mikudagur 10. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 173 - 10. september 2008
Ísland
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár
landaðu íslendsk skip til
samans 152.944 tons av
fiski. Hetta er ein minking í
mun til somu mánaðir í fjør
upp á 8%.
Størstu
nøgdirnar
eru
makrelur og sild, nevniliga
118.000 tons.
Landingarnar av upsa,
toski og hýsu í hesum
tíðarskeiði vóru ávikavist
9.000, 7.000 og 6.000 tons.
Um hesi tøl eru røtt, sum
FiskeribladetFiskaren endur
gevur úr Morgunblaðnum,
er talan um sera lítla toska,
hýsu
og
upsaveiði
í
íslendskum sjógvi fyrstu
sjey mánaðirnar í ár.
Mick Mahon hevur
verið fiskimaður í
meira enn 40 ár. Hann
vil ikki tveita góðan
fisk útaftur orsakað
av eini kvotaskipan,
sum leggur upp til
útblaking
Kvotur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskimaðurin Mick Mahon
úr Newlyn í Onglandi er
ógvuliga hart ímóti kvota
skipan í fiskivinnuni. Hann
eigur 29 fót stóra trolbátin
JAnne og vil ikki blaka ein
tann einasta ein fisk útaftur,
sum kann etast. Hann vil
heldur taka fiskin til lands
og geva pensjónistum og
fátøkum hann at eta.
Mick er til reiðar at taka
við revsing og bót, sum
svarar til 50.000 ensk pund,
um tað gerst neyðugt. Hann
vil einki hava fyri fiskin,
sum hann gevur burtur,
men um fólk vilja lata okk
urt til vælgerandi endamál,
eitt nú til Sjómansmissión
ina, er hann fegin um tað.
Tað er ímóti míni sann
føring at tveita fisk útaftur,
og eg kenni meg sviknan av
mínum politikarum. Vit
eiga nakrar av bestu fiski
grunnunum í heiminum, og
kortini er øll fiskivinnan
við at fara av knóranum,
sigur maðurin, sum hevur
verið fiskimaður í meira
enn 40 ár.
Tað er heimasíðan fish
update.com sum ber hesi
tíðindi.
Møti í Vestmanna um vikuskiftið
Komandi vikuskifti vera áhugaverd møtir í Auluni í skúlanum í Vestmanna. Tað eru teir somu sum høvdu møtir í apríl
mánaði í ár: Rógvi Joensen, Bogi Simonsen, Petur Mohr og Petur á Roykheyggi. Tað vera tvey møti hesaferð, byrjað
verður leygarkvøldið kl 20:00 og hildið verður fram sunnukvøldið klokkan 18. Kristina Bærendsen og Asta Højgaard
vera við á møtunum við sínum framúrskarandi røddum og sangkynstri. Tær eru kendar frá festivalum og størri
sangmøtum. Talarar vera Rógvi Joensen Klaksvík, Bogi Simonsen Klaksvík, Jákup Hansen Klaksvík og onnur úr
Vestmanna. Hetta eru talarar, sum eru kendir runt um í landinum og sum eisini luttóku tá ið møtirøðin var fyrr í ár.
Fyrireikarnir vóna at síggja so nógvar vestmenningar og onnur, sum til ber. Endamálið við møtunum er at boða
gleðiboðskapin um Jesus Kristus, til ein tystan heim. Eftir hvørt møtið verður ein kaffimunnur við onkrum afturvið,
og høvi verður til samtalur og forbøn. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir.
Íslendingar
fiska minni
Fiskur til
pensjónist-
ar og fátøk
Tað kemur væl við hjá pensjónistum og fátækum at fáa
fiskamat
Í gjár lá ein stór
laksastyrja í
kuldadiskinum í
Miklagarði, sum
fiskaslaktarin í SMS
hevur keypt frá
fiskasølufelagnum
Fo-Fish í Saltangará
laKsastyrja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Laksastyrja er ikki vanligur
fiskur í føroyskum sjógvi,
men hetta er tó ikki fyrstu
ferð, at hann er veiddur um
okkara leiðir.
Fiskaslaktarin í Mikla
garði, Flemming Palmus,
sigur, at fiskamaturin í
laksastyrju minnir um okk
urt, sum liggur millum laks
og tunfisk.
Hetta er ómetaliga góð
ur og vælsmakkandi fiskur,
leggur hann aftrat.
At síggja til, er fiskurin í
laksastyrju heldur myrkari
enn í eitt nú laksi. Kanska
minnir liturin meira um
litin á royktum laksi.
Fekst og roykt
Flemming Palmus sigur, at
laksastyrjan verður seld
sundurskorin í filétstykkir,
sum kunnu vendast í mjøli
og leggjast á pannuna.
Men hann ætlar, at fólk,
sum koma fram við í Mikla
garði, eisini skulu sleppa at
royna roykta laksastyrju.
Eg fari eisini at roykja
nøkur pettir av sjáldsama
fiskinum, so fólk eisini
sleppa at royna hann sum
royktan.
Hann væntar, at styrjan
sum filé verður seld fyri
umleið 150 krónur fyri kilo
við diskin í Miklagarði.
Laksastyrjan vigar umleið
60 kilo.
Einaferð áður
Fiskaslaktarin byrjaði at
arbeiða í Miklagarði í 1980
og var har fram til ár 2001.
Nú havi eg aftur verið í
Miklagarði í hálvt triðja ár,
sigur hann.
Hetta er aðru ferð í søg
uni hjá Flemmingi Palmus
sum fiskaslaktari í Føroy
um, at tey hava fingið eina
laksastyrju, og tað eru 15
ár, síðan teir høvdu ta sein
astu.
Hetta er so sanniliga
ikki ein fiskur, sum liggur í
diskunum hjá okkum á
hvørjum degi, leggur hann
aftrat.
Fisk heim við
Tá Sosialurin vitjaði í Mikla
garði seinnapartin í gjár, lá
laksastyrjan heil í kulda
diskinum.
Fiskaslaktarin
var
so
beinasamur at skera eitt
pettið av styrjuni, sum hann
síðan skar í stykkir, pakkaði
og gav okkum heim við at
royna.
Mikumorgunin (tað er í
dag), tá vit lata upp, kunnu
fólk keypa burtur av laksa
styrjuni, sigur Flemming
Palmus.
Við uppí søguna hoyrir
eisini, at enn hava vit ikki
etið av laksastyrjuni, sum
vit fingu frá fiskaslaktar
anum í Miklagarði.
Ein sjáldsamur fiskur
Ein sjáldsamur fiskur
í kuldadiskinum í
Miklagarði
Mynd: Álvur Haraldsen
Fiskaslaktarin sker »búffar« av laksastyrjuni
Mynd: Álvur Haraldsen