týsdagur 9. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hesaferð
Sandoy & Skúvoy
19. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og
sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti
í náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við
misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst
ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast
av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu
myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk
koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í
Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan,
Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til
Tórshavnar kommunu, sum fyri kortum hevði umhvørvisviku,
og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri,
Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri
skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr
Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti
Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av
Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var
nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði
so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8.
parti høvdu vit myndir av Oyrabakka, frá Norðskála og úr
Svínáum, sum eisini hoyra til Sunda kommunu. 9. partur var
úr Ljósáum og av Eiði. Í 9. parti vóru vit í teimum tveimum
bygdunum í Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði, 10. partur var úr
norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv og úr Funningi, sum
frá 1. januar fer upp í Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur
vóru úr Klaksvík, men 13. partur var úr teimum smærru
bygdunum í Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við Strond. Í
14. parti vitjaðu vit í Haraldsundi, Kunoy og Árnafirði, í 15.
parti otaðu við okkum norður til Norðtoftir, Norðdepil,
Hvannasund og Viðareiði, og í 16. Parti vóru vit aftur í
Streymoynni við bygdunum fyri vestan, Skælingi og
Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at undirritaðu
onki órudd funnu í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík.
Tillukku við tí, tit íbúgva har. Seinast stóð Føroya reinasta
bygd í 2008 fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at
fara eftir. Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við
havnalagið Miðvágs-Sandavágs havn. Í 18. parti hildu vit
fram í Vágum við hinum bygdunum í oynni; Vatnsoyrum,
Sørvági, Bø og Gásadali.
Hesin 19. partur hevur myndir úr Sandoynni og úr Skúvoy.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við
ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda
tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á
eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at
Heimsins reinasta
Nr. 172 - 9. september 2008
36
Skúvoy
Sandur
Skarvanes
Skúvoy
Sandur
Skopun
Skopun
Skálavík
Sandur