Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 173 - 10. september 2008 - Tað er ikki altíð nak- að ringt at vera seinur á sjóvarfalinum. Og at búskaparliga rákið í heiminum lutfalsliga seint kom til Føroya gjørdi, at vit ikki kenna svið- an av alheims fíggj- arkreppuni so hart, sum aðrir búskapir gera, sigur Johnny í Grótinum, virkandi deildarstjóri í Føroya Banka Danmark FÍGGJARKREPPA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vanliga verður tað kastað føroyingum fyri, at vit eru ov seinir á sjóvarfallinum, sæð í orðsins ringa týdningi. Men onkuntíð kann tað koma væl fyri. - Tað, sum vit sóu eftir 11. september 2001 var, at amerikanski búskapurin bumbaði rentuna niður á 1 prosent, og hetta førdi við sær eitt búskaparligt boom, sum fekk húsaprísirnar at vaksa ótilsvarandi virðið á húsunum. Gongdin í amer- ikanska búskapinum ávirk- aði evropeiska marknaðin sum reageraði á sama hátt áleið 2003-04, men hetta rákið kom ikki til Føroya fyrr enn 2006-07, og tí merkja vit væntandi heldur ikki stóra sveiggið í búskap- inum á sama hátt sum stóru búskaparmarknaðirnir, sig- ur Johnny í Grótinum, virk- andi deildarstjóri í donsku deildini hjá Føroya Banka. Amerikanski búskapar- marknaðurin er hin størsti í heiminum og ávirkar tí búskapin hjá øllum londum. Men hann er eisini øðrvísi samanskrúvaður enn aðrir fíggjarmarknaðir. - Í flestu statum í USA hefta fólk ikki persónliga fyri sínum bústaðarláni. Tað merkir, at kenna fólk, at tey ikki megna at rinda rentur og avdrag av húsum sínum, kunnu tey bara fara í bankan við lyklunum til húsini, og so eru tey leys av allari ábyrgd, sigur Johnny í Grótinum. Tað merkir, at um tú keyp- ir eini hús fyri tvær milliónir við hálvuaðru í láni, og húsavirði fellur niður um lánsvirði, so kann tú sam- bært amerikanskari lóg bara lata bankanum húsini aftur og so annars gerast leysur av láninum, tí bankin hevur pant í húsunum. Gott tá tað gongur væl Realkreditt stovnarnir í USA arbeiða undir heilt øðrvísi karmum enn teir gera í Danmark, og tað ávirkar eisini virksemi hjá stovnunum í báðum lond- unum. - Í USA eru realkreditt stovnarnir meiri ella minni hálvalmennir. Tað merkir, at tað liggur ein væntan um, at stjórnin traðkar til, um tað gongur galið. Hetta førir so aftur við sær, at real- kreditt stovnar sum Fanny May og Freddie Mac lána pening til eina ov lága rentu og lána pengarnar út aftur til eina hægri rentu. Og somuleiðis hava hesir stovn- arnir gjørt íløgur í sonevndu ’sub prime’ lánini fyri hesar lántu pengarnar, sigur Johnny í Grótinum. Teir gera so ymsar íløgur við lántu pengunum, og so leingi tað gongur væl, er alt gott. Og aðrir lánistovnar hava ongar trupulleikar at lána pengar til realkreditt stovnarnar, tí tað liggur jú í luftini, at kollsigla hesir, stendur amerikanska stjórn- in klár at lofta teimum. - Og tað gekk jú strúkandi heilt fram til august mánað í 2007, tá bústaðarkreppan av álvara tók seg upp. Síð- ani hevur hendan sonevnda subprime kreppan hildið amerikanska fíggjarmarkn- aðinum í einum búskapar- ligum meldri, sigur Johnny í Grótinum. Ein part av orsøkini til hetta finna vit helst í teim- um kørmum, sum amerik- ansku realkreditt stovnarnir hava at arbeiða undir. - Í fleiri av teimum stóru statunum skulu hesir stovn- ar eitt nú ikki rinda skatt. Aftur fyri hava teir eina ávísa skyldu at veita lán til kundar, sum annars ikki høvdu fingið lán aðrastaðni. Tað vil siga veita lán til sub- prime kundar, kundar, sum í veruleikanum ikki hava ráð at upptaka lán, sigur Johnny í Grótinum. Neyðug bjarging Teir báðir sera stóru real- kreditt stovnarnir, Fanny May og Freddie Mac, arbeiddu sostatt við rætti- liga leysum teymum. Tað gjørdi, at teirra íløgur vóru ógvuliga váðafúsnar, júst tí, at amerikanska stjórnin virkaði sum eitt trygdarnet undir stovnunum. Og hetta gekk sum nevnt strúkandi, til subprime kreppan tók seg upp í august 2007, Síðani tá hava báðir stovnarnir siglt í tung- um sjógvi, og tað førdi so við sær, at amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Hank Paulson, í juli mánaði í ár stóð fram og boðaði frá, at amerikanska stjórnin tryggj- aði peningin í sambandi við fíggjarkreppuna, sum Fanny May og Freddie Mac vóru komin í. - Hetta hjálpti í eina tíð, men vísti seg kortini ikki at vera nóg mikið. Sunnudagin sá amerikanska stjórnin seg so noydda at yvirtaka Fanny Mae og Freddie Mac, sigur Johnny í Grótinum. Og hetta ávirkaði beinan- vegin partabrævakursirnar um allan heim. - Her í Danmark hækkaðu kursirnir munandi. Bæði mánadagin og týsdagin hækkaðu kursirnir hjá Danske Bank 4-5% og hjá Nordea 5-6%. Og á parta- brævamarknaðinum yvir- høvur gingu kursirnir upp- eftir, sigur Johnny í Grótinum. Hann heldur, at hendan bjargingin var neyðug, tí at latið realkreditt stovnarnar Fanny May og Freddie Mac farið á heysin, hevði havt óánaðar avleiðingar við sær. Nevnast kann, at hesir báðir stovnar standa sum láns- veitarar av helvtina av øllum bústaðarlánum í USA. Langt á mál Men góða gongdin tveir teir fyrstu dagarnar í vikuni fingu longu eitt skot fyri bógvin í gjár, tá tað frættist, at ætlaða koreanska peninga- innspræningin í Lehman Brothers kortini ikki verður av nøkrum. - Partabrævakursurin fall 42% í morgun, og tað svarar til 20 milliardir føroyskar krónur. Tilsamans er parta- brævakursurin í Leaman Brothers fallin 88% higartil í ár, soleiðis eru útvið 200 miljardir føroyskar krónur í marknaðarvirði farnar fyri skeyti, sigur Johnny í Grót- inum. Hesi tíðindi hava so ført til, at hækkingin í parta- brævakursunum er stagner- að. Og fíggjarkreppan hasar ikki av beint um hornið. - Kreppan hasar ikki av, bert tí amerikanska stjórnin hevur bjargað Fanny Mae og Freddie Mac. Tað verður neyðugt at rudda heilt upp og fáa allar beinagrindir út úr skápinum, sigur Johnny í Grótinum. Hann sigur, at altjóða- gerðin merkir, at allir fíggjarmarknaðirnir verða samantvinnaðir. - Óvissan á fíggjarmarkn- aðunum ger, at útlitini til búskaparligan vøkstur eru minkað. Nógv bendir soleið- is á, at Evropeiski Miðbank- in verður noyddur at lækka rentuna síðst í hesum árin- um ella fyrst í komandi ári. Tí eru ábendingar um, at fíggjarkreppan ikki hasar av fyrr enn einaferð síðst í 2009, sigur Johnny í Grót- inum. Men hóast kreppan ikki beinleiðis ávirkar føroyska fíggjarmarknaðin, so ger hon tað kortini. - Hon hevur tann týdning, at tað gerst dýrari hjá føroyskum peningastovnum at lána pening, sum sæst aft- ur í eini hægri lánirentu hjá føroyskum húskjum og fyri- tøkum. Og tað leggur óiva ein dempara á íløgu- og nýtsluhugin í Føroyum. So vit kunnu rokna við, at tað verður lagdur ein dempari á búskaparliga virksemið í Føroyum, sigur Johnny í Grótinum. Men av tí at føroyski búskapurin kom nakað seinni við upp í altjóða íløgu- og nýtsluveitsluna, og eitt nú húsaprísirnir eru hækkaðir lutfalsliga minni, so gerst hóttafallið ikki so stórt sum í øðrum búskap- um, sum t. d. í Stórabretlandi og USA. Fíggjarkreppan rakar ikki føroyingar so hart Johnny í Grótinum er virkandi deildarstjóri í dóttirfelagnum hjá Føroya Banka í Danmark og serfrøðingur innan partabrøv Raktir dupult Tá bústaðarkreppan tók seg upp í august 2007, stóðu stóru realkreditt stovnarnir, Fannie Mae og Freddie Mac serliga fyri skotum, tí teir báðir realkreditt stovnarnir eiga áleið helmingin av bústaðarlánunum í USA. Verður roknað við, at áleið 200 milliónir út av íbúgvaratalinum upp á 300 milliónir fólk, hava bústaðarlán merkir hetta, at Fanie Mae og Freddie Mac eiga hundrað milliónir bústaðarlán. Av tí at lánikarmarnir fyri realkreditt stovnunum er øðrvísi enn aðrastaðni, eru nevndu lánistovnar bæði betri og verri fyri. Betri, tá tað gongur væl, men verri í einari støðu sum hon, ið nú er uppstaðin. Sambært amerikanskari lóg heftir lántakarin ikki persónliga fyri láninum, men kann bert lata lángevaranum lyklarnar til húsini aftur. Og um nógvir húsalánstakarar gera tað sama lækka húsaprísirnir við tí úrsliti, at stovnarnir missa pening. Og tað var tað, sum hendi við Fannie Mae og Freddie Mac.