mikudagur 10. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 173 - 10. september 2008
smuglarar tiknir
- Fólk eru farin at smugla
rættiliga nógv innvortis.
Tað ger rúsevnini torførari
hjá okkum at finna. Men
vit hava tikið fleiri, sum
hundurin hevur markera
sterkt við, síðani hava vit
koyrt tey í røntgu ella skann-
ara og har funnið rúsevnir
inni í fólkum, sum vit ikki
hava funnið nakað uppiá.
Álvarligar fylgjur
Tá ið mann smuglar inn-
vortis, er tað vanliga hítir
ella »kinderegg«, ið vera
nýtt. Í sær sjálvum er tað
ikki so vandamikið, men
trupulleikin er tá hol kemur
á.
- Tað, sum hendur, er at
mann fær eina yvirdosis,
tað veldst sjálvandi um
mongdirnar, men í ringasta
føri doyr mann av tí. Sjúku-
eyðkennini eru tey somu
fyri øll rúsevnir, men fylgj-
urnar valdast altíð mongd-
irnar. Mest vanligu eyð-
kennini eru krampar, at fólk
gevast at anda, at hjarta-
rútman gerst óreglulig og
yvirhiting, sigur Elin Jen-
sen, narkosulækni á Lands-
sjúkrahúsinum.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tað ikki bara er
vandi fyri fongsulsrevsing,
men eisini veruligur deyðs-
vandi, tá onkur smuglar rús-
evnir innvortis.
Sølumynstrið
er broytt
Samstundis sum smugli-
mynstrið er broytt, er sølu-
mynstrið eisini broytt mun-
andi, sambært løgregluni.
- Fyrr hava vit onkuntíð
havt fólk aftanfyri alt –
sokallaðir bakmenn – sum
hava vunnið nógvan pening
við at innflyta nógv hassj,
soleiðis fata vit tað ikki at
vera í dag. Heldur er talan
um, at onkur hevur verið utt-
anlands, og har hevur keypt
nøkur gramm, sum tey síð-
ani selja í einum umhvørvið
tey finna passandi, sigur
Brynjer
Johannesen
frá
narkopolitinum.
So talan er ikki um skip-
aðan kriminalitet, sum onk-
untíð fyrr hevur verið, men
heldur smáseljarar, ið vinna
pening til sína egnu nýtslu
av rúsevnum. Tað er sama
fatan sum tollvaldið hevur.
- Grundin til at fólk halda
tað vera so nógv rúsevnir,
er at vit sjálvandi ikki fanga
øll, og tí kann tað henda, at
til dømis eini 20 gramm av
hassji koma í umfar eitt
vikuskifti og tað er nakað,
fólk leggja til merkis, men
tað merkir bara, at onkur
einstakur er komin ígjøg-
num, sigur Brynjer Johanne-
sen, narkopolitistur.
Bæði frá tollvaldinum og
løgregluni fortelja teir, at
mongdin av rúsevnum ikki
er vaksin seinastu árini,
men heldur eru sterkaru rús-
evnini, so sum amfetamin
og kokain – saman við tabl-
ettum – vorðin meira vanlig
enn tey fyrr hava verið.
- Sum vit skilja á lagnum er, er
prísurin farin úr umleið 250 krónum
til umleið 350 krónur fyri grammið
av hassji. Vit meta sjálvir, at tað
ikki er eftirspurningurin, sum er
vaksin, men heldur útboðið, sum er
minkað, sigur Brynjer Johannesen frá
narkopolitinum
Tá ið fólk smugla innvortis, eru tað vanliga hítir ella »kinderegg«, ið vera nýtt. Í sær
sjálvum er tað ikki so vandamikið, men trupulleikin er tá hol kemur á
Dómadagsmaskinan sett
í gongd
Ein roynd at eftirgera Big Bang er byrjað í Sveis í morgun.
Klokkan hálvgum níggju trýstu granskararnir í CERN-
verkætlanini á knøttin, sum byrjaði royndina, um eftir ætlanini
skal siga vísindini, hvussu alheimurin varð til. Royndin verður
gjørd í einum 27 kilometrar longum tunli 90 metrar undir jørð
á markinum millum Sveis og Frakland. Nøkur vísindafólk siga,
at royndin kann gera eitt stórt sokallað ”svart hol”, og at Jørðin
kann hvørva í tí. Teir flestu granskararnir siga hinvegin, at
vandin er sera, sera lítil.
Døglingar í Hvalba
Fýra døglingar løgdu beinini á sandinum í Hvalba
fyrrapartin í gjár. Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Sum
skilst vóru døglingarnir eitt sindur størri enn teir, sum
løgdu beinini í Sandvík tann 20. august. Umleið seks tons
av tvøsti fingust burtur úr teimum fýra døglingunum, og
tað bleiv býtt til borgararnar í Hvalbiar sókn.