Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 155 - 15. august 2001 Nr. 155 - 15. august 2001 7 UMMÆLI Jóna K. Thomsen Tey, ið leitaðu sær niðan í Norðurlandahúsið sunnu- kvøldið at síggja ballet, munnu óivað hava sitið eitt sindur bilsin undir fram- førsluni hjá Pars Pro Toto. Har vóru ongir ballet- skógvar og einki Corps de ballet ið hvítum klæðum. Hetta kemst av, at talan er um nakað heilt annað enn ballet, navnliga Modern, ella Contemporary, ein dansiháttur ið kom fram í 50`inum og sum hevði upp- runa í eini andsøgn mót- vegis balettini og tí form- ligheit ið var partur av henni. Og her er eitt hav av muni, bæði í teknikki og framførsluhátti. Á palli vóru tvey fólk, ís- lendska dansarinnan Lára Stefansdóttir og tónleikarin Guðni Franzson, og saman framførdu tey trý stykkir sum Stefansdóttur hevur koreograferað í samstarvi við Franzson. Stefanson er balletvand, hevur dansað hjá ”Islendsku National ballettini” síðan hon var sjey ára gomul og er í dag ein av teimun tíggju føstu dansarnum í kompaníði- num, ið hoyrur til skúlan. Hon hevur luttikið í einum havi av framførðslum á tjóðarsjónleikarahúsinum í Íslandi og aðrastaðni og vann í juni 2001 fyrstu virðisløn í Helsinki fyri sítt koreografiarbeiði. Sjálvt um ballet altíð hevur verið primervenjingin á ís- lendska balletskúlanum, framføra tey nú bert con- temporary koreografiðir, sum tann ið víst var sunnu- kvøldið. Ólíkað balettini, sum oft- ast hevur ein lítlan her av dansarum á palli í senn, er minimalisma í nógv størri mun eitt eyðkenni fyri Mo- dern/Contemporary ballet, og hetta sást eisini aftur í Pars Pro Toto. Har var ein einkul palluppsetan, ein tónleikari ið eisini virkaði sum partur av koreografiini og bert ein dansari sum ofta var akkompagnieraður av bert einum ljóðføri sum tónleikarin spældi á ”live,” ella ógvusligum ljóðum vid einklum rútmum undir. Fyrsta framførslan byrj- aði vid at salurin varð heilt myrkalagdur og úr myrkri- num hoyrdist eitt ógvusligt brøl. Sum pallljósini spaku- liga tendraðust, sást ein maður ið spakuliga lyfti eitt skáp upp at standa, meðan hann brølaði, og ein kvinna við langum ljósum flættum sat vid rygginum til áskoð- aran. Spakuliga fór hon at røra seg, og bleiv dámurin sum frá leið aggresivur og, aftur við reydligum pall- ljósum og klæðum, eitt sindur erotiskur. Hetta stykkið kallast Langbrók og er tað úr Njáls Saga, um Hallgerður Lang- brók, ein tann best kenda kvinnan í íslenskum bók- mentum. Søgan, ella kanska meir kvinnan, kann samanberast vid okkara Beintu. Langbrók var vøk- ur og vís, gift tríggjar ferð, og lótu allir menn hennara lív. Væl sást í dansinum at talan var um kvinnu ið hevði vald og vildi lokka, men eisini sást kvinna ið strembar ímóti einum kvinnu ideali. Hetta sást serliga at enda, tá skápið var vent við og ein holað kvinnumynd kom til sjónd- ar, sum dansarin dansaði inn ímóti, og síðani legði seg nærum naknan framm- anfyri. Eitt evni ið líka so væl kann vera tikið úr dag- sins samfelag sum úr hund- rað ára gomlum bókment- um. Næsta framførsla var ein klarinett solo ið Guðni Franzson framførdi aftur- við teldu, og seinasta fram- førsla var kallað ”Lady Fish and Chips.” Í hesum dansi vera tríggjar yrkingar nýttar sum tveir vælkendir íslendskir yrkjarar hava skrivað, Jónas Hallgríms- son, yrkjari úr 19. øld og kendur sum romantikari, og rithøvundurin Jónas Árna- son. Henda framførslan byrjar við at Franzson kemur á pall spælandi á australska rørljóðførið Didgerydoo. Síðan kemur dansarin inn við einum bunti av langum grasi í hvørjari hond, sum hon í bláum kjóla dansar ógvuliga róliga og flótandi við, til hon á gólvinum hev- ur gjørt ein ring av grasi, sum hon síðani dansar rundan um og inni í. Eftir hetta skiftir Franzon ljóðføri og spælur títtari og meir áleypandi tónar, með- an hann sparkar grasið úr ringinum. Nú kemur Stef- anson inn aftur í reyðum kjóla, og dansurin broytist til títtari og meir discoteque kendar rørslur sum hon framførir við einum: ”Á eg eri deilig og kool” bráði, ið fær láturin