mikudagur 15. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2001
11
Meðan landsdystur hevur
verið leiktur her heima,
hevur John Arni Nilssen
roynt seg í NM, sum bleiv
hildið í Bergen. Hann hevði
enn eina góða kapping við
úrslitum sum bíta seg fast í
minni. Eitt nú javnleikirnir
ímóti GM Einar Gausel og
GM Thróstur Thórhallson
vórðu væl leiktir. John Arni
hevði
undan
seinasta
umfarinum møguleika at
ogna sær ein IM-norm,
men bert um hann møtti
einum +2450 telvara og
samstundis vinna.
Tíverri hevði seinasti
mótstøðumaður
hansara
2280, og helst var eingin
luft eftir hjá John Arna, tí
hann tapti heldur lættliga
hetta talvið. Fimm stig av
níggju
møguligum,
og
ovarlaga á stigartalvuni er
tó flott. Norðurlandameist-
ari bleiv GM Evgenij
Agrest úr Svøriki.
-CENS
Tey flestu høvdu
væntað ein javnan
dyst millum íslend-
ingar og føroyingar,
men føroyingarnir
vildu annað og av-
smurdu grannatjóð
okkara.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Íslandska úrvalsliðið - telv-
arar úr norður og eystur-
landinum - kom til Føroyar
fríggjadagin við tí vón at
endurvinna steypið sum
teir vunnu í 1999. Undan
hesum 14. dysti landanna
millum hava íslendingar
vunnið 10 ferðir, meðan vit
hava tríggir sigrar í skjátt-
uni. Okkara seinasti sigur
varð vunnin í Klaksvík í
1993.
Føroyska liðið var petti
sterkari, hvat rating við-
víkur, men at munurin bleiv
so stórur hevði eingin
væntað. Á fyrstu fimm
borðunum var sera javnt í
styrki, men í niðara end-
anum vóru føroyingarnir
munandi sterkari.
Lagt varð til brots leygar-
dagin í hølum Havnar Telv-
ingarfelags, og leingi var
javnt á at líta. Tá komið
varð djúpt inn í fjórða tím-
an høvdu føroyingarnir tó
lagt seg trygt á odda, og
vunnu loksins fyrsta umfar
6,5 — 3,5. Eitt gott grund-
arlag undan øðrum og sein-
asta umfari, sum bleiv telv-
að sunnudagin.
Ótrúligt úrslit
Ein útskifting bleiv framd á
føroyska liðnum sunnudag-
in, tá Torkil Nielsen røkti
sætta borð ístaðin fyri Terja
Petersen. Hesa uppgávu
røkti Torkil avbera væl,
eins og nærum allir gjørdu
hendan sigursdag. Fýra stig
í øðrum umfari hevði verið
nóg
mikið
at
vunnið
samanlagt, men føroying-
arnir gjørdu ikki mætari
enn at vinna heili 8-2. So-
statt ein flottur 14,5 — 5,5
stórsigur til okkara menn.
Teir sum vunnu bæði
talvini vóru Ólavur Simon-
sen, Martin Poulsen og
Martin Brekká. Tvey talv
verða í hósdagsblaðnum.
Íslendingarnir tóku stór-
tapið við einum smíli, men
lovaðu tó at betra støðuna
til næstu ferð. Teir fingu
møguleikan longu sama
kvøld tá snarlandsdystur
bleiv leiktur, har allir møttu
hvørjum øðrum. Ikki burdi
teir bjóða av, tí hetta bleiv
ein enn dyggari smeitur.
Úrslitið gjørdist heili 61-39
til Føroyar, og tá væntaðu
eisini John Rødgaard, Tor-
bjørn Thomsen og Torkil
Nielsen á liðnum.
Hittast aftur um tvey
ár
Undan snardystinum varð
samkoma á parnassinum á
Hotel Hafnia har borðeitt
varð við besta slagi, og
røður vórðu hildnar. Íslend-
ingarnir fóru av landinum
mikudagin.
