Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 155 - 15. august 2001 Nr. 155 - 15. august 2001 5 2001 UMMÆLI Heri á Rógvi Myndir: Jógvan á Høvdanum, yngri Hóast umstøðurnar eru munandi betri nú enn fyrr, so er ein sjónleikur altíð ein forkunnugur biti. Serliga tá leikurin hevur okkurt slag av føroyskum tilknýti. Leikurin hetta kvøldið hevur so sanniliga eisini føroyskt tilknýti. Rithøv- undurin er mestir hin kend- asti føroyski rithøvundurin nakrantíð, William Heine- sen. Hóast hann er farin av hesi verð, so stendur hans- ara skaldskapur, eins og hansara list, eftir; væl goymt hjá teimum, sum hava fingið innlit í hansara sjáldsama spennandi heim. Don Juan fra Tranhuset er ein styttri søga hja William Heinesen, sum útkom í einum stuttsøgu- savni í sjeytiárunum. Søgan fer fram í tí gamla føroyska samfelagnum í endanum av 19. øld. Tað er ein skips- brotið maltesi, sum rekur á land úti í Koltri. Beinan- vegin bera fólk tokka til hansara, og áðrenn tú veitst av, er ein longri listarliga fortald frásøgn sett ígongd. Tað verður eisini lagt fyri við at søgan verður endur- givin. Í sjálvari stuttsøguni verður byrjað við at siga frá um staðið, landið og sam- felagið, søgan fer fram í. Um tað var við leiki fyri eyga er ikki gott at vita, men í øllum førum byrjar stuttsøgan við at siga frá um plássið, haðani søgan verður eygleidd. Hetta fyrsta pettið er ikki við í leikinum, men tað gerst kortini greitt, at vit eru í serstakum ævintýr heimi. Tær tríggjar á pallinum siga frá søguni. Ein frásøgn fortald av trimum kvinnum, sum ikki eru úr samtíð søgunar. Tær tríggjar eru okkara eygu og oyru, og tær skulu siga okkum alt, sum vit, meðan leikurin fer fram, hungra eftir. Talan er um ein leik, har samanspælið er hornastein- urin. Samanspælið millum leikararnar á pallinum og tónleikaran, men eisini samanspælið millum leik- arar og áskoðararnar, tá hetta er ein leikur, har á- skoðarin situr við nøsini millum leikararnar. Tónleikur, pallmynd Don Juan fra Tranhuset spæla tríggir leikarar. Eisini er ein tónleikari við á pall- inum, og hansara partur liggur so avgjørt ikki eftir. Leikararnir spæla allir væl, og serliga í teimum meira dramitisku pørtunum fær leikurin ein heilt ser- merktan intensitet. Tey fýra eru á pallinum allan leikin. Tey fylla pallin sera væl, og tað er kanska eisini her, at tann størsta styrkin hjá leikinum liggur. Pallmyndin verður frálíka væl nýtt til veruliga at seva lív í frásøgnini, tí tað er fyrst og fremst ein frásøgn, sum verður fortald á pall- inum. Pallurin er rímiliga stór- ur, og tær tríggjar reika runt sum fyri lívinum. Við tón- leikinum verður huglagið skapt, og tað er eisini ein sera gjøgnumførd heildar- mynd, ið leikarar, tónleikur og pallur skapa. Tað eru ikki tey størstu leiktjøldini sum eru karmar um leikin, men í einum samanspæli millum leikarar, tónleik og ljós verður bygt uppfyri, at tú sum áskoðari kann skapa myndirnar í egnum huga- heimi. Tónleikurin verður spældur á klaver og sag. Tónleikurin er eitt fragd fyri oyra. Hóast tónleikarin allan leikin situr á pallin- um, so er tað ikki hann, ið tú sum áskoðari leggur merki til. Tað er eisini tað, at framførslan fyllur so mikið lítið, sum veruliga setur krøv til leikararnar, men tá tær klára tað so- mikið væl, verður tað ein fragd fyri allar sansir. Hitt fremmanda Leikurin um skipsbrotna Don Juan tekur støðu í nøkrum viðurskiftum, har fleiri eru serføroysk. Frá byrjan av verður tann meira erotiski og kynsligi parturin førdur fram, og hesin part- urin fyllur eisini ein mun- andi stóran part av leikin- um. Frásøgnin ber oftani á ein erotiskan og sterkan bógv. Hetta vísir eisini eina styrki hjá leikarunum, og vísa allar fyrimyndarlig evni í støðum. Tað er tó sum um, at leikurin kundi verið eitt sindur sterkari í støðum, tá girndin og tær meira intensu løturnar koma fyri. Tað er ikki talan um annað enn erotik, og hesin er