Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 173 - 10. september 2008 RúsevniR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vanliga verða umleið 30 fólk tikin av løgreglu og tollvaldið í samband við smugling av rúsevnum. Vit eru mitt í spetembur, og longu eru teir næstan kom­ nir til hetta tal. Saman við einum vøkstri, sum plagar at vera um jóltíðir kann væntast, at árið í ár setir met viðvíkjandi talið av tiknum fólkum. Hinvegin er ilt at siga nakað um mongdina, tí vanliga koma eini trý kilo av hassji til landið um árið, og í ár hava teir frá tollvaldinum og løg­ regluni bert lagt hald á umleið eitt og eitt hálvt kilo av hassji. Tá talan er um mongd er tó langt frá, at árið í ár setir met, tí í 2003 varð næstan lagt hald á 50 kilo. Sambært Kjartani Dam Joensen, yvirtollara, kom ovurhonds stóra mongdin í 2003 av, at tollvaldið í Føroyum tók tveir ymiskar smuglarar, sum hvør í sær høvdu 20 kilo. Men Kjartan Joensen leggur dent á, at talan var um ferðafólk, ið ikki skuldu til Føroyar, men bert vóru her ávegis til Íslands. Nýggjur hundur Ein stórur munur á árinum í ár og undanfarin ár, er at tollvaldið í fjør fekk ein nýggjan hund, sum sambært teimum sjálvum hevur effektiviserað arbeiðið í samband við rúsevnir við mørkini sera nógv. Í dag hevur tollvaldið tveir hund­ ar og løgreglan ein. Hetta eru sokallaðir hassjhundar, men teir lukta eisini onnur rúsevni. ­ Til dømis var tað ein hundur hjá okkum sum markeraði á bilin hjá eldra manninum, ið var tikin í Íslandi við 20 kilo av hassji fyri kortum, sigur yvirtoll­ arin. Sambært Kjartani Joen­ sen er hundurin, sum er komin afturat, nakað teir eru sera fegnir um, tí nú kunnu teir dekka eitt nógv størri økið, enn teir fyrr kundu, tá bert tveir hassj­ hundar vóru í landinum. Prísvøkstur í Føroyum Vanliga verður mett, at nógv rúsevnir eru á gøtun­ um, men sambært útsøgnum hjá løgregluni er annað hvørt útboðið vaksið ella eftirspurningurin minkað­ ur. ­ Sum vit skilja á lagnum er, er prísurin farin úr umleið 250 krónum til umleið 350 krónur fyri grammið av hassji. Vit meta sjálvir, at tað ikki er eftir­ spurningurin, sum er vaks­ in, men heldur útboðið, sum er minkað, sigur Brynj­ er Johannesen frá narkopol­ itinum. Brynjer Johannesen legg­ ur eisini stóran dent á sam­ starvið, løgreglan hevur við tollvaldið. Tí flestu rús­ evnini vera tikin á flogvøll­ inum, á farstøðini og á posthúsunum. ­ Aftaná rúsevnini eru komin inn til landið er tor­ førari at fáa fatur í teimum, serliga rúsevnini í tablettum eru torfør at finna, tí onki forarbeiði skal gerast, áðrenn tær vera nýttar. Hin­ vegin er lættari viðvíkjandi kokaini og speed, at longri fyrireikingartíð skal til leggur Brynjer Johannesen afturat. Broytt smuglimynstur Seinastu árini er ein stór broyting farin fram í sam­ band við smugling til Føroyar. ­ Fyrr var ofta talan um lutfalsliga stórar mongdir. Í dag er tað sum oftast talan um rættiliga smáar mongdir, hvør einstakur hevur uppi á sær, sigur yvirtollarin. Orsøkin kann vera, at tað er torførari hjá hundinum at finna fram til smáu mongd­ irnar, og tí vilja fólk heldur royna henda møguleika. Men tað kann eisini hava nakað at siga, at revsingin fyri smáar mongdir – til egna nýtslu – er nógv linari enn revsingin, um smugl­ ingin verður gjørd við sølu fyri eygað. Frá tollvaldinum siga teir eisini, at tey flestu, ið vera tikin eru búsitandi í Føroy­ um, og tí kenna teir fleiri aftur. Harafturat metir Kjart­ an Dam Joensen, at ongin árstíð veruliga er høgtíð hjá rúsevnunum. Men frá løgregluni siga teir tað vera ábendingar um, at summarið og seinasti mánaðin eru tíð­ in, tá flest rúsevnir eru at finna uppi á fólkið, ið koma til landið. Ein onnur broytin í smugl­ ingini, er at fleiri fólk eru farin at smugla rúsevnir inn­ vortis. Tað vil siga, at rús­ evnini verða løgd í okkurt slag av verju, fyri síðani at vera svølgd. Tá náttúran gongur sína gongd fæst so aftur fatur á rúsevnunum. Ongantíð so nógvir s Hóast vit bert eru í septemburmánaði, hava tollvaldið og løgreglan longu tikið sama tal rúsevnismuglarum, sum teir vanliga taka í eitt heilt ár. Harafturat hava stovnarnir eina fatan av, at alsamt fleiri smugla rúsevnini innvortis Barnatiltøk á Klaksvíkar bókasavni Nú heystið so smátt er komið, fer Klaksvíkar bókasavn aftur at skipa fyri tiltøkum fyri børnum í skúlaaldri. Fyrsta tiltakið verður mikudagin 17. september kl. 17.00. Tá verður møguleiki hjá børnunum at koma á bókasavnið at gera ymiskt spennandi úr pappíri eisini kalla origami. Síðani verður eitt tiltak um mánaðin fram til maimánaða. Ymiskt er, hvat verður á skránni, og skrá yvir tiltøkini fæst á bókasavninum. Saman við barnaansingar­ stovnunum hevur bókasavnið í fleiri ár skipað fyri tiltøkum fyri børn undir skúlaaldur. Hesi tiltøk eru fríggjamorgnar kl. 10.30. Næsta tiltak verður 19. september fyri tey 0 ­ 3 ára gomlu, og verður tað Dr. Margrethes Barnagarður, ið skipar fyri. Skrá yvir hesi tiltøk fæst eisini á bókasavninum. Peter Aalbæk dámar ikki børn Peter Aalbæk, sum er dómari í kappingini Talent 2008 greiðir í bloggi sínum frá, hví hann hevur nakað ímóti at børn eru við í Talent kappingini. ­ Tað er ongin meining í at hugsa um børn á einum palli sum børn, eg havi til uppgávu at finna talent. Hvat um børnini onki talent hava? Eg vil nógv heldur senda børn grátandi av pallinum í dag, enn at niðurbróta tey mentalt um 5 mánaðir, tí øll mugu vera klár yvir hvussu stóra ávirkan hetta fær á børnini. Hann leggur afturat, at talent er ikki nakað, ið sæst á einum palli í 45 sekund, men nakað, ið liggur nógv djypri og tað er eisini ein orsøk til at hann er sera umhugsin, tá talan er um børn.