fram í áskoð- aranum. Fyrst tí tað líka- sum yvirhøvur ikki passar til undanfarna dámin á framførsluni, og síðan tí tað er sum ein parodi á fólk í dansi eitt leygarkvøld tá kenningin er meir enn passalig og sjálvsálitið í topp. Í hesum stykkinum síggj- ast tvær ymiskar lýsingar av kvinnuni, fyrsta til kær- leiksyrkingina hjá Hall- grímsson úr 19. øld, har dámurin er róligur og leinktandi, seinna til yrk- ingina hjá Árnason, ið livdi til 1995, har vit hava meir nútímans rørslur og eitt sjálvsikkurt og meir kom- iskt brá. Framførðslan hjá Pars Pro Toto var avgjørt verd at síggja. Afturvið eini spenn- andi lýsing av kvinnu og mentan fingu vit flótandi og sterku rørslunar hjá Láru Stefansdóttir at síggja. Hennara teknikkur er á sera høgum støði, og ein varð fangaður av sterku og sjálv- tilvitaðu útstráling hennara. Sigast kann, at íslendsku røtur hennara koma til sjóndar í listini hon skapar. Myrkur, vindljóð, tungur dramatikkur og sterkar kenslur, innilæstar fyri síð- ani at bróta út, lúrdi undir allari framførsluni, og fær hetta ikki ein at hugsa um íslendsku náttúruna? Spell at ikki fleiri slíkar framførslur koma hendan vegin, ið kunnu hugkveikja tey, ið vilja hugkveikjast. Dansur er eisini mentan, kanska í elsta hami av øll- um, og hann nýtist hvørki at vera á tá ella í ring. Jóna K. Thomsen er næm- ingur á The Place, London Contemporary Dance School Pars Pro Toto 2001 Nú er svimjihøllin í Klaksvík stongd, og hon letur neyvan upp aftur í ár. Stórar um- vælingar skulu gerast í høllini UMVÆLINGAR Eyðun Klakstein Nú er stóra umvælingarar- beiðið í svimjihøllini í Klaksvík byrjað. Tað er fel- agið Kanjon, sum skal taka sær av hesum arbeiðnum, og væntandi fer arbeiðið at taka tað mesta av hesum árinum. Svimjihøllin í Klaksvík er í ringum standi, og skuldi høllini verða lív lag- að, so var neyðugt við um- fatandi umvælingum av høllini. Fyrsti parturin av ar- beiðnum verður at skifta takið á høllini, og tornið, har hava kavihylurin er, skal takast burtur. Framyvir verða tað ongar lopfjalar í svimjihøllini í Klaksvík. Hægri enn metingin Tá arbeiðið varð boðið út vóru ta bara tvey byggifel- øg, sum lótu tilboð inn, og hesi tilboð vóru væl hægri, enn kostnaðarmetingin var. Kanjon gav tilboð upp á knappar átta milliónir, meðan Klaksvíkar Byggi- virkið fór upp um átta milliónir. Tekniska umsit- ing hjá býráðnum hevur síðani samráðst við Kan- jon, og úrslitið er, at arbeið- ið verður gjørt fyri einn nakað lægri kostnað, enn upprunaliga tilboðið var. Eingin svimjing Meðan hetta arbeiðið fer fram, verður svimjihøllin stongd, og tað merkir, at hvørki almenningurin ella svimjifelagið Ægir sleppa fram at í høllini, sum næstu mánaðirnar verður at rokna sum eitt byggipláss. Høvuðsvenjarin hjá Ægir, Søren Olsen, sigur, at felagið kemur í eina trupla støðu, tí meginparturin av arbeiðnum hjá felagnum kemur at liggja stilt næstu mánaðirnar, og tað kann fara at kosta felagnum nógv. Stórarbeiðið er byrjað Meðan løntakarar gjalda hvørt oyrað til barsilsskipanina, samstundis sum teir fáa løn, hava arbeiðs- gevarar longri freist at syrgja fyri sínum gjaldi. Soleiðis er neyðugt at hava skipanina, sigur aðalstjórin í Fíggjar- málastýrinum BARSILSSKIPANIN Eyðun Klakstein Fríggjadagin gjørdi lands- stýrismaðurin við fíggjar- málum av, at arbeiðsgevarar skulu hava longri freist at gjalda til barsilsskipanina, og teir skulu ikki órógvast av smáum gjøldum og høg- um avgreiðslugjaldi. Hendan skipan er tó ikki galdandi fyri vanliga løn- takaran, sum skal gjalda hvørt oyrað til skipanina, samstundis sum hann fær løn. Aðalstjórin í Fíggjar- málastýrinum sigur, at tað er neyðugt at geva arbeiðs- gevarum valmøguleikan millum eina automatiska gjaldsskipan og at fáa rokn- ing. – Tað ber ikki til at fara inn á eina konto hjá ar- beiðsgevarunum eftir gjald- inum, og tí mugu teir sjálv- bodnir fáa eina automatiska gjaldsskipan í lag. Tá talan er um vanliga løntakaran, so verða skattur og onnur avgjøld tikin av, áðrenn pengarnar koma á konto, sigur Petur Alberg