kanska nakað sjáldsam- ur, men framvegis vísir tað eisini ein ráleika hjá leikar- unum, og leikurin er eisini fyri tað nógv bygdur rund- an um hetta. Leikararnir eru allar klæddar í búnum, sum hóska seg til kenslu- borna og erotiska huglagið. Talan er als ikki um porno- grafi á nakran hátt, og ein hvør, sum væntar tað, verður inniliga skuffaður. Heldur byggir leikurin á nærliggjandi forteljara- kynstur, sum William Heinesen hevur orðað, og tey fýra hava sett nýggjan dám á. Leikurin, sum er einar 70 minuttir til longdar, hevur hitt fremmanda sum eitt gjøgnumgangandi tema. Alskurin til nýggjar og spennandi upplivingar, eitt innilæst siðbundið føroyskt samfelag eins og reindyrk- að greði verða kveikt fram av frammanda gestinum. Hóast leikurin byggir á eitt eldri samfelag, so eru fleiri av evnunum altíð hóskandi. Hetta er veruliga ein leik- ur, ið kveikjur lív í gamla kynstri at siga frá. Ein dei- liga rá frásøgn og uttan at leikararnir ganga uppá kompromis við seg sjálvi. Ein sera góður sjónleikur. Eyka- sýningar Áhugin fyri leikinum Don Juan fra Tran- huset hevur verið sera stórar. So stórur, at út- selt hevur verið til sýningarnar í Havn. Í tí sambandi hava fyri- reikararnir avgjørt at hava tvær eykasýning- ar. Onnur var í gjár (týskvøldið), og hin verður í kvøld. Báðar eykasnýningarnar byrja kl. 21.30. At- gongumerki kunnu keypast á Kunningar- stovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum. -hr Listarlig frásøgn Don Juan fra Tranhuset er ein øðvísi, spennandi og nýskapandi sjónleikur. Ein blandingur av føroyskum og donskum gevur eitt úrslit, ið skjótt gerst ein uppliving, har allir sansirnir verða tambaðir út – Gongur sum nú, verður tunnilin skotin ígjøgnum longu í ár, sigur Klæmint Weihe, formaður í nevndini fyri Vágatunnilin SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Tað gongur strúkandi at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi. So strúkandi, at teir í løt- uni eru eitt sindur framm- anfyri tíðarætlanina, hóast eitt verkfall legði arbeiðið lamið í fleiri vikur í vár. Klæmint Weihe, formað- ur í nevndini fyri Vága- tunnilin, sigur, at hesa sein- astu tíðina hava teir borað upp í 80 metrar um vikuna, tá ið teir hava borað mest- og tað er nógv. – Fjallið streymoyarmeg- in er blivið heilt gott at bora í, so nú er rættilig ferð á ar- beiðnum. Hann sigur, at sostatt hava teir longu fingið tað innaftur, sum teir mistu av verkfallinum í vár. Nevndarformaðurin sig- ur, at higartil hava teir borð 1.725 metrar frá Streymoy- arlandinum og 935 metrar frá Vágalandinum, ella til- samans 2.660 metrar. Sostatt eru teir komnir væl meiri enn í helvt, tí til- samans er tunnilin 4.900 metrar langur. Sostatt eru góðir 2.200 metrar eftir at bora. Klæmint Weihe sigur, at tískil eru góð útlit fyri, at tað tað verður liðugt at bora tunnilin longu í ár. – Klára vit hereftir at bora 55 metrar í miðal um vikuna, koma vit ígjøgnum longu í ár, sigur hann. Og tað skuldi hampiliga góð útlit verið fyri. – Eftir teimum jarðfrøði- ligu kanningunum, sum eru gjørdar, skuldi fjallið, sum er eftir, verið sama slag sum tað, vit hava borað í tað seinastu tíðina, tvs, at tað skuldi verið rættiliga gott at arbeitt í, tað, sum eftir er. Klæmint Weihe sigur, at teir sostatt eru komnir yvir- um tann partin á Streymoy- arlandinum, har fjallið var ringt at bora í. Kortini verða teir noyddir til at leggja upp fyri, tí hóast nágreiniligar jarð- frøðiligar kanningar eru gjørdar, kunnu rivur og aðr- ir óvæntaðir trupulleikar stinga seg upp í fjallinum frammanfyri, sum gera, at boringin ikki fer at ganga líka skjótt, sum hon ger nú. Annars sigur hann, at ar- beiðið hevur gingið gott og at onki álvarslig óhapp hava verið, okkurt arbeiðs- fólk hevur meiðslað seg, men talan hevur bert verið um smávegis snuddir. SEV fer nú at flyta tornið burtur frá vegnum. Tá ið tunnilin ímillum Øravík og Hov verður gjørdur, skal