Um tvey ár verður lands-
dysturin leiktur í Íslandi,
helst í Akureyri, og tá er
ætlanin at hava eitt minst so
sterkt føroyskt lið sum
hesuferð, og sjálvandi verð-
ur gjørt alt fyri at endur-
vinna steypin aftur.
Stuðlar til landsdystin
vóru Formula Føroyar og
Tórshavnar Skipasmiðja.
2.umfar 8-2
IM John Rødgaard — Jón G. Viðarson
1/2-1/2
Torbjørn Thomsen — Halldór G. Einarsson
0-1
Ólavur Simonsen — Ólafur Kristjanson
1-0
Rani Nolsøe — Tór Valtysson
1-0
Carl Eli. N. Samuelsen — Jón T. Tór
1-0
Torkil Nielsen — Viðar Jónsson
1-0
Martin Poulsen — Ari Friðfinsson
1-0
Martin Brekká — Smári Ólafsson
1-0
Olaf Berg — Sigurdur Eirksson
1/2-1/2
Hans K. Simonsen — Eymundur Eymundsson
1-0
Sjáldsamur stórsigur
1.umfar 6 1/2-3 1/2
IM John Rødgaard — Jón G. Viðarson
1/2-1/2
Torbjørn Thomsen — Halldór G. Einarsson 1/2-1/2
Ólavur Simonsen — Ólafur Kristjanson
1-0
Rani Nolsøe — Tór Valtysson
1/2-1/2
Carl Eli. N. Samuelsen — Jón T. Tór
1/2-1/2
Terji Petersen — Viðar Jónsson
0-1
Martin Poulsen — Ari Friðfinsson
1-0
Martin Brekká — Smári Ólafsson
1-0
Olaf Berg — Sigurdur Eirksson
1-0
Hans K. Simonsen — Eymundur Eymundsson 1/2-1/2
Enn einaferð nær
John Arni Nielsen stóð seg væl í NM-kapingini, og var nær við
at ogna sær fyrsta IM-normin
11
10
Nr. 155 - 15. august 2001
Komandi hálva árið
skal runavíkingurin
sannføra teir í Esbjerg
um sítt virði
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinasta mánaðin ella so
hevur
runavíkingurin,
Christian Høgni Jacobsen,
verið í Esbjerg, har hann
hevur
royndarvant
við
nýggja superligufelagnum.
Fær sáttmála
Hóast venjingarnar hava
verið darvaðar av lærskað-
anum, sum áleyparin hevur
drigist við, so tykist hann
kortini at hava sannført
venjarin somikið nógv, at
ein avtala liggur klára at
skriva undir, tá hann hós-
dagin
kemur
aftur
til
Danmarkar.
- Vit hava eina munnliga
avtalu, og ætlanin er so, at
eg skal skriva undir, tá vit
koma aftur til Danmarkar,
segði Christian Høgni við
Útvarpið mánakvøldið.
Í fyrsta umfarinum verð-
ur talan tó bert um ein sátt-
mála fram til ársskiftið,
men gongst eftir vild, tykj-
ast stór sannlíkindini vera
fyri, at sáttmálin verður
longdur til ta tíð.
- Teir vilja í fyrsta umfari
royna, um eg megni at
stríða meg til eitt pláss á
superligaliðnum. Teir hava
sagt mær, at teir vænta, at
eg fari at klára hetta.
Ikki fyrstu ferð
Hetta er annars ikki fyrsta
ferðin, at útlendskur áhugi
hevur verið fyri Christian
Høgna Jacobsen. Fyri hálv-
um triðja ári síðani var
áhugi úr einum portugisisk-
um felag. Christian Høgni
tók tá ikki av tilboðnum, og
tá hann stutt eftir breyt
beinið, varð dreymurin um
útlandið lagdur á hyllina
eina tíð.
