Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 155 - 15. august 2001 Nr. 155 - 15. august 2001 3 Ein av luttakarunum á Listastevnuni, er Kathy Chiavola úr Nashville. Hon fegnast um at vera í Føroyum, heldur enn í tí heita Nashvile og staðfestir, at grasið er altíð grønari hinu- megin, tí Føroyingar ferðast heldur hinvegin, har hitin er Dagfinn Olsen Mánadagur er, veðrið er heldur tyngjandi og grátt, fyri ikki at gera ov nógv av. Júst íblástur til ein eyð- kendan countrysang, vildi onkur sagt. Vit hava, eftir avtalu, leit- að okkum niðan á Hotel Føroyar og finna av goml- um vana vegin fram í mjørkanum, ið fjalir gras- klædda gistingarhúsið. Her hitta vit Kathy Chiavola, countrysangar- inna úr Nashville, ið vitjar Listastevnuna 2001. Bluegrass Blíð tekur Kathy ímóti í forhøllini. Vit fáa ein kaffi- munn og prát. Kathy sigur um seg sjálva, at tað, hon fæst við, er country og bluegrass. Bluegrass er meira akkust- iskt kendur tónleikur, ofta við mandolin og fiól. Tað var Bill Monroe, ið legði lunnar undir henda stíl, saman við sínum Bluegrass Boys. Tónleikurin er í fam- ilju við írskan tónleik, blues og gospel. Kathy hevur sungið sam- an við Bill Monroe, eisini á plátu. Og hetta, at kenna og leika saman við fólki, ið eru í fremstu røð innan country, er ikki fremmant fyri henni. Sjálv er hon ein av tón- leikamyndunum í Nash- ville, ið sum kunnugt er eitt slag av Mekka fyri country tónleik. Hon hevur verið ræddarvenjari hjá Vince Gill og sungið kór á plátum hjá t.d. Garth Brooks og Emmylou Harris. So eru vit á leið greið yvir, hvat vit hava við at gera. Kathy vitjar í Føroyum við bólki sínum, ið telur 4 fólk. Hon skal leika saman við Ragnari í Vík og Dupult Kvartettini. Í gjár leiktu tey í Fugla- firði og í kvøld í Norður- landahúsinum. Sera persónlig fløga Kathy er á marknaðinum við síni 3. fløgu, FROM WHERE I STAND. Henda er ognað Randy Howard, ein trúgvur fylgiveinur hennara. Hann leikti violin, var sera evnaríkur, men doyði fyri tveimum árum síðani av krabbameini. Tey bæði byrjaðu fløguætlanina saman og er hetta tí einn sera persónlig fløga. – Tó eru ikki bert sorgar- bundin løg, men eisini lív- lig og skemtilig, tí Randy hevði skil fyri tí lætta og stuttliga. Men vónandi eru eisini síður í tónleikinum, ið eru til troyst hjá teimum, ið hava mist, sigur Kathy. Hon hevur í ár verið á fleiri tónleikaferðum, m.a. í Onglandi, Írlandi og Frak- landi og nú vitjar hon í Før- oyum. Og hon hevur glett seg til ferðina. Eksotiskt Tað er, sum rógva vit alla tíðina aftur á aftur og raka orðið gras, um tað so er grønt ella blátt. Og hóast blaðmaðurin sum best orsakar vánaliga veðrið, so tykist hetta ikki órógva Kathy. – Her er vakurt, sigur Kathy, ið nýtur ferðina í Føroyum, hóast mjørkin fjalir. – Í Nashville er sera heitt nú, tí er hetta ein lætti, sig- ur Kathy, meðan hon væl skilir frágreiðingina um, at hjá føroyingum er støðan júst hin øvugta: vit leita, har hitin er. – Ja, soleiðis er, grasið er altíð grønari hinumegin, sigur Katy, sum er hugtikin av fjøllunum og sjónum. – Fyri tykkum er hetta vanligt, men fyri meg er hetta eksotiskt, sigur Kathy. Nashville Hvussu er lívið í Nashville, snýr tað seg bert um tónleik og country? Kathy greiðir frá, at í Nashville eru mong sløg av tónleiki, har eru eisini góð forum fyri jazz og klassisk- an tónleik. – Tað er nú einaferð so, at har er ein miðsavnan av góðum sangskrivarum og tónleikarum, mangir, ið vóna at finna vegin fram, sigur Kathy. Sjálv er hon fødd í Chi- cago og vaks upp í Kansas City. Hon er klassiskt vand, og hevur havt áhuga fyri klassiskum