Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 173 - 10. september 2008 Gerhard Lognberg sigur, hann fekk ongar sømdir í hansara egna flokki og tí noyddust hann at kasta saman við andstøðuna NevNdarval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg fekk ongar sømdir í mínum egna flokki og tí varð eg noyddur at kasta saman við andstøðuni. Gerhard Lognberg sigur, at nú Løgtingið skal velja løgtingsnevndirnar av nýggjum, var hann mestsum tveittur í føvningin á and- støðuni. Hann segði seg úr sam- gonguni herfyri, men er framvegis limur í Javnaðar- flokkinum. Men hann sigur, at síðani hevur onki samband verið ímillum hann og Javnaðar- flokkurin og nú nevndirnar skulu veljast av nýggjum, hevur flokkurin ikki vent sær til hansara. Síðani hann fór úr sam- gonguni, hevur Javnaðar- flokkurin koyrt Gerhard Lognberg frá sum framsøgu- mann floksins í fiskivinnu- málum og hann sigur, at flokkurin hevur als ikki tosað við hann yvirhøvur, nú nevndirnar skulu veljast umaftur. - Javnaðarflokkurin hevur lagt meg á ís og tí eri eg vísir í, at flokkurin hevði koyrt meg úr vinnunevndini. - Sostatt hevði eg ongan møguleika enn at fara í val- bólk saman við andstøðuni. Hann leggur afturat, at and- støðan hevur tryggjað hon- um, at hann varðveitir sess- in í vinnunevndini. Tekur støðu so hvørt Men hetta merkir ikki, at Gerhard Lognberg verður fastur samstarvsfelagi hjá andstøðuni. - Tá ið eg fór úr samgong- uni, boðaði eg samstundis frá, at eg fór at taka støðu frá máli til mál og at atkvøða saman við sam- gonguni í teimum málum, eg kundi taka undir við og tann støðan er ikki broytt, sigur Gerhard Lognberg. Hann leggur afturat, at hann ætlar sær framvegis ikki úr Javnaðarflokkinum. - At eg segði meg úr sam- gonguni, hevði onki við mín leiklut í Javnaðarflokk- inum at gera. John Johannessen, for- maður í Javnaðarflokkinum á tingi, er burturstaddur, men hann hevur áður sagt fyri Sosialinum, at flokkurin fer sjálvandi ikki at lata ein tinglim uttanfyri samgong- una, umboða flokkin málum og í nevndum, sum hava við samgonguna at gera. Tveittur í føvn­ ingin á Kaj Leo og Jørgen Tað kann prógvast við turrum tølum, at onki hald er í æviga páhaldinum hjá Fólkaflokkinum um, at tað er bara at lækka skattin, so hækka inntøkurnar hjá landskassanum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Skattur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið vit lækka skattin, setir tað ferð á búskapin og úrslitið er, at landskassin fær meiri inn í skatti. Hetta hevur verið ein kongstanki hjá Fólkaflokk- inum, sum hann ferð eftir ferð hevur ført fram hesi seinastu árini. Men nú sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at hann kann prógva við turrum tølum, at tað er pura onki hald í hes- um æviga pásandinum, sum hann málber seg. Hann sigur sostatt, at onki hald er í páhaldinum hjá Fólkaflokkinum um, at tað er bara at lækka skattin, so kemur meiri inn í Lands- kassan. Fólkaflokkurin førdi hetta sama páhaldið fram aftur í Løgtinginum fleiri ferðir í gjár, tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um at strika ætlaðu skattalækking- ar næsta ár. Men hesum vísti Karsten Hansen aftur og hann segði enntá, at hann kundi prógva tað. Hann segði, at taka vit fyrstu átta mánaðirnar í ár, hava lønarútgjaldingarnar í vanligum inntøkum verið 160 milliónir størri enn tær vóru teir fyrstu átta mánað- irnar í í fjør. Men samstundis hevur landskassin fingið sjey milliónir minni inn í lands- kassan í skatti. - Roknistykkið hjá Fólka- flokkinum passar ikki, í hvussu so er ikki altíð. Hetta eru tøl, vit kunnu fyri- halda okkum til og tey vísa at ongin króna er komin inn í landskassan av skattalækk- ingunum, segði Karsten Hansen. Roknistykkið hjá Fólkaflokki­ num gongur ikki upp Gerhard Lognberg í sam­ starv við andstøð­ una Nú nevndirnar hjá løgtinginum skulu veljast av nýggjum, hevur Gerhard Lognberg gjørt av at fara í part við andstøðuni NevNdarval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gerhard Lognberg í Javnaðarflokkinum, fer í part við andstøðuni, nú tingnevndirnar hjá løg- tinginum skulu veljast av nýggjum. Tað boðaðu partarnir frá í gjárkvøldið. Sostatt er greitt, at Gerhard Lognberg vendir samgonguni bakið í hesum føri og ístaðin fer í valbólk við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, tá ið nevndarvalið verður. Men tað verður í øllum førum ikki fyrrenn tann 16. september, at nevnd- arval verður tí tá verður næsti tingfundur og tá verður eisini til viðgerar uppskot um at velja nevndirnar av nýggjum. Gerhard Lognberg hev- ur verið limur í vinnu- nevndini og hann hevur alla tíðina tvíhildið um, at tann sessin vil hann varðveita. Men av tí, at hann fór úr samgonguni herfyri, var lítið sannlíkt, fyri ikki at siga ómøguligt, at Javnaðarflokkurin hevði valt hann aftur í vinnu- nevndina og tí fer hann í valbólk við andstøðuna fyri at tryggja sær, at hann varðveitir sessin. - Tey turru tølini vísa, at onki hald er í æviga páhaldinum hjá Fólkaflokkinum um, at tað er bara at lækka skattin, so koma fleiri inntøkur í landskassan, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Javnaðarflokkurin hevur lagt meg á ís og tí hevði eg ongan annan møguleika, sigur Gerhard Lognberg Norður Korea noktar fyri at leiðarin er sjúkur Norður Koreanski leiðarin, Kim Jong Il, møtti ikki til eina skrúðgongu, sum varð hildin fyri 60 ára stovningardegnum hjá Norður Korea. Fyrr hava vesturlendskar fregnartænastur verið við, at leiðarin hevur havt eitt hjartaslag, men hesum nokta norðurkoreanar fullkomi- liga. Teir siga at leiðarin hevur verið undir skurði, men at talan á ong- an hátt er um nakað lívshóttandi. Hinvegin siga norðurkoreanar orsøk- ina til, at Kim Jong Il ikki møtti til skrúðgonguna vera, at ætlanin var at hann skuldi vera við, men at teir vildu vera heilt tryggir við støð- una, aftaná skurðviðgerðina áðrenn leiðarin vísir seg alment. Espesen føroyskt samband Nýggi formaðurin í danska Konservativa flokkinum, Lene Espersen, er sum kunnugt frá Norðurjútlandi, nærri sagt Hirtshals. Hon er av einari stórari danskari reiðarífamilju, og pápi hennara, Ole Peter Espersen, er reiðari fyri skipum sum Strømegg, Strømfjord og Strømsund. Hetta eru nótabátar, sum fiska út frá Hirtshals. Tað hava nógvir føroyingar siglt við Strøm-bátunum hjá Espersen reiðarínum, og tí hevur nýggi danski varaforsætismálaráð harrin eitt ávíst føroyskt samband. Hvussu nógv hon hevur verið í sambandi við manningina á skipunum hjá pápa sínum er so ein annar spurningur.