mikudagur 10. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 173 - 10. september 2008
Norski línubáturin
Torita I, sum er
smíðaður í 1978,
fiskaði í fjør fyri 24
miljónir norskar
krónur
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línubáturin Torita I úr
Ellingsøy í Noregi man
vera kendur av fleiri føroy
ingum. Báturin, sum er
slakar 40 metrar langur, er
smíðaður í 1978 og um
bygdur í 1983.
Í fjør fiskaði Torita I fyri
heili 24 miljónir norskar
krónur, sum má sigast at
vera eitt stórt tal.
Í ársroknskapinum sigur
felagið, sum eigur skipið,
at tað er eitt minni skips
reiðarí í Ålesund kommunu,
sum eigur Toritu I.
Hýsuog toskakvotan hjá
línubátinum í ár er ávikavist
181 og 217 tons. Haraftrat
kann skipið fiska frítt eftir
eitt nú brosmu, longu og
steinbíti.
Raksturin av Toritu I gav
í fjør eitt avlop upp á til
samans 2,4 miljónir norskar
krónur.
Til samanburðar kann
nevnast, at besti línubáturin
í føroyska fiskiskipaflotan
um í fjør Klakkur fiskaði
fyri einar 17 miljónir krónur
í okkara peningi.
Tað er FiskeribladetFiska
ren, sum ber tíðindini um
Toritu I á síni heimasíðu.
Bjargingarbáturin Lív
hjá Landsfelagnum
fyri Bjargingarfeløg
(LFB) hevur nú fingið
sína føstu atløgu í
Vágsbotni. – Okkum
er víst stór vælvild frá
øllum síðum, sigur
umsjónarmaðurin,
Jens Hansen
Lív
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Næstsíðsta leygardag varð
nýggja atløgan hjá bjarg
ingarbátinum Lív løgd út í
Vágsbotni.
Vit hava fingið atløgu
plássið ókeypis frá Tórs
havnar kommunu, og har
aftrat hava vit fingið loyvi
at brúka 12.000 kWh í
streymi ókeypis um árið.
Tað sigur Jens Hansen,
sum vegna LFB hevur
umsjónina við bjargingar
bátinum.
Hann vísir á, at teir sjálvir
hava teknað atløguna, men
at bjargingarfeløgini hava
møtt stórari vælvild og
hjálpsemi í hesum arbeiði.
Vit hava fingið lutirnar
til brúnna frá Vestlaks, og
síðan
hevur Tórshavnar
Skipasmiðja sveisað brúnna
saman fyri okkum. Alt
timburarbeiði hava vit gjørt
sjálvir – og sjálvboðið,
sigur Jens.
Umsjónarmaðurin sigur,
at teir settu fendararnar upp
í gjár, og í dag hava teir fylt
luft í hesar.
Hetta er eitt nýtt slag av
fendarum, sum vísa seg at
rigga væl, leggur hann
aftrat.
Jens Hansen sigur, at
vegna LFB eru teir sera
takksamir fyri vælvild og
stuðul, nú Lív hevur fingið
sína føstu atløgu í Vágs
botni.
Fleiri uppgávur
Lív varð dóptur í Kollafirði
17. mai í ár, og longu á
royndartúrinum ávegis úr
Kollafirði til Havnar fekk
báturin sína fyrstu uppgávu,
sum var ein sjúkraflutningur
úr Nólsoy til Havnar.
Lív hevur havt fleiri
uppgávur, síðan báturin
kom til landið. Skipanin er
hon, at fýra fólk eru knýtt
at bátinum í senn, sam
stundis sum fýra onnur eru
til at taka, um onkrum berst
frá, tá útkall eru.
Jens Hansen sigur, at
soleiðis eru fýra fólk í senn
á forvakt – og fýra onnur á
bakvakt, sum hann rópar
tað.
Tað er bara 112, sum er
Alarmsentralurin og MRCC
Tórshavn, sum kunnu kalla
bátin út til uppgávur og teir,
ið hava tilknýti til bátin,
hava allir kallitól frá Tórs
havnar Sløkkiliði.
Vit kunnu nevna, at tá hol
kom á ísfiskatrolaran Falk
á Sandoyarbankanum fyrr í
summar, var Lív fyrstur av
landi og út á skipið við
pumpum. Tað var mjørka
veður, og tí kundi tyrlan
ikki flúgva.
Vit hava skilt, at fiski
menninir vóru sera fegnir
um at síggja Lív so skjótan
á leiðini. Tá báturin kom á
leiðina, var støðan umborð
á Falki undir eftirliti.
Eisini á ovastevnu, tá Lív
var tøkur í samráð við
samarittarnar hjá Reyða
Krossi, hevði báturin ikki
færri enn seks flutnings
uppgávur, harav onkur var
»kritisk«, sum umsjónar
maðurin tekur til.
Væl nøgdir
Tað er Landsfelagið fyri
Bjargingarfeløg, sum eigur
Lív, ið hevur tveir scania
motorar á 530 hk hvør.
Báturin er um 12 metrar
langur og vigar heili 13,5
tons.
Vit eru sera væl nøgdir
við bátin, og nú heystið og
veturin stunda til, eru vit
spentir
eftir
at
síggja,
hvussu báturin fer at roynast
í verri líkindum, sigur Jens
Hansen.
Málið hjá LFB er, at
bjargingarfeløgini
kring
landið skulu hava meira
enn henda eina bátin, og
skipanin við hesum fyrsta
bátinum er, at bjargingar
feløgini í Havn, Kollafirði
og Nólsoy standa fyri rakstr
inum.
Gamal línubátur fiskaði fyri 24 mió
Fleiri føroyingar hava verið við Toritu I, sum hevði eitt gott ár
í fjør
Mynd: FiskeribladetFiskaren
Lív fingið atløgu í Vágsbotni
Edvard
Kjeld hevur
maskinellu
ábyrgdina av
bjargingar
bátinum Lív
Mynd:
Vilmund Jacobsen
Lív hevur nú fingið sítt fasta
atløgupláss í Vágsbotni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bora í Norðsjónum
Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við Bow Valley Petroleum um at keypa 10% av einum blokki, har tað í løtuni verður borað eitt
stórt oljumið. Oljumiðið, sum eitur Fulmar L (Havhestur), liggur á einum øki, har fleiri oljukeldur eru. Nærhendis Fulmar L
liggja Wood, Howe, Huntington og Cayley, har oljufelagið Talisman fyri stuttum fann olju. Mett verður, at enn fleiri møguleikar
at finna olju eru á økinum. Brunnurin, sum skal borast liggur á 90 metra dýpi og er bert 3 km frá Forties rørleiðingini, 10
kilometrar frá Nelson og 18 km frá Montrose framleiðslueindini. Tað er boripallurin Transocean Prospect, og borikonsolent
felagið AGR, sum stendur fyri boringini. Hol var sett á 19. august, og væntandi tekur tað 46 dagar at bora brunnin. Vit meta, at
hetta er ein góður møguleiki, sum hóskar væl til ætlanirnar hjá Faroe Petroleum. Felagið hevur eina boriætlan har fleiri enn 20
brunnar skulu borast og fígging er tøk til allar brunnarnar. Í løtuni verða metingarbrunnurin Topaz og leitibrunnarnir East Breagh
og Marsvin boraðir. Harumframt er ætlanin at bora ein leitibrunn og ein metingarbrunn á Hyme og South East Tor seinni í ár.
Fram til ársenda væntast, at felagið luttekur í minst sjey brunnum, og er hetta ein sera spennandi tíð fyri Faroe Petroleum, sigur
Graham Stewart, stjóri.