og fólkatónleiki og var ofta við í sonevndum jam-sessions. Hon hevur undirvíst við lærdan háskúla og hevði ein næming, ið hevði ein bluegrass bólk. Og so var Kathy krøkt (hooked, sum hon tekur til). Tónleikur eins og mál – livandi Á ferðini í Føroyum fer Kathy at leika sangir av sín- um trimum fløgum, um- framt at hon fer at leika saman við Ragnari í Vík – Hank Williams er á skránni – og Dupult Kvartettini, har gospel er á skránni. Og hetta gleðir hon seg til, tí hon hevur hoyrt Ragn- ar og eisini hoyrt nógv gott um Dupult Kvartettina. – Gospel er patur av country og bluegrass, sigur Kathy, sum er uppvaksin við og eisini hevur stjórnað kirkjukórið. Tað tykist, sum hevur hugtakið country fingið breiðari merking seinnu árini. Til hetta sigur Kathy: – Tónleikur er sum tungumál, stendur ikki í stað, men er livandi. Tó hevur countrytónleikur alt- íð verið traditiónsbundin. Men t.d. countryútvarp er nógv broytt. Stórar fyritøk- ur eru í myndini, og har ráða fólk, sum ikki leggja í. Country ídnaðurin hevur merkt eina minking, men tó grør um gangandi fót innan tónleikin og innan blue- grass. Veruligi countrytón- leikurin er enn til, men hoyrist bara ikki í country- útvarpinum. Í Japan Kathy Chiavola hevur ferð- ast víða. Hon hevur havt undanvind í Australia og Europa og hevur eisini vitj- að í Japan, har tað eisini gongur væl. Ofta verður tikið til, at trupult er at leika í Japan, tí fjøldin er so »hampulig« á sínum sitiplássum. – Í Japan spældi eg sam- an við tveimum japanskum bluegrass bólkum, tað var frálíkt, og tað sama kann sigast um áskoðarafjøldina, sigur Kathy. – Í Tokyo gjørdust tey enntá frá sær sjálvum – went nuts – har vóru tón- leikarar í millum, fólk og sum, høvdu sæð meg í Nashville, og sum vóru glað at síggja meg aftur í Japan, sigur Kathy. Drúgv ferð til Føroya Kathy veit ikki júst, hvat føroyingar kenna til henn- ara ella hvat hon skal vænta sær av ferðini. Men hvussu kom ferðin til Føroya í lag? – Eg sang inn »I´m so lonesome I could Cry« hja Hank Williams. Mercury sendi eintøk út og Birgir Kruse fekk eitt eintak. Hetta eru eini 5 ár síðani. Hann sendi eitt fax og eg gjørdist forvitin, tí bræv- høvdið var skrivað á undar- ligum máli. Seinni vitjaði Birgir í Nashville sum út- varpsmaður, greiðir Kathy frá. Hon gjørdist tó heldur bilsin, tá hon hoyrdi Birgir og hansara bassrødd í tele- fonhorninum, tí hon hevði hugsað sær, at navnið Birgir var ein kenning fyri navnið Bridget, altso ein kvinna, greiðir Kathy skemtiliga frá. Kathy mátti sláa upp, hvar Føroyar vóru. Vitjar ein heimasíðu hennara, so sæst har hennara ferðaætl- an, eisini Føroyar, og í gestabókini eru tað tey, ið ynskja henni góða ferð til Føroya. – Fleiri ferðir var upp á tal at fáa í lag ferðina til Føroya, men Randy var sjúkur. Sambandið varð tó hildið og í dag er Kathy so loksins á føroyskum palli. Hon dylir ikki, at tað er langur teinur at koma úr Nashville og til Føroya. – Eg havi ferðast í tveir og ein hálvan dag, umvegis t.d. Detroit, Amsterdam, Keypmannahavn, Aberdeen og síðani Vágar, siður Kathy. Hugtikin av málsøgu Hon er higtikin av Føroyum og er áhugað í søguni. T.d. hevur hon hoyrt, at føroyskt mál fekk ikki skrivligan búna, fyrr enn fyri eini 100 árum síðani, ella so. – That´s amazing, sigur Kathy, og tekur blokkin við heldur jánkasligu stikkorð- unum hjá blaðmanninum, ið orsakar og mutlar, at júst hatta í blokkinum hevði neyvan nakar føroyingur skilt heldur. Men brátt er ein málslig- ur søgutími byrjaður í gongini á Hotel Føroyum, og innan kaffikannan er tóm, skilir Kathy meira av føroyskari málsøgu, enn hon gjørdi frammanundan, og hon er sett inn í alstóra týdningin av »einkisigandi« bókstavin- um »ð«. Føroyski pallurin er hennara og Kahty, saman við føroyskum sangarum, skal greiða føroyingum frá bláa grasinum, í tónlistalig- um búna. Eitt tónlistaslag, har hon verður mett millum tey fremstu. Blaðmaðurin leitar út undan aftur grastakta gist- ingarhúsinum omanfyri Havnina og út í mjørkan og »from where I stand« sæst føroyski høvuðsstaðurin ikki. Grasið er altíð grønari hinumegin 2001 Kathy Chiavola telist millum tey fremstu innan country og bluegrass. Hon vitjar nú í Føroyum, sum hon metir vera spennandi. Land, fólk og søga hava hennara áhuga, eisini málsøga (Mynd: Dagfinn Olsen) – Tónleikur er sum tungumál, stendur ikki í stað, men er livandi. Í dag setir Mikkjal Helmsdal seg fyri fyrstu ferð í stólin á stjórakontórinum í Sjónvarpi Føroya. Frá hesum stóli, sum stundum kann gerast rættiliga heitur, ætlar hann komandi tíðina at seta gongd á miðvísar broytingar, bæði í stovnsbygnað- inum og í sjónvarps- skránni SJÓNVARPSSTJÓRI Rúnar Reistrup Mynd: Jens Kr. Vang Sjónvarpið fekk í morgun nýggjan stjóra. Tann 37 ára gamli Mikkjal Helmsdal, sum seinastu 4 árini hevur verið leiðari á Nordens Institut á Álandi, setti seg í heita stólin, har ein bland- ingur av stórum krøvum, men tilsvarandi lítlari játt- an, bíðaði honum á einum stovni, sum javnan er í and- glettinum, bæði mentunar- liga, tíðindaliga og ikki minst politiskt. Uppgávan hjá nýggja stjóranum er líka einføld sum hon er krevjandi og torfør. Hann skal fáa Sjón- varp Føroya at virka betur enn stovnurin hevur gjørt seinastu nógvu árini, og tað er við góðum treysti at tann júst heimaftur flutti Mikkjal Helmsdal fer í gongd. Fer at broyta bygnaðin – Eg komi fyrst og fremst við einum opnum sinni at seta meg inn í hvussu stovnurin virkar í dag. Og so komi eg eisini við einari ætlan um at arbeiða miðvíst við bygnaðinum ta fyrstu tíðina. Eg ætli mær at um- skipa Sjónvarpið internt, soleiðis at tilfeingið í stovn- inum verður brúkt meira miðvíst enn tað verður í dag, sigur Mikkjal Helms- dal, sum frá í dag av er einasti føroyingur, ið hevur starvsheitið »sjónvarps- stjóri«. Ætlanirnar hjá nýggja stjóranum eru nógvar og í stóran mun ítøkiligar. Tað einasta, sum nýggi stjórin við vissu ikki ætlar, er at halda fram eftir sama leisti, sum Sjónvarpið hevur virk- að eftir seinastu árini. – Sum er hevur Sjónvarp- ið øgiliga nógvar ymiskar deildir sum gera, at bygn- aðurin eftir mínum tykki er heldur órationellur í mun til støddina á stovninum. Tað tykist eisini sum, at starvs- fólkini á stovninum yvir- høvur eru samd um, at bygnaðurin kundi verið betri. Eingin uppsøgn Hvussu bygnaðurin skal broytast, og hvussu hann fer at síggja út aftaná, hevur Mikkjal Helmsdal ikki endaliga avgjørt enn. Tað fer hann at taka upp við hini starvsfólkini. Men á einum øki hevur hann longu tikið avgerð. – Tann tekniski parturin av Sjónvarpinum er illa innarbeiddur í verandi bygnaði. Av teimum seks deildunum á stovninum hevur eingin ábyrgd av teknikkinum sum heild, og tað hevur tann tekniski før- leikin liðið undir. Tí er tað ein nátúrlig betran at fáa ta teknisku ábyrgdina savnaða á einum stað í framtíðini. Onkuntíð merkir umskip- an eisini útskifting av starvsfólki, men hetta hev- ur nýggi stjórin ikki ætlanir um. – Vit skulu arbeiða við tí, sum vit hava. Starvsøki fara at verða broytt og løgd saman, men vit skulu var- veita fólkini. Ambitiøs mál Nú hann tekur við starvin- um hevur Mikkjal Helms- dal eitt greitt, og ikki sørt ambitiøst, mál við stovnin- um. – Sjónvarp Føroya skal vera tann fremsti og týd- ningarmiklasti tíðinda- stovnurin, og vera okkara fremsti mentunarstovnur. – Men í løtuni røkkur peningatilfeingið bara til helvtina av hvørjum, leggur nýggi sjónvarpsstjórin afturat. Hann bíðar tí í spenningi til hetta komandi heystið, tá nýggj lóg um kringvarp kemur fyri tingið. – Tað verður avgerandi hvat lógin inniheldur av málsetningum fyri Sjón- varpið, og um tað fylgir ein tilsvarandi játtan við til at skapa nakað fyri. Tí tað er greitt, at tað verður ringt at gera nakrar stórar visiónir til veruleika við tí sera av- markaða peningaliga til- feingi, sum stovnurin hevur nú. Tað skal ein munandi øking av hesum tilfeingi til, áðrenn slíkar visiónir kunnu førast út í lívið. Sum er røkka pengarnir bara til lønir og lítið annað. Útbúgvin fólk heim Men pengar eru ikki alt, og Mikkjal Helmsdal ásannar, at Sjónvarpið verður ongantíð betur enn tey fólk- ini, sum gera innihaldið. – Vit mugu leggja okkum eftir at rekruttera tey røttu fólkini, soleiðis at vit fram- yvir fáa eina rætta saman- seting av fakfólkum. Vit muga royna at fáa tey, sum hava útbúgvið seg innan sjónvarp, at koma heim at arbeiða. Her hugsi eg kanska serliga um produ- sentar, tí hesin førleikin vantar fullkomiliga í Sjón- varpinum í dag, sigur Mikkjal Helmsdal, sum tó ikki vil seta nøvn á tey fólkini, sum hann sær fyri sær. Ein tíðindasending afturat Málið við teimum ætlaðu broytingunum hjá nýggja stjóranum er sjálvsagt, at tað, sum kemur fram á sjónvarpsskíggjunum í før- oyskum heimum skal mennast, bæði í dygd og í vavi. Og hóast fólk ikki skulu vænta sær stórvegis broytingar fyrr enn eftir nýggjár, so hevur Mikkjal Helmsdal longu stungið nøkur mið út í kortið. – Fyrsti prioritetur er at fáa minst eina tíðinda- sending afturat um vikuna. Annar prioritetur er at fáa eina góða vikuliga undir- haldssending inn í skránna, og fyri tað triðja haldi eg, at barnatilfarið skal framhald- andi prioriterast høgt. Sum tað fjórða er tað mín dreymur, at SvF kann fara undir at framleiða styttri filmar og sjónvarpsrøðir. Men hetta er kostnaðar- mikið og, tí er og verður tað ein mentunarpolitisk av- gerð, um Sjónvarpið skal fara undir slíkt virksemi. Kreativur stjóri Mikkjal Helmsdal hevur verið leiðari á Nordens Institut á Álandi seinnu árini. Men støddin á hesum stovninum kann ikki sam- anberast við Sjónvarp Før- oya, og millum annað tí er stjórastarvið ein stór av- bjóðing. Nýggi sjónvarpsstjórin gjørdist ikki leysur av undanfarna starvinum fyrr enn hósdagin í farnu viku, og tískil hevur hann ikki havt so góðar stundir at seta seg inn í viðurskiftini í SvF. Hinvegin hevur hann roynt at »lisið uppá«, sum hann tekur til, millum annað um finnlands-svenska sjón- varpið, sum er eitt tað minsta almenna sjónvarpið í Norðurlondum. Í hesi vikuni hevur hann millum annað tosað við tann nú fráfarna fyribils- stjóran á stovinum, Jógvan Jespersen, ið hevur sett hann inn í tey viðurskifti, sum hann skal fáast við sum sjónvarpsstjóri. Hvussu verður stjórin Mikkjal Helmsdal? – Hann verður opin og fyrikomandi, men fer nokk at stýra við fastari hond á fíggjarliga økinum. Vón- andi verður hann kreativur og struktureraður í sínum arbeiði. Til arbeiðis við broytingum í skjáttuni »Sjónvarp Føroya skal vera tann fremsti og týdningarmiklasti tíðindastovnurin, og vera okkara fremsti mentunarstovnur« »Sum er hevur Sjónvarpið øgiliga nógvar ymiskar deildir sum gera, at bygnaðurin eftir mínum tykki er heldur órationellur í mun til støddina á stovninum« »Fyrsti prioritetur er at fáa minst eina tíðindasending afturat um vikuna« C M Y K 3 2