mikudagur 10. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 173 • 10. sept. 2008
Vit komu yvirum eitt eiði, og
útsýnið hiðani er avbera vakurt.
Røðin av fjøllum síggjast langan
veg. Nú gekk leiðin omanbrekku
hinumegin eiðið. Har møttu vit
Berisja Gunsjulla. Hann var lærari
her á missiónsstøðini, er giftur og
tey búgva í Derra, sum er ein av
bygdunum í Djarso.
Berisja hevði verið sera ágrýtin
og hjálpsamur við at leggja
arbeiðið til rættis fyri okkum
báðar í Djarso. Fyrrapartin gekk
hann runt í bygdini og segði frá
í hátalara, at vit komu. Nú kom
hann ímóti okkum og segði, at
hann var bangin fyri, at vit kanska
ikki fóru at koma, hóast tað, at vit
vóru í góðari tíð.
Tá ið vit nærkaðust plássinum,
har vit vóru von at koma saman,
fór Berisja inn aftur í bygdina
Derra og rópar í hátalaranum, at
nú var klokkan trý, og nú máttu
tey koma.
Skjótt savnaðist fólkið saman.
Tað var ikki av tí mesta av kvinn
um í dag. Tær søgdu, at fleiri vóru
farnar á marknaðin í Gidole, og
nógvar vóru úti á akrunum at lúka
illgresi. Ein fjøld av børnum var
komin, minst hundrað í tali, og
nakrir menn vóru eisini. Vit funnu
fram hondarbeiðið til teirra, sum
høvdu verið fyrr og góvu teimum
nýtt, sum ikki høvdu verið áður.
Nú í løtuni seymaðu allar blusur
til sín sjálvs ella til børnini.
Gangurin var nógvur. Øll tosaðu
í senn. Tú mátti næstan rópa,
um tú skuldi siga okkurt við
tann, sum var næst við. Summar
settust niður á steinar, meðan
aðrar stóðu og seymaðu. Tá ið
tú fór gjøgnum rúgvuna av fólki
at hyggja eftir, sást tú ymiskt
stuttligt. Ein staðni stóð lítli
sonurin ella dóttirin og togaði í
faldin, meðan mamman seymaði.
Aðra staðni sat maðurin og
seymaði, meðan konan hugdi at.
Onnur høvdu arbeiðið við sær.
Tey sótu og spunnu bummull á
hondsnældu.
Tá ið vit høvdu hildið á í tveir
tímar, vórðu hondarbeiðini løgd
saman í eina pappdós til næstu
ferð.
Øll settust niður, og so varð
hildin andakt.
Ov lítið av regni
Nú eru vit komin til 1974, árið
við stóru hungursneyðini. Tað
var munur á. Heima í Føroyum
var óivað nóg mikið av regni. Her
longdist okkum eftir regni nú.
Grasrótin var brend av í summum
støðum eisini. Hetta bøtti ikki um
støðuna.
Konurnar bóru vatn higar at
selja, men nú søgdu tær, at keldur
nar vóru farnar at torna upp eisini.
Trúboðarin Skúli Svavarson,
sum tá var stjóri á missións
støðini, var í Arba Minch ein av
døgunum. Har var nóg mikið av
vatni. Hann tók við sær øll tey
íløt, sum rúmaðust í bilin, og
kom aftur við teimum fullum av
reinum og góðum vatni. Fólkið her
í Konso var nú av álvara farið at
líða neyð av svongd.
Tær tvær seinastu regntíðirnar
vóru alt ov stuttar, so tað gjørdist
hallár. Nú var hjálp komin ymsa
staðni frá. Serliga var tað Kirkens
Nødhjælp og Redd Barna í Noregi,
sum sendu pening. Tey sendu
eisini arbeiðsfólk út at býta út
kornið og mjólkapulvur. Kornið
varð fyri ein stóran part keypt
fyri hendan pening úr øðrum
landslutum í Etiopia, sum ikki
vóru so hart raktir av turkinum.
Nógv skal til, og dýrt var at frakta
vørurnar langar teinar á ringum
vegi. Til tær bygdirnar her í Konso,
sum koyrast kann til, varð hjálpin
fraktað við tveimum Landrover
bilum, sum vóru gáva frá Noregi
til hetta sama endamálið. Tær
allarflestu av bygdunum høvdu
ongan veg, og hagar mátti so alt
berast av asnum ella fólkinum
sjálvum. Ein partur av hjálpini varð
býtt út á klinikkini til teirra, sum
tørva hjálp.
Tað fór vist at ganga ein mán
aði í minsta lagi til regnið fór at
koma.
Fekk nýggja nøs og
mann
Á klinikkini gekk alt sína gongd.
Tað høvdu verið nógvir sjúklingar
í seinastuni, upp ímóti 100 um
dagin.
Demmese og Halge fóru til
AddisAbeba til læknaviðgerð.
Tað var Demmese, har annar
fóturin var kropnaður, sum áður
er greitt frá. Ein ortopedur, sum
arbeiðir í Addis Abeba, vildi royna
at gera okkurt við fótin á honum.
Hann skuldi vera burtur eitt hálvt
ár í minsta lagi. Men fóturin var
so illa farin, at har gjørdist einki.
Hann fekk at vita, at her var einki
at gera, og hann kom skjótt heim
aftur.
Halge vaskaði klæðir á klinikk
ini. Hon hevði sum smágenta
eina sjúku sum gjørdi, at nøsin
hvarv, og andlitið gjørdist heilt
avskeplað. Læknin í Gidole gjørdi
henni eina nýggja nøs. Hetta
var nú ikki bara sum at siga tað
og mátti gerast í fleiri umførum.
Hann sendi nú Halge til Addis
Abeba til hendan sama læknan,
sum skuldi royna at fríðka hana
enn meira. Hon rýmdi tó, áðrenn
viðgerðin var av. Tað var ikki bert
sum at siga tað at koma úr Konso
til Addis Abeba. Har var hon
einsamøll, og hon dugdi heldur
ikki málið. Hetta gjørdist ov mikið
fyri hana, hon fekk eina psykosu.
Av henni gjørdist hon frísk aftur.
Seinni giftist hon kortini og fekk
eitt barn.
Hungursneyð av
álvara
Nú er komið longri út á árið.
Hungursneyðin var farin at gera
um seg av álvara. Tað var sagt
at hundratúsindir doyði í hungir.
Vit vóru við í hjálpararbeiðinum.
Kornið kom við lastbilum úr Addis
Abeba. Her var tað so lagrað upp
við missiónsstøðina í Konso.
Tað vóru tveir helikoptarar, ein
úr Noregi og ein úr Eysturríki,
sum førdu kornið út til bygdirnar,
har tað varð slept niður til fólkið.
Har vóru so onnur fólk, sum býttu
út, og øll fingu sítt. Her hjálptu vit
til, so frægt sum vit kundu.
Matvøruhjálpin heldur áfram 1975
Her er matvøruhjálpin við at verða býtt út
Her er tyrla á veg við hjálp til eina fjarskotna bygd