alt vegastrekkið í Øravík harafturat leggjast heilt av nýggjum Áki Bertholdsen Nú verður tað nógv um- strídda SEV-tornið við veg- in í Øravík, tikið burtur. SEV hevur fingið byggi- loyvi til eitt nýttt torn long- ur inni í dalinum og sostatt verður tornið við vegin, sum hevur elvt til so mikla kvøl, tikið burtur. SEV upplýsir, at farið verður undir arbeiðið nú og at tornið verður tikið niður í heyst. SEV hevur arbeitt í langa tíð við at fáa tornið flutt, men pappírsarbeiðið tekur tíð og tað er ikki fyrrenn stutt síðani, at byggiloyvið og aðrar fyrireikingarnar eru komnar undir land. Tað er í samstarvi við Landsverkfrøðingin, at SEV nú tekur tornið niður og Landsverkfrøðingurin rindar ein part av útreiðsl- unum. SEV hevur ikki ábyrgd- ina av ferðslutrygdini í landinum og tí er samstarv tikið upp við SEV um at flyta tornið. Hevur virðið Umstrídda SEV-tornið í Øravík er bygt í 1928 og er tískil rættiliga gamalt. Tað hevur eitt serligt byggisnið og ætlanin var tí at varð- veita tað. Av tí sama varð tað umvælt fyri nøkrum árum síðani. Klæmint Weihe, stjóri á SEV sigur, at ætlanin var at varðveita tornið sum eitt minni. – Tornið er serstakt. Torn av hesum slagi vórðu ikki gjørd aðrastaðni, enn í Suð- uroy og tað hevur bæði søguligt og byggilistarligt virði. Men fyri tað, um tornið nú skal takast niður, er ikki vist, at ætlanin at varðveita tað, fer fyri skeytið. Í staðin fyri at taka tað niður, verður møguleikin kannaður at flyta tað burt- urfrá vegnum og at varð- veita tað. Letur tað seg ikki gera innanfyri rímuligt mark, verður tað brotið nið- ur, tí burtur frá vegnum skal tað í øllum førum. Leggjast av nýggjum Seinni verða enn fleiri til- tøk sett í verk, sum skuldu bøta um ferðslutrygdina á staðnum. Landsvegurin í Øravík verður nevniliga tikin uppí arbeiðið, tá ið nýggjur tunnil verður gjørdur ímillum Øravík og Hov, nær tað so verður. Hermundur Michelsen hjá Landsverkfrøðinginum í Suðuroy, sigur, at tá ið tunnilin verður gjørdur, er ætlanin at leggja allan veg- in í Øravík heilt av nýggj- um. – Ætlanin er at leggja all- an vegin í ein javnan boga runt alla víkina í Øravík. Summastaðni verður veg- urin sostatt fluttur eitt sind- ur niðaneftir og aðrastaðni verður nýggi vegurin lagd- ur eitt sindur niðanfyri veg- in, sum er. Nógv kjak Tað hevur elvt til nógv kjak, at eitt slíkt torn skal standa beint við veg við nógvari ferðslu. Hartil stendur tað so illa, at tað er beint í einum svingi. Nógv hava ført fram, at tað er ein álvarligur vandi fyri ferðsluna og tað eru eisini fleiri bilar, sum eru endaðir í torninum, tá ið teir av onkrari orsøk, ikki hava klárað svingið. Serliga eftir eina ferðslu- vanlukku í september í 1999, sum kravdi trý mannalív, gjørdust tað eitt fólkakrav í Suðuroy at okk- urt varð gjørt, har hundrað- tals fólk skrivaðu undir eitt krav um at at bøtt varð um ferðslutrygdina á plássin- um. Men tað fánaði skjótt burtur aftur og ikki fyrrenn nú ein bilur aftur endaði í torninum í farnu viku, tók kjakið seg uppaftur. Í blaðnum í gjár helt Ráð- ið fyri Ferðslutrygd eisini avgjørt, at okkurt átti at verið gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina á pláss- inum. Men í dag ber so til at upplýsa, at SEV og Lands- verkfrøðingurin í langa tíð hava arbeitt við at fáa torn- ið flutt og at tað nú er kom- ið so langt, at tað verður gjørt í ár. Samstundis verð- ur allur vegurin lagdur av nýggjum seinni. Vágatunnilin: Eru frammanfyri tíðina Arbeiðið upp á undir- sjóvartunnilin hevur gingið strúkandi seinastu tíðina. Gongur sum higartil, hava teir sprongt ígjøgnum í ár Nú verður tornið í Øravík tikið burtur Skjótt verður tað umstrídda SEV-tornið við vegin í Øravík søga. Tað stendur bara ein metur frá vegjaðaranum, men nú verður tað flutt. Seinast eitt óhapp hendi har á staðnum, var í farnu viku, tá ið ein bilur, sum ikki kláraði svingið, knústust ímóti torninum. C M Y K 5 4