Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 173 • 10. sept. 2008 5. partur Tók allar tablettirnar sama dag Vit eru framvegis í Konso. Lívið heldur áfram við smærri og stórum upplivingum. Tað er ymiskt sum hendir, sum er bæði láturligt og grátuligt. Ein gamal maður kom ein dagin og hevði ymsar klagur, sum bendu á eina ávísa sjúku. Blóðrannsóknir váttaðu, at so var. Hann fekk tí tablettir heim við sær, og hann var biðin um at taka eina hálva tablett um dagin í 10 dagar. Hann játtaði hesum og fór heim. Nakrar fáar dagar seinni kom hann aftur í góðum lag og takkaði mær so hjartaliga fyri tær góðu tablettirnar. Eg spurdi, hví hann longu var aftur, tablettirnar vóru jú til 10 dagar. Jú, hann hevði tikið allar sama dagin, hann fekk tær, og nú var hann nógv betri. Eg visti ikki, um eg skuldi flenna ella ikki. Hetta kundi verið ein vanlukka. Men tíbetur sá tað ikki út, sum at maðurin hevði fingið nakað mein. Malaria var eisini ein plága. Hetta kundi føra til, at miltið, sum ein vanliga einki merkir til, kann gerast so stórt, at tað hongur niður frá búkinum. Hóast tað mugu tey arbeiða úti á markini. Men fáa tey viðgerð, kunnu tey lekjast, og so minkar miltið so við og við. Sjálv havi eg havt malaria og eisini tyfus. Men eg fekk viðgerð og gjørdist frísk. Annars hevur heilsan verið góð alt lívið. Gud havi lov. Fyri at fara út sum trúboðari, skal ein vera sterkur bæði sálarliga og likamliga. Mann møtir so nógvum. Tað er eitt annað fólk og ein onnur mentan. Og tey hugsa á ein annan hátt. Vit høvdu eisini aðrar uppgávur. Vit vórðu ofta biðin um at skriva váttan um deyðsorsøkina, tá ið fól vóri deyð. Tey komu berandi við líkinum til klinikkina. Her vóru vit sum so, ikki serfrøðingar og máttu avmarka okkum til tað, sum kundi staðfestast. Teir komu eisini viðhvørt við uppgrivnum líkum at fáa váttan um deyðsorsøkina, men har máttu vit bert siga, at hetta var hopleyst at siga. Lærdu kvinnurnar hondarbeiði Vit báðar Ayana, ein av prestakon­ unum, fóru til Djarso til hond­ arbeiði og bíbliuklassa. Leiðin gongur ígjøgnum Bedengeltu, bygdina sum liggur tætt við missiónsstøðina í Konso. Gøtan er smøl, so vit máttu ganga gása­ gongd. Gjøgnum girðingarnar, sum eru báðumegin gøtuna, sóu vit fólk sita í túninum uttanfyri smátturnar. “Asjamma” ­ góðan dag – róptu tey, tá ið tey bóru eyga við okkum, hvar fara tit? Vit heilsaðu aftur og søgdu, hvagar vit fóru. Nakin smábørn stóðu í durunum í smáttunum og komu rennandi ímóti okkum við framrættari hond til at heilsa. Vit komu fram við Mora. Tað er plássið í bygdini, har fólk kemur saman at práta og at hugna sær við spølum og tílíkum. Nakrir menn sita og spæla eitt kúluspæl. Teir hugdu upp, tá ið vit komu framvið og spurdu eisini, hvar vit fóru. Konsofólkið er eitt arbeiðssamt fólk. Tey arbeiða hart, meðan tey arbeiða, og so, meðan kornið veksur, taka tey sær meira av løttum. Vit komu út um bygdina, og gøtan gongur oman í ein lítlan dal, og niðan aftur hinumegin. Hon heldur síðan áfram ígjøgnum nógvar akrar. Her var sáað ymisk sløg av korni, mais, hveiti, masjilla og teff. Inn ímillum raktu vit við bummullsplantur. Akrarnir vóru ymiskir á at líta. Tey kornsløgini, ið ikki tørva nógva vætu, vuksu væl her. Men hinir akrarnir vóru ein døpur sjón at síggja. Tað kom ov lítið av regni í ár, so ein stórur partur av akrunum vóru avsvidnir. Ayana segði mær, at hetta var sera vandamikið. Um eitt slíkt ár kom afturat, var vandi fyri, at tað kundi koma hungursneyð. Vit frættu, at hungursneyð var í norðara parti av landinum, av tí at fleiri hallár høvdu verið hvørt eftir annað. Fólk í túsundatali lógu fram við vegnum har norðuri. Tey bóðu um mat, tá ið bilar og onnur ferðandi komu framvið. Nakað av mati var sendur frá Addis Abeba til tann partin av landinum, men hvat var tað til so mong? Tað er ikki vanligt fyri bøndur­ nar á hesum leiðum at leggja niður fyri til fleiri ár. Tað mest vanliga er at sáa so mikið, at tað kann røkka til næstu regntíð. Men teir mugu tó hava niðurfyri til fleiri umfør av sáing. Tað hend­ ir jú, at ein sáing verður avsviðin, og so má sáast av nýggjum. Men sákornið, sum er fortreytin fyri komandi heystinum, eta teir ikki. Tá doyggja teir heldur. Elsa Jacobsen: Hungursneyð og kollvelting Nú koma vit fram til lagnuárið 1974. Fyrst var tað tann stóra hungursneyðin, sum eisini kostaði mong mannalív. Henda førdi so eisini til kollveltingina seinni í árinum, sum kom at endavenda alt í Etopia. Hetta kom Elsa alt at upplivað so nær, sum tað var møguligt. Men virksemið gongur eisini sína vanligu gongd Eitt ítriv hjá monnunum er kúluspæl Her eru kvinnurnar í holt við hondarbeiði, sum er umrøtt í greinini. Hendan myndin er tikin inni á missiónstøðini Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo