøguleikar:
Á Landsgrannskoðanini bjóða vit starvsfólki
okkara útbúgving og eftirútbúgving. Vit
samstarva við norðurlendsku ríkisgrann-
skoðanirnar, og í tí sambandinum stendur
starvsfólkunum í boði at fara á skeið
ella at arbeiða styttri tíðarskeið í hinum
norðurlondunum.
Lønar- og setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og við-
komandi yrkisfelag.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
viðmælum o.ø. skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðagøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella sum teldupostur: postur@lg.fo.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 26. september 2008. Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á
tlf. 355100. Fyrispurningar verða viðgjørdir
í trúnaði.
Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrann-
skoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo.
Landsgrannskoðanin
LANDSGRANNSKOÐANIN ER EIN ÓHEFTUR STOVNUR UNDIR
LØGTINGINUM, SUM VIRKAR SAMBÆRT LL. NR. 25 FRÁ 21. APRÍL
1999 ”UM GRANNSKOÐAN AV LANDSROKNSKAPINUM V.M.” LANDS-
GRANNSKOÐANIN ANSAR EFTIR, AT LANDSROKNSKAPURIN ER RÆTTUR, AT
ROKNSKAPAR- OG EFTIRLITSSKIPANIR ERU TRYGGAR, AT PENINGURIN ER
BRÚKTUR SAMSVARANDI GALDANDI JÁTTANUM, LÓGUM OG FYRISKIPANUM,
OG AT UMSITINGIN ER SPARIN OG VIRKIN. LANDSGRANNSKOÐARIN ER
SKRIVARI HJÁ LØGTINGSGRANNSKOÐARUNUM, OG TÍ FYRIREIKAR OG
AVGREIÐIR LANDSGRANN¬SKOÐANIN MÁL VEGNA LØGTINGSGRANNSKOÐA
RARNAR, SUM M.A. GJØGNUMGANGA OG LEGGJA ALMENNAR ROKNSKAPIR
FYRI LØGTINGIÐ AT GÓÐKENNA.
LÆRARAR TIL
KOLLAFJARÐAR SKÚLA
Vegna farloyvi verður søkt eftir lærara til Kolla-
farðar skúla at byrja 20. oktobur 2008.
Starvið er fulltíðarstarv, ið er sáttmálasett og
tíðaravmarkað til 30. juni 2009.
Í Kollafarðar skúla ganga 134 næmingar í 1. til 9.
flokk.
15 lærarar at starvast í skúlanum.
Kollafarðar skúli er ein eitt-sporaður skúli við 9
árgangum.
Vit arbeiða í trimum deildum við einum lærara-
toymi í hvørjari deild.
Býtt er soleiðis: 1.-3. flokkur, 4.-6. flokkur og 7.-9.
flokkur.
Vit sóknast eftir lærara, ið kann átaka sær undir-
vísing í yngstu deildini.
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving.
Tó kann annað fólk verða sett, um eingin lærari
søkir.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 29.2.
Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og
møguligum viðmælum, verður at senda til:
Kollafarðar skúla
Botnavegi 2
FO-410 Kollafirði
í seinasta lagi mikudagin 24. septembur 2008 kl.
12.00.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum
til skúlastjóran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella
22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@
skulin.fo.
Íbúð ynskist
Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. januar 2009
til eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um.
Ring á tlf. 211322
Bátur til sølu
6 mannafar til sølu, við fiskiloyvi,
sum krevur ábøtur.
Kostnaður 10.000,00 kr.
Ring á tel. 218240