Síðani hann kom aftur á
føroyska
fótbóltspallin,
hevur tað tó gingið við rúk-
andi ferð. Seinnu helvt av
kappingarárinum í fjør var
hann ein av høvuðsmonn-
unum hjá NSÍ, tá teir fleiri
ferðir upp í slag bukaðu
oddaliðini í landskapping-
ini, og tað var eisini við
buldur og brak, at hann í
vár fyri fyrstu ferð royndi
seg á A-landsliðnum.
Hetta var í Luksemburg,
har
hann
avloysti
ein
skaddan Toda Jónsson, og í
fyrsta veruliga landsdysti
sínum skoraði Christian
Høgni annað málið, meðan
hann legði upp til hitt. Fýra
dagar seinni spældi hann
ein branddyst í Russlandi,
tá Føroyar taptu tepurt, og
ivaleyst eru tað fyrst og
fremst hesi bæði avrikini,
sum aftur hava kveikt áhug-
an hjá útlendskum feløg-
um.
Við
Útvarpið
segði
Christian Høgni annars, at
bæði Vejle og B93 eisini
høvdu sýnt ánuga, men í
fyrsta umfarinum verður
tað so Esbjerg, sum fær
gleðina av føroysku fót-
bóltsevnunum.
Christian Høgni Jacob-
sen verður sostatt sætti før-
oyski leikarin í donskum
fótbólti í løtuni. Framman
undan er talan um Toda
Jónsson, Johan Byrial Han-
sen, Óla Johannesen, Øssur
Hansen og Atla Gregersen.
Hjálparvenjarin á
landsliðnum heldur
tað kennast løgið, at
somikið fá fjølmiðla-
fólk eru at fylgja
landsliðnum í Jugo-
slavia
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Tað man vera sjáldan – um
nakran tíð - at fjøl-
miðlafylgi aftan fyri før-
oyska
landsliðið
hevur
verið so lítið, síðani Før-
oyar av fyrstan tíð tóku lut í
altjóða kappingum.
Aloftast hevur talan verið
um fólk frá Útvarpinum og
teimum báðum stóru bløð-
unum, umframt at sjón-
varpið og umboð fyri okk-
urt av hinum bløðunum eis-
ini hava verið við á nøkrum
av ferðunum.
Fara at royna
Hesa ferð er tað tó bert
Útvarpið, sum hevur fólk
við á ferðini, og spurdur,
um tað kendir øðrvísi, nú
somikið fá fólk eru við,
svaraðir hjálparvenjarin á
landsliðnum,
Jógvan
Martin Olsen, at tað kend-
ist eitt sindur løgið.
- Tað má í øllum førum
vera langt síðani, at so-
mikið fá fjølmiðlafólk hava
verið við. Nú eru tað bara
teir tríggir úr Útvarpinum,
og tað kennist eitt sindur
løgið, heldur venjarin fyri.
Hvussu er og ikki, so fara
vit her á Sosialinum kortini
at gera okkara besta, til tess
at fylgja landsliðnum á
ferðini. Fartelefonir eru
hentar at hava í slíkum før-
um, og nú tað røkist fyri, at
SvF eisini fer at senda frá
dystinum, er tað so ikki á
tekniska økinum, at forð-
ingar liggja hesum við-
víkjandi.
Roknað verður við, at
superligufelagið,
Lyngby, og grannar-
nir úr Farum fara at
leggja feløgini saman
komandi summar
DANMARK
Jákup Mørk
Tað var ein bumba av miðal
stødd, sum varð slept í
donsku miðlunum í gjár, tá
Ekstra-Blaðið avdúkaði, at
fótbóltsfeløgini úr Farum
og Lyngby at kalla eru
komin á mál við eini ætl-
aðari samanlegging.
Seinastu vikurnar hevur
málið verið frammi í
donsku miðlunum, og fót-
bóltsglaði borgarstjórin í
Farum, Peter Brixtofte,
hevur millum annað sagt, at
hann helt tað vera upplagt
við eini samanlegging mill-
um Farum, AB og Lyngby.
