Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 • mikudagur • 15. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Størstu spurningarnir á landsliðnum tykjast vera álops- og verju- parturin LANDSDYSTUR Jákup Mørk Føroyska A-landsliðið í fót- bólti kom sunnukvøldið til Beograd, og síðani tá hava teir fyrireikað seg uppgáv- una móti Jugoslavia. Tvær venjingar vóru á skránni mánadagin, men síðani hava leikararnir mest sum tikið sær av løttum. Týsmorgunin varð venjing- in strikað, soleiðis at leikar- arnir heldur kundu fáa eina rundvísing í Beograd, og einastu venjingarnar, sum so vóru eftir, var hin obliga- toriska venjingin á leik- vøllinum týskvøldið, um- framt ein løtt venjing miku- morgunin. Eingir skaðar Týsmorgunin fingu vit orð- ið á hjálparvenjaran hjá Landsliðnum, Jógvan Martin Olsen, og yvir høv- ur tóktist hann at lata heilt væl at støðuni hjá liðnum. - Vit hava sum so ongar skaðar av nøkrum slag. Fróði Benjaminsen og Hjalgrím Elttør fingu okk- urt smávegis í einum nær- dysti undir venjingini í gjár, men talan er ikki um nakað álvarsamt, so tað sær út, sum um allir leikararnir eru tøkir. Ein ella tveir Spurdur, hvørt hann og landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hava gjørt sær nakrar tankar um byrjunar- uppstillingina til dystin, sigur Jógvan Martin, at tað hava teir sjálvsagt, men hinvegin heldur hann sum vant kortini tætt at kroppi- num. - Spurningurin er helst í løtuni, hvørt vit fara at spæla við einum ella tveim- um áleyparum. Miðvøllurin kann roknast við at vera hin sami, og so er tað spurning- urin, um Jens Kristian Han- sen kemur inn aftur í verj- una, sigur landsliðsvenjar- in, uttan kortini at avdúka nakað serligt. Hetta er annars langt ífrá fyrsta ferðin, at størsti spurningurin er, um talið á áleyparum skal vera ein ella tveir. Allan Simonsen hevur fleiri ferðir givið til kennar, at honum dámar best, tá talan er um tveir mans í oddinum, men hinvegin hava umstøðurnar onkun tíð noytt hann at víkja frá hesi hugsjón. Vit loyva okkum tó at gita, at valið hesa ferð verð- ur tveir áleyparar, og ser- liga verður hetta grundað á tvinnar lutir. Annað er tann sannroynd, at tá føroyska liðið seinast royndi seg við einum einsamallum fram- herja – í Sveis í oktober mánaði í fjør – gekk tað snøgt sagt av skriðuni til. Hin orsøkin er, at verður talan um tveir áleyparar, fellur valið ivaleyst á Kurt Mørkøre og Christian Høgna Jacobsen. Hendan blandingin er roynd tvær ferðir áður, og í báðum før- um við góðum úrslitið. Móti Luksemburg – eftir at Todi varð skaddur - skutu teir báðir eitt mál í part, og fáar dagar seinni vóru teir báðir við, tá føroyska liðið stóð seg framúr væl í Moskva. Byrial inn og út Ganga vit út frá, at mið- vøllurin verður óbroyttur, er so einasti eftirverandi spurningurin, hvørt rúmd aftur skal gerast fyri Jens Kristian Hansen í verjuni. Verður hetta so, merkir hetta helst, at Johan Byrial Hansen enn eina ferð má víkja av sínum plássi, hóast hann enn ikki hevur spælt seg av liðnum. Tað er í øll- um førum upplagt, at Óli Johannesen kemur inn aftur eftir leikbanni seinast, og Hans Fróði Hansen verður undri ongum umstøðum fluttur av sínum plássi. Valið stendur sostatt millum Hansen og Hansen, og her viga royndirnar hjá Jens Kristiani helst meira, eins og tað ikki tykist sann- líkt, Allan Simonsen tekur liðskiparan við aftur, fyri at seta hann á beinkin. Sostatt gita vit, at talan verður um fylgjandi byrj- unaruppstilling: Jákup Mikkelsen – Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen – Ják- up á Borg, Fróði Benjamin- sen, John