Lam- hauge. Tí er munur millum ar- beiðsgevarar og løntakarar í barsilsskipanini og í øðrum avjgaldsskipanum hjá tí almenna. Taka gjald Løgtingslógin um barsils- skipan varð lýst 3. apríl í ár. Hetta er ein skipan, sum gevur foreldrum møguleik- an at fáa løn í barsilstíðini. Høvuðsreglan í lógini er, at landskassin skal bera kostnaðin av barsilspeng- unum, men til lutvísa fígg- ing av hesi skipan, kann landskassin krevja eitt gjald. Hetta gjald er álagt løn- takarum og arbeiðsgevar- um, og tað er 0,25 prosent av A-inntøkuni. Í grein 19 í lógini stend- ur, at gjaldið fellur til gjald- ingar, samstundis sum løn- in verður goldin. Hetta er eisini galdandi fyri løntak- aran, sum avgreiðir sítt gjald til barsilsskipanina saman við skatti, ALS- gjaldi og annað. Sambært lógini eiga ar- beiðsgevarar eisini at gjalda sítt gjald beinan- vegin, men í kunngerðini frá 31. mai fáa arbeiðsgev- arar møguleikan at geva Toll- og Skattstovuni full- trúð til at taka barsilsgjald- ið av kontoini ella at fáa rokning fyri gjaldið. Verður seinni møguleikin nýttur, so er gjaldsfreistin sjey dagar. Avgreiðslugjaldið Men hóast arbeiðsgevarar hava fingið ein gjaldsskáa, vóru teir sera misnøgdir, tá teir fingu rokningina fyri gjaldið til barsilsskipanina. Ein orsøk til misnøgdina var, at freistin at gjalda bara var sjey dagar, og hin or- søkin var, at eitt avgreiðslu- gjald upp á 100 krónur var lagt oman á rokningina, sum hjá nógvum arbeiðs- gevaraum bara var nakrar krónur. Hetta avgreiðslugjaldið er ikki at finna í kunngerð- ini frá 31. mai, men hinveg- in í eini kunngerð, sum verður lýst 5. juli. Har verður avgreiðslugjald skoytt uppí upprunaligu kunngerðina. Men rokið um gjalds- freistina og avgreiðslu- gjaldið hevði við sær, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum legði uppí. Fríggjadagin gjørdi hann av, at avgreiðslugjaldið skal strikast aftur, og arbeiðs- gevarar skulu hava longri gjaldsfreist. Harafturat verður nú eitt sokallað bagatellmark lagt inn í skipanina, so arbeiðs- gevarar ikki verða órógvað- ir av tí almenna, fyrr enn teirra partur kemur upp um 50 krónur. Aðalstjórin í Fíggjar- málastýrinum heldur, at besta og einfaldasta loysnin hjá arbeiðsgevarum er tó, at teir geva fulltrúð til, at pengarnir kunnu takast av kontoini beinanvegin. – Gjaldið er so lítið, at tað er lítil og eingin kreditt- ur í at fáa rokning. Hinveg- in lættir tað um hjá øllum pørtum, at gjaldið verður avgreitt beinanvegin, sigur Petur Alberg Lamhauge. Svimjihøllin í Klaksvík er stongd, nú stóra umvælingararbeiðið í høllini er farið í gongd Nevndin fyri sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku er fegin um, at bæði kostnaðar- meting og tíðar- ætlan fyri bygging- ina er á góðari leið ELDRABYGGING Eyðun Klakstein Í dag verður reisigildi í Klaksvík. Orsøkin er, at nýggja eldrasambýlið undir Kráarbrekku er reist. Seinastu mánaðirnar hevur arbeiðið undir Kráarbrekku gingið væl, og nevndin fyri Sjálvs- ognarstovnin undir Kráarbrekku sigur seg fegnast um, at bygging- ini á leið fylgir løgdu kostnaðarmetingini og tíðarætlanini. Fyrsta byggistigið av verkætlanini undir Kráarbrekku er í trimum pørtum, og sáttmálar eru gjørdir fyri allar hesar partar. Liðugt komandi summar Fyrsta uppgávan var at gera økið byggibúgvið, og síðani varð farið undir sjálva byggingina av einum bygningi til 16 búfólk. Í hesum sambýli verða eisini felagshøli og annað til búfólkið. Tað er hesin bygning- urin, sum nú er reistur, og gongst sum æltað, kann hann takast í nýtslu móti summri komandi ár. Umframt sambýlið skulu 24 eldraíbúðir eis- ini gerast, og hetta ar- beiðið byrjar fyrsta dag- in. Eldraíbúðirnar skulu væntandi verða lidnar fyri árslok komandi ár. Stórur áhugi hevur verið fyri eldraíbúðun- um, og nógv fólk standa á bíðilista. Neyðugt við ymiskum treytum Arbeiðsgevarar mugu hava møguleikan at fáa rokning fyri gjaldið til barsilsskipanina, meðan løntakarar avgreiða sín part, samstundis sum teir fáa løn. Mynd: Jens Kristian Vang Eldrasambýlið reist C M Y K 7 6