Bjarginarmaður
Fram til í gjár var tað tó
eingin, sum roknaði við, at
partarnir vóru komnir so-
mikið langt ávegis, at ein
samanlegging kann fremj-
ast í nærmastu framtíð.
Tosað verður nú um, at
nýggja felagið skal vera
veruleiki, tá farið verður
undir komandi kappingar-
ár, og um so er, skal um-
sókn hesum viðvíkjandi
sendast DBU í seinasta
lagið á midnátt mikukvøld-
ið.
Serstakliga hevur hetta
vakt ans í fyrrverandi
felagnum hjá Toda Jónsson,
Lyngby, har hópur av við-
haldsfólkum hevur gjørt
vart við misnøgd sína, men
stjórin í felagnum, Jørn
Terkelsen, tykist ikki at lata
við seg koma.
Sami Terkelsen var ann-
ars bjargingarmaður hjá
felagnum fyrr í ár, tá vandi
annars var fyri, at felagið
noyddist á húsagang. Har
umframt verður roknað við,
at umframt tann pening,
sum Terkelsen tá keypti
partabrøvini fyri, noyðist
hann í egnan lumma eftir
einum seks milliónum, til
tess at tryggja framhald-
andi fíggjarligt grundarlag
undir felagnum.
Dystir í Farum
Gerst
samanleggingin
veruleiki, fer nýggja felag-
ið uttan iva at halda til í
Farum, har kommunan fyri
stuttum hevur latið gjørt
eitt spildurnýtt Stadion.
Venjarin verður eftir øllum
at døma »besti venjarin í
Danmark«
Christian
Andersen, meðan væl lýddi
Lyngby-venjarin,
Poul
Hansen, helst má finna sær
annað starv.
Harumframt fer hetta at
viðføra í øllum førum byrj-
anina til eina miðsavnan av
fótbóltinum á Norðursæ-
landi, og spurningurin er
so, um samanleggingin ikki
fer at gerast meira umfat-
andi.
Á heimasíðuni hjá Lyng-
by hevur Jørn Terkelsen
roynt at svara firtnu við-
haldsfólkunum hjá Lyngby,
men hann hevur á ongan
hátt roynt at avvísa hetta
sum nakað veruleikafjart,
og tí verður roknað við, at
neyðuga umsókin fer at
verða send DBU, áðrenn
mikudagurin er farin, og
verður talan soleiðis um
triðju samanleggingina í
donskum toppfótbólti. Hin-
ar báðar eru FC København
(B 1903 og KB) og FC
Midtjylland (Herning og
Ikast).
Christian Høgni fær sáttmála
Christian Høgni Jacobsen fer
komandi árið at stríðast um
eitt av álopsplássunum í
Esbjerg
Løgin kensla
Samanleggin á
Sælandi
Sjónvarpið fer helst
at senda beinleiðis
frá landsdystinum í
Jugoslavia
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
- Vit hava í øllum førum
fingið fatur á øllum rætt-
indum til dystin, og allar
avtalur annars eru eisini
komnar upp á pláss, so
tað fer allar helst at bera
til hjá okkum at senda
dystin beinleiðis.
Soleiðis sigur Øssur
Winthereig, tíðindaleiðari
í SvF, tá vit spyrja, um
Sjónvarpið fer at senda
beinleiðis, tá føroyska
fótbóltslandsliðið
skal
takast
við
Jugoslavia
mikukvøldið.
Seinastu forðingarnar
hesum viðvíkjandi vóru
av meira tekniskum slag,
men tá vit frættu beint
fyri døgurða týsdagin,
hevði tað eydnast hjá
tøkningunum at fáa sam-
bandið í lagi, so varpanin
av dystinum tykist nú
vera púra vís.
SvF hevur tó ikki fólk á
leikvøllinum í Beograd,
men verða tað ístaðin frá-
søgufólk
í
Beinleiðis í SvF
C
M
Y
K
10