Petersen, Julian Johnsson, Øssur Hansen – Kurt Mørkøre, Christian Høgni Jacobsen. Alternativið er so, at ann- ar av álopsmonnunum dett- ur út, og kann hetta hugsast at geva rúmd fyri Johan Byrial Hansen, meðan Jens Kristian verður fluttur eitt vet longur fram á vøllin. Góðar umstøður Annars lata teir í ferðalag- num sera væl at umstøðun- um hjá landsliðnum, nú teir á triðja sinni eru í Jugo- slavia. - Hotellið, sum vit búgva á, er framúr. Talan er um sama hotel, sum vit nýttu tá vit vóru her seinast, og her er einki at finnast at. Eg dugi bara ikki at skilja, hvussu tey hava ráð at hava opið, sigur Jógvan Martin Olsen. - Talan er um ein risastór- an bygning, men burtur sæð frá landsliðnum, so havi eg ikki borið eyga við nakað serligt av ferðafólk- um, og onku staðni mugu pengar til ljós, hita og ann- að koma frá, heldur hann. At enda skal so verða sagt, at talan helst ikki verður um tann heilt stóra hitan, tá dysturin skal spæl- ast, soleiðis sum ótti annars var fyri. Mánadagin og í gjár vóru hitastigini upp ímóti teimum tríati, og veðurmenninir spáa, at hetta fer at halda sær. Har- afturat verður dysturin leiktur um kvøldið, so alt í alt verður helst talan um so góðar umstøður sum gjør- ligt Sostatt tykist einasti spurningurin at vera, hvørj- ar umstøður jugoslaviski landsliðsleikararnir fara at bjóða okkara á vøllinum, men tað er so ein heilt ann- ar spurningur. Ein ella tveir Føroyska landsliðið tykist vera so væl fyri, sum tilber, nú seinastu fyrireikingarnar undan dystinum eru á skránni Mynd: Aleksander Djorovic Ein av fáu spurningunum undan dystinum tykist vera, um Jens Kristian Hansen aftur verður settur inn í miðverjuna Mynd: Aleksander Djorovic 9 8 Nr. 155 - 15. august 2001 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Ein av teimum tungu í Tjóðveldisflokkinum, sjálvur fíggjarmálaráðharrin kemur nú við útrættaðari hond til Javnaðarflokkin. Karsten Hansen vil fegin gera broytingar í uppskotinum til búskapargrunn fyri at fáa størsta andstøðuflokkin at taka undir. Hetta eru nýggir tónar frá Tjóðveldisflokkinum, sum hesi trý árini hevur verið eyðkendur fyri ikki at vilja taka andstøðuna við í nakað. Síðani flokkurin eftir nær- um eini nátt fekk nýggjan formann og »gomlu« veteranarnir vórðu mestsum tveittir út í myrkurið, hevur ungi formaðurin rikið eina sera einsrættaða linju. Tað, sum føroyskir politikarar ikki høvdu megnað í nærum 50 ár vildi hann nú brádliga fáa uppá pláss eftir nøkrum fáum árum. Ein og hvør, sum ikki var samdur við hesi linju var útifrystur. Bæði innanfloks og í øðrum flokkum. Tá henda samgongan tók við vórðu tað mong, sum hildu, at tað var gott, at størri fokus varð sett á sjálvstýrisleiðina. Eisini á hesum stað varð hildið, at neyðugt var at proritera sjálvstýrisgongdina meira, men samtíðis søgdu vit, at hetta mátti gerast við skili og ikki í óðum verkum og við slíkari ferð, at hetta bara kom okkum aftur um brekku. Nýggi formaður Tjóðveldisfloksins vildi bara ikki lurta eftir nøkrum øðrum, hvørki í sínum egna flokki ella í øðrum flokkum. Frægir tjóðveldismenn, ið vildu hava formannin at reka konsensuspolitikk og fremja broytingar í samstarvi við aðrar politiskar flokkar, eitt nú Javnaðarflokkin, fingu greitt at vita, at her var eingin annar vegur enn tann hjá nýggja formanninum – konfrontatiónsleiðin og einki annað. Nógv gott kundi verið spurt burtur úr, um formaður Tjóðveldisfloksins hevði lurtað meira eftir teimum hóvligu og uppbyggjandi røddunum í sínum egna flokki og teimum afturvendandi royndunum hjá eitt nú javnaðarfólki at verða hoyrd og