týsdagur 9. september 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
a oyggjaland
hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava
tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma
heiður? Um tey yvirhøvur hava verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er
ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini
av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava
talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa
til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í
øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri,
enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part.
Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at
fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við
at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á
slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar,
jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri
skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina av, at hetta kann lata seg gera?
Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar
megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av
landinum.
Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit.
Allur bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og
burturkast, hava bæði Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at
rudda upp á kommunalum vegum og økjum. Eisini hevur Klaksvíkar
kommuna tikið stig til at rudda upp ymsastaðni.
Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við.
Nr. 172 - 9. september 2008
37
Skopun
Skopun
Húsavík
Sandur
Skopun
Skopun
Skopun
Skopun