harvið fáa lut í og ávirkan á gongdina. Tvíhaldanin hjá formanni Tjóðveldisfloksins um sín einsrættaða kontronta- tiónspolitikk skuldi so eisini vísa seg at gerast ein vanlukka, fyri okkum øll. Vit síggja klandurið í samgonguni og vit hava eisini sæð, hvussu rutineraðir og trúgvir tingmenn í flokkinum hava verið viðfarnir av nýggju floksleiðsluni. At Tjóðveldisflokkurin nú vil laga uppskot síni so- leiðis at eisini andstøðan kann taka undir er nýtt. Vónandi er tað ikki bara uppá kvamsvís. Tað er so sanniliga uppá tíðina, at fólk í Tjóðveldisflokkinum fáa eyguni upp fyri tí veruleika vit liva í og eisini virða aðrar flokkar og meiningar. Tekur formaðurin ikki og broytir kós og siðalag mótvegis øðrum, so kann henda, at flokkurin er á veg út í eina oyði- markagongd í 4, 8 ella kanska 12 ár. Kanska er tað hetta fíggjarmálaráðharrin hevur gjøgnumskoðað. Men kanska tað er ov seint. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein útrættað hond? VIÐMERKINGAR ørskudreymur (til Føroya) eg elski teg, títt vakra eygnabrá ið minnir meg um ørskudreymar tá sum látur fer um fjallagjáir allar. tað kenst so gott at kenna teg, tí eg bar eftir tær ein ljóm á lívsins veg’ ið burtur bar oss heim til dreymahallar. og fuglameingi ber á síni ferð eitt brá sum stund í ásýnd tíni er so eiggiliga vakurt mær í minni. eg veit ei um eg brátt skal standa har og kenna at eg allatíð fekk far av teirri sjón ið mentist mær á sinni. men skuldi eg ei vunnið vegin heim til fegurd tína alla og tín gleim tá kóvdnið meg í teirri myrku løtu ið kennir meg sum náttin - alt var tá ein dreymur bert sum hugareinsing sá í tostaleikans fjakkan eftir fløtu. chr_frodi Jákup Fróði Djurhuus Kjartan Hoydal umber sína skipaðu »Hesuferð« ímóti løgmanni við undanførsl- um um, at tað fría orðið hevur trongar umstøður í einum lítlum landi. »Man kennir hvønnann- an ov gott. Familja, vinir og arbeiði gera, at tað ikki rættiliga ber til at úttala seg, sigur hann«. Her má eg geva Kjartan so púra rætt. Hetta er eisini ein av megingrundgeving- unum fyri, at flestu føringar kenna seg betri vardar í einari rættarskipan sum umfatar 5 mió. fólk heldur enn 45.000 fólk, sum drukna hvønnannan í kaffi, lagkøku og systkina- barnaríi. Og hetta gevur kanska høvi til at taka kjakið upp um tann mesta grundleggj- andi spurningin av øllum. Hvat er frælsi í einum peningasamfelag? Er tað sama frælsi, sum vit kendu tað í gamla bóndasam- felagnum, hvørs frælsis- uppfatan m.a. tjóðveldis- flokkurin er grundaður á? Og fer hvør einstakur føroyingur at kenna seg frælsari í einum trongum føroyskum búskapi aftaná eitt fullveldi enn hann ger nú, tá allar nevniverdar ognir og peningur liggur í nøkrum fáum lummum? Tann gongdin er so opinlýs í teimum smásam- feløgum sum eru umrødd í Hvítubók. Púra samdur, Kjartan Hoydal! Morgunheilsan til Fuglafjarðar Forn- minnisfelag og okkum øll, sum árliga møtast á Skarðinum fyrsta sunnudag í august. Lag: Fast stóð í fonnum… Snimma á morgni sást fylgi stórt fara niðan um Rossarygg – sessast á Skarð: – væla um varðarnar – sært tú teir farast, goyma í minninum – nú her hjá tær, sporini mong hesa leiðina gekk: – torvfólkið – fjallfólkið – bygdanna millum, summar og vetur í lýsing á ferð, dagin tey brúktu nógv betur. Nú vit á Skarðinum minnast tær løtur burtur á heiði í brennandi sól: settu upp, miðskiftu, torveldar kyndu, tekrússið, breyðflísin stimbrandi góð, fedranna fótafar minnast í dag, niðan á Skarðið tað mongum her hóvar, bert vit her árliga øll siga: JA, – fylgir um Rossarygg reika. Fuglafjørður, 5. august 2001 